Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 • 16. - 18. februar 2007 Vikuskifti 24 átrúnaður Føstutíðin ”Sí, vit eru á ferð niðan til Jerúsalem, og Menniskju­ sonurin skal verða givin upp í hendur á høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu, og teir skulu døma hann til deyða; og teir skulu lata hann í heidna manna hendur at verða spottaðan og húðflongdan og krossfestan; og á triðja degi skal hann rísa upp aftur” (Matt. 20, 18-19) Onkur hevur verið inn á, at føstutíðin eigur at verða strikað í kirkjuni. Tíðin er farin frá at hava føstugudstænastur. Men hvønn týdning hevur tá páska­ gleðin fyri okkum, um ikki sálin kendi hesa stillu tíðina áðrenn páskasigurin? Eitt er vist, at kann eitt menniskja ikki, og hevur eitt menniskja ongantíð við eymum hjarta fylgt Jesusi á hansara krossarvegi, og gjøgnum hans­ ara pínufullu líðing fyri okkara skuld, so vil uppreisnarsigurin heldur ikki verða annað enn ein framsýning, ein mynd av, hvat náttúran kring okkum um pásk­ irnar hevur at bjóða, - at kavin tiðnar í fjøllunum, at ísurin bráðnar í áum og á vøtnum, at trø og runnar spretta og blóman spírar fram, at fugla­ sangur aftur byrjar at hoyrast um teigar og tún. Tað er ov lítið fyri eitt menniskja, ið er vert meira enn nógvir spurvar. Latið okkum bara varðveita føstutíðina og fáa tað besta og rætta burtur úr henni. Men lati okkum fram um alt minnast til, at okkara sæla stavar ikki frá, hvussu vit eyðmýkja okkum ella avnokta okkum sjálv og hvat vit annars kunnu útinna, men eina og aleina frá tí offri, ið Jesus hevur gjørt fyri okkum. Amen! (Sunnudagurin komandi er sunnudagur í føstuinngangi) orðið Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Biðja eina heila nátt Hoyvík: Leygarkvøldið 24. febru­ar verður serstøk lands­ bønarnátt í Oasuni í Hoyvík, sum byrjar kl. 10 um kvøldið og heldur síðani fram út á náttina. Bønin er ein stórur partur av tí kristna lívinum, og tí verður tað eisini júst bøn, sum fer at fylla meginpartin av skránni við hetta tiltakið. Hinvegin verður eisini nógv­ur sangur og tónleikur á skránni, og sum henda sam­koman er vorðin so kend fyri. Um tiltakið sjálvt sigur sam­ koman: – Vit vilja tæna hvørjum øðrum við bøn og forbøn, eins og vit fara at verða felags um Guds orð. Ársmøti aftur í mai Heimamissiónin: Fyrireik­ing­ arnar til Ársmøtið 2007 eru longu komnar væl áleiðis. Møt­ ini verða 3. til 6. mai í Nesvík, og er heitið í ár “Við meist­ar­ ans føtur”. Til sjálvan ársfundin er ætl­ anin at leggja størri dent á tey staðbundnu arbeiðini. Árs­møt­ið hevur í stóran mun verið árs­ møti fyri lands­arbeiðið. – Í ár ætla vit at seta tíð av til at tosa beinleiðis um stað­ bundnu arbeiðini, verður sagt. Kirkjubússan avloyst av sms’um Innsavning: Gloym alt um kirkjubússuna og tendra far­ telefonina. Sms-innsavningar eru komnar fyri at verða. Nú er ikki longur neyðugt hjá dønum at hyggja í mappuna eftir peningi, tá talvan gongur í kirkjuni ella ein gongur framvið einari bússu í samkomuhúsi­ num. Sum kirkjufólk kann ein nú fara eftir fartelefonini og sms’a sítt ískoyti til íalt 37 kristiