fríggjadagur 16. februar 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 • 16. - 18. februar 2007
Vikuskifti 23
r miðlar í nýggjum hami
Føroyum, fjølmiðlarnar, spuna
smiðir/samskiftisfólk ella politik
ararnir?
– Tað er sjálvsagt ein blanding.
Men í høvuðsheitum er tað:
Sitandi valdið og sterkastu áhuga
bólkarnir. Søgur um, “at nú ætlar
landsstýrið... og nú er eitt upprit
gjørt... og nú verður tað... og
Fólkaflokkurin ætlar at gera...
fylla so ómetaliga nógv – og tað
er vaksandi. Hevur nakar tildømis
kannað, hvussu nógv av tí, sum
Bjarni Djurholm hevur ringt niðan
í útvarpið um í 7 ár, og sum
verður sent sum tíðindi, er vorðið
til nakað?
Ella tíðindasøgur um, at eitt
nýtt tilboð kemur frá bankum,
tryggingarfeløgum og fyritøkum.
Ella at Vinnuhúsið heldur tað og
tað...
Samanumtikið: Fjølmiðlarnir
seta alt ov lítið dagsskránna
sjálvir. Teir sterkastu og teir
frekastu áhugabólkarnir fáa bein
leiðis ella umvegis spunasmiðir
“sínar” søgur fram. Tá fjølmiðl
arnir sjálvir gera tað – sum jú
sjálvandi fleiri góð dømi eru um –
so flytur tað mørk og skapar kjak
og støðutakan.
Sterku kreftirnar
stýra miðlunum
Hvussu fer tað at ávirka føroysku
miðlarnar, at vinnulív, flokkar og
tað almenna fara at styrkja seg
við spunasmiðjum?
– Í ringasta føri: Um almennu
miðlarnir - Útvarp og Sjónvarp -
ikki verða styrktir heilt munandi
við minst tvífalding av fíggjar
ligum tilfeingi og starvsorku til
journalistiskt virksemi. Um
Dimmalætting ikki fullførir sínar
rósvedu royndir at gerast veruligt
óheft blað og eisini fer at brúka
aðrar miðlar (ljóð, myndir og
internet). Um ein fullkomin koll
velting ikki hendir á Sosialinum
og hansara monopoli til mein
ingsskapan á Portalinum hjá
einum almennum partafelag, ið
vit øll hava fíggjað. Ja, so sleppa
tær sterkastu peningaligu
kreftirnar, teir sterkastu áhuga
bólkarnir og teir politisku flokkar,
ið eru mest vanir at hava valdið -
koma umvegis spunasmiðir at
tekna júst ta myndina av sær og
sínum virksemi í øllum miðlum.
Tað sitandi valdið kemur at sita á
allari tí stóru fjølmiðlamyndini.
Vit fáa miðlar sum eina bland
ing millum Sosialin og Vikublaðið
í dag.
Tað fyrra: Undirhald seymað
saman við juhu-søgum um tann
flokk, teir politikara og tær
fyritøkur teir kenna seg bundnan
av - og so nakrar síður í tema
bløðum til meira kritisk evni, sum
kann legitimera restina.
Tað seinna: Lýsingar við
onkrum undirhaldi - og so tíðinda
skriv frá landsstýrinum og fyri
tøkum, sum lýsa í blaðnum, men
ongantíð nøkur kritisk viðgerð av
nøkrum ella tíðindi frá teimum, ið
ikki hava valdið.
Ongin fer at tora ella megna at
bjóða maktini av - uttan í ávísum
upplopum í almennu miðlunum,
drivin fram av einstaklingum.
Kritiskt orðaskifti fer so at siga
bert at fara fram á internetinum
og umvegis annað meira undir
grundarkent samskifti.
Hetta er sjálvsagt hart sagt og
sett upp á spíssin, men soleiðis
sær gongdin altso út í løtuni. Og
tað er álvarsligt.
Heldur tú, at føroyskir journalistar
fara nóg tætt at tykkum
politikarum?
– Føroyskir journalistar alt ov
autoritetstrúgvir. Tess hægri per
sónurin er í politiska hierarkinum,
tess minni kritisk viðgerð. Ein løg
maður og ein landsstýrismaður
kunnu siga nærum hvat sum helst
uttan mótspæl og uttan at verða
avdúkaðir. Sitandi valdið hevur
altíð fyrimun. Aftur her eru undan
tøk, har einstøk tíðindafólk
onkuntíð tora at viðgera maktina
og hennara uppáhald. Og fólk
gerast sum oftast skelkað, tá tað
hendir, og sannleikin verður
avdúkaður.
Men fyri at vera heilt frekur og
siga mína hugsan bart út: Minst
80-90% av fjølmiðlavirkseminum
og politiska virkseminum í Før
oyum fara til at varðveita og
endurskapa valdið hjá teimum
sterkastu - bæði í politikki,
vinnulívi, embætisverki og
samfelagnum annars. Við
tilvildarligum mikrofonhaldaríi,
veruleikapynting og beinleiðis
villleiðing av almenniningum.
