Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 34 - 16. februar 2007 tíðindi Grýluløta á B Føstulávint Lagt til rættis: Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Hvat fert tú at vera á føstulávint? Fremsti grýlu- og drama­handilin í landinum man vera Skortur í J. Broncksgøtu. Har fæst alt innan føstulátintsútgerð: klæði, smyrsl, parykkar, brillur, handskar, hattar, skortar, negl og tenn, fyri at nevna ein lítlan part av fjølbroytta, litfagra og herliga úrvalinum. Í grimdarregninum í gjár fingu vit tað hugskot, at leggja leiðina framvið. Men longu úti á parkeringsplássinum var greitt, at hetta høvdu onnur við okkum eisini funnið uppá. Innkomin gekk sjón fyri søgn, tí har var svart av fólki í øllum aldri. Men Birita Krossteig, sum eigur lítla handilin, fekk góða hjálp, bæði frá døtrum og manni, at avgreiða og vegleiða øllum kundunum. Blómugentan Brillur og tenn – meira skal ikki til! Franskt karneval Hygga eg... og eg.. og eg..