fríggjadagur 16. februar 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 • 16. - 18. februar 2007
Vikuskifti
22
– Mín høvuðsniðurstøða um
politikk og fjølmiðlar í Føroyum er
rættiliga greið: Meginparturin
byggir á mytur, fordómar og
ósannleikar, sum ongantíð verða
eftirkannað.
Hann hevur roynt at sita báðu
megin borðið. Fyrst sum ágrýtin
fjølmiðlamaður í Sjónvarpi Før
oya, og síðan 1998 hevur Høgni
Hoydal verið ein av fremstu
politikarum í Føroyum. Hann er
heldur ikki bangin fyri at loysa frá
posabandinum.
- Vit vita, at um Javnaðarflokk
urin ikki hevði sitið í stjórn, so var
tað á forsíðuni í Sosialinum, at
tey sjúku fáa ikki pláss á Hotel
Tórshavn eru ”offur á fullveldis
altarinum”. Nú er søgan í Sosiali
num og á Portalinum vinklað
soleiðis: ”Tey sjúku fara nú at fáa
tað nógv betri.”
Sjúrður eingin
spunasmiður
Tú hevur persónliga havt spuna
smið/samskiftisfólk at hjálpt tær
sum politikari. Hvussu ávirkar
hetta títt politiska arbeiði?
– Nógv hava íspunnið ta myt
una, at Sjúrður Skaale arbeiddi
sum spunasmiður hjá mær í
Tinganesi. Tað gjørdi hann ikki.
Hann arbeiddi fyrst og fremst
fakliga við at skriva Hvítubók og
at leggja útgávur og kunning til
rættis um fullveldismálið, ið jú
varð samtykt á Føroya Løgtingi.
Hevði Sjúrður verðið settur sum
spunasmiður, so hevði nógv av tí,
ið gjørt varð, verið gjørt bæði
professionellari og nógv betri
sum heild. Men hann fekk –
tíverri – ikki ta uppgávuna. Tað
sama kann sigast um arbeiðið hjá
Sjúrði í Norðuratlantsbólkinum.
Hann gjørdi eitt sera stórt fakligt
arbeiði sum samfelagsfrøðingur
við frágreiðingum og útgávum.
Hann var sum ein sjálvstøðugur
persónur og ikki ein ørinda
drongur. Tíbetur.
Fólk vilja helst siga til hesa
útlegging: “Nei, nú tvætlar Høgni
og manipulerar” Tjóðveldisflokk
urin hevur stýrt fjølmiðlunum!”
Men so er sanniliga illa arbeitt.
Tað er bert at blaða aftur í bløð,
ella leita í útvarpi og sjónvarpi
seinastu 7-8 árini. Ein long røð av
negativum søgum, klandri og
gølum um bæði Tjóðveldisflokkin
og um fullveldismálið.
Bankar, aðalráð og fakfeløg hava
í dag sett samskiftisfólk í starv.
Væntar tú, at hetta rák vindur upp
á seg, og politiskir flokkar eisini
fara at seta samskiftisfólk/
spunasmiðir í fast starv?
– Ja avgjørt. Og politiskir
flokkar fara at seta spunasmiðir
beinleiðis á floksskrivsstovurnar
– serliga teir, sum hava nógvan
pening. Eisini fara løgmaður og
landsstýrisfólk at seta persónligar
spunasmiðir, eins og núverandi
løgmaður hevur sett nærum alt
embætisverkið at vera spuna
smiðir fyri seg persónliga. Men
hetta er sum so ikki nakað nýtt
rák í politiskum flokkum ella í
landsstýrinum. Føroyar hava jú
ongantíð havt eina frælsa pressu.
Hvør flokkur – og harvið øll lands
stýrisfólk – hava jú seinastu 60-
70 árini havt ein heilan fjølmiðil í
part gjøgnum partapolitisku bløð
ini. Hvør flokkur sítt blað, sum so
aftur eisini fakfeløg og ymsar
fyritøkur stuðlaðu og fingu pláss
í.
Hesi bløð vóru – og summi eru
enn – reinir propagandasentralir,
ið gjørdu alt tað, sum teir
nútímans spunasmiðirnir gera í
dag: At tekna glæstrimyndir av
“sínum” flokki og “sínum”
politikarum. At fjala og krógva
tað skeiva og ringa. At pynta
veruleikan til frama fyri sín flokk.
Og at leypa á politisku kappingar
neytarnar.
So hetta er ikki nakað nýtt. Nú
verður bert lagt eitt nýtt lag – eitt
nýtt jaður – av fólkum við somu
uppgávum, sum partapolitska
pressan altíð hevur havt, sett úti
á floksskrivstovunum, í aðal
ráðum, í fyritøkum og hjá
feløgum. Tey eru betur lærd og
fáa hægri løn – men tey eru at
samanbera beinleiðis við ta
gomlu partapolitisku pressuna. Tó
er munurin, at hesir nýggju spuna
smiðir kunnu skifta ímillum
arbeiðsgevarar – alt eftir lønar-
og arbeiðstreytum, meðan fyrr
vóru spunasmiðirnir floksloyalir
og bundnir at tí.
Hvør, metir tú, setir dagsskránna í
Spinn er partapolitiskir
Nýggja og modernaða hugtakið
spinn er als ikki eitt nýtt hugtak í
føroyskum politikki. Hvør flokkur –
og harvið øll landsstýrisfólk – hava
jú seinastu 60-70 árini havt ein
heilan fjølmiðil í part gjøgnum
partapolitisku bløðini, ið gjørdu alt
tað, sum teir nútímans
spunasmiðirnir gera í dag: At tekna
glæstrimyndir av “sínum” flokki og
“sínum” politikarum. At fjala og
krógva tað skeiva og ringa. Tað
heldur Høgni Hoydal, løgtingsmaður
og fólkatingsmaður. Lesið fjórða
part av greinarøð um politikk og
fjølmiðlar
Samrøða
Páll Holm
Johannesen
pallurin@hotmail.com
Navn: Høgni Hoydal
Aldur: 40 ár
Starv: Løgtingsmaður og fólkatingsmaður
Útbúgving: Kandidatur í samskifti og søgu
Starvsroyndir: Landsstýrismaður, løgtingsmaður og
fólkatingsmaður. Eisini roynt seg sum tíðindafólk í
sjónvarpinum og dekkari
Fakta