Meðan kanska 10-15% er fjøl
miðlaarbeiði, ið bjóðar maktini av
vegna almenningin.
Persónligheit
avgerandi aftur
Mangan verður sagt uttanlands,
at ein politikari, sum skal standa
seg væl, er noyddur at duga “at
bera seg at” í miðlunum. Er hetta
eisini galdandi í Føroyum?
– Ja, men bara partvís. Vón
andi verða politisku flokkarnir
nógv betur skipaðir og geva
“skúling” og hjálp til øll valevni.
Men eg rokni við, at persónligheit
og “identifikasjón” fer at vinna
inn aftur. Smartar viðmerkingar
og standardsvar við flottum
slipsum, fara at verða so vanlig,
at ein, ið brýtur frá og ikki er
topp-trimmaður, fer at fáa fyri
mun. Sjálvur havi eg ikki hildið
tað verið bara fyrimunir við at
kenna sjónvarpsmiðilin, áðrenn
eg gjørdist politikari. Føli ofta, at
fjølmiðlafólkini kýta seg serliga til
tess at prógva, at eg skal ikki
halda meg hava fyrimunir, og tí
koma við serliga “hvøssum”
spurningum og vinklum – sum
onkur annar ikki hevði fingið.
Kann tað hugsast at Høgni
Hoydal fer formelt at seta eitt
samskiftisfólk ella spunasmið at
arbeiða fyri seg í framtíðini?
– Ja, tað kann gerast neyðugt.
Men fyri flokkin. Eg fari neyvan at
duga at hava ein “persónligan
spunasmið”, tí eg dugi alt ov illa
at útdelegera hesa uppgávu og at
leggja eitt slíkt arbeiðsbýti til
rættis. Haldi meg altíð vita nóg
væl um hetta sjálvur, og eg havi
higartil nærum altíð skrivað allar
røður sjálvur og havt alt samband
við fjølmiðlarnar persónliga. Eg
yvirmeti helst míni evni, og
úrslitið hevur mangan verið
hareftir.
Kanst tú hugleiða eitt sindur um,
hvussu tú væntar viðuskiftini
millum politikk og fjølmiðlar fara
at síggja út í framtíðini?
– Politikkur og fjølmiðlar eru
sum siamesiskir tvíburar. Men eg
rokni við, at politikkur í framtíðini
fer at fylla minni í teimum “stóru”
og vanligu fjølmiðlunum, enn vit
hava verið von við. Alnótin og
teldan fara at verða samskiftis
miðilin burturav, og tískil skulu vit
rokna við, at politiskir flokkar og
einstaklingar fara at leggja alt
tað, sum fyrr hava verið lýsingar í
bløðunum, blaðkjak, lesarabrøv o.
a., á sína heimasíðu og sína
“bloggar”. Vit fara at hava bæði
myndir, tekst og ljóð og tónleik,
sum politisk propaganda-amboð á
hesum miðli.
Tað, ið vit í dag rópa almenna
kjakið, har nærum allir samfe
lagsborgarar hava savnast um ein
felags miðil, sum bløð, útvarp og
sjónvarp, fer at verða meira spjatt
og interaktivt. Og her koma
samskiftisfólk, spunasmiðir, at
leggja stóran part av síni orku. Og
vit fáa so at siga partapolitisku
pressuna aftur á heimasíðum.
Hinvegin – og nú ynski eg
afturímóti míni fyrru døpru meting
av gongdini – kann hetta kanska
geva fjølmiðlunum, sum veruliga
amboðið hjá almenninginum, ein
møguleika aftur at seta sína egnu
dagsskrá, har teir ikki lata seg
bumbardera av spunasmiðunum.
Um greina
røðina...
Politikkur gongur meira enn
nakrantíð fyri seg í
fjølmiðlunum. Vil ein politikari
gera vart við seg, sleppur hann
ikki undan at nýta fjølmiðlarnar
sum sýnisglugga, tí í
fjølmiðlunum hittir politikarin
flestu av sínum veljarum.
Hetta er bakgrundin fyri spinn
og spunasmiðum. Meðan
hugtakið spinn og spunasmiðir
framvegis er rættiliga nýtt í
føroyskum høpi, so hevur stór
orka verið nýtt til at lýsa og
skilja virksemi hjá
spunasmiðum í londunum
uttanfyri Føroyar. Sosialurin fer
komandi vikurnar at taka
pulsin við at varpa ljós á
samskiftið millum politikarar
og fjølmiðlar í Føroyum.
– Føroyskir journalistar alt ov autoritetstrúgvir. Tess
hægri persónurin er í politiska hierarkinum, tess minni
kritisk viðgerð. Ein løgmaður og ein landsstýrismaður
kunnu siga nærum hvat sum helst uttan mótspæl og
uttan at verða avdúkaðir. Sitandi valdið hevur altíð
fyrimun, heldur Høgni Hoydal, løgtingslimur
Mynd: Jens Kristian Vang