fríggjadagur 16. februar 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 16. februar 2007
23
tíðindi
neyðugt við útbyggingum í
framtíðini.
Roynt varð síðani at fáa
eitt øki nærhendis tunnils
vegnum, og hetta eydnaðist
so í august mánaði í fjør á
hesum staði. Á sunnara
armi á vegnum oman til
bygdina liggur matrikul nr.
88b, og her er tað at bygdar
húsið skal liggja.
Tað er byggifrøðingurin
Sverri Michalsen í Norð
depli, sum hevur teknað
nýggja bygdarhúsið. Húsið
verður í tveimum hæddum
og fer at kosta um 8 mió
krónur.
At fíggja byggingina fer
felagið sjálvt at útvega 2
mió, meðan landið letur 2,2
mió og Klaksvíkar komm
una 2,2. Restin verður fíggj
að við lánum.
Bygdarhúsið í Árnafirði
Felagið “Báran” stovnað 4. desember í 1990
Hava arbeitt við at savna pening inn til bygdarhús síðani
tá
Fingu byggiloyvi í august 2006
Leygardagin 17. februar 2007 kl. 16 verður spakin settur í
Útgrevsturin byrjar um mánaðarskiftið mars/apríl
Einki verður sagt um, nær bygdarhúsið skal takast í nýtslu
Kostnaðurin er mettur til 7-8 mió kr., harav felagið sjálvt
útvegar 2 mió.
Bygdarhúsið skal kunna rúma eini 300 fólkum til ymiskt
virksemi
FAKTA
ri Báru-vinningurin
Tvey hús
í bygdini
– OK
Hóast tað fer at ganga
nakað av tíð enn, til hús
ið sjálvt verður liðugt,
hevur Atli longu gjørt
sær sínar hugsanir um,
hvat tað skal brúkast til.
- Her verður pláss til
eini 300 fólk, so tað kann
nýtast til mong ymisk
endamál – bæði smærri
og størri tiltøk, sigur
hann.
Við so stórum húsi er
møguleiki fyri at hava
brúdleyp, fyrilestrar,
skeið og annað virksemi.
Hevur onkur hug at
spæla sjónleik her, er tað
ikki óhugsandi ella
ógjørligt. Tað er, sum
Atli tekur til, skjótt at
seta ein pall upp.
Spurningurin er hin
vegin, um ein so lítil
bygd hevur tørv á – og
ikki minst megnar at
reka! – eitt slíkt bygdar
hús. Á jólum varð nýtt
Kappróðrarneyst tikið í
nýtslu – og nú aftur eitt
bygdarhús.
- Jú, sigur Atli. – Vit
hava brúk fyri báðum.
Og faktiskt verður tað til
fyrimunar fyri allar part
ar!
Hann hugsar sær til
møguleikan, at eitt størri
tiltak er í bygdarhúsinum,
samstundis sum eitthvørt
tiltak er í Kappróðrar
neystinum. Tá verða
møguleikar fyri sam
starvi millum húsini.
- Tá kunnu tey í bygd
arhúsinum gera mat,
bæði til sínar gestir og
til tey sum eru í neysti
num. Á henda hátt kann
ein stuðla hvønn annan.
- Hetta verður nettupp
til styrki fyri okkum øll,
sigur hann avgjørdur.
”
Tað eru ikki øll
tiltøkini hjá Bár
uni sum hava
givið pening í
kassan. Summi
góvu undirskot,
meðan onnur
hava kastað væl
av peningi til
felagið
- Vit hava ongatíð mist vónina um
bygdarhúsið, sigur formaðurin í
bygdarfelagnum Báruni, Atli S.
Justinussen
Mynd: Høgni Thomsen
- Nú spakin verður settur í leygardagin er tað ein
lætti fyri okkum, sigur Atli Justinussen.
Mynd: Høgni Thomsen
Bygdarhúsið í Árnafirði fer at kosta 8
mió krónur. Av hesum fer felagið sjálvt
at útvega 2 mió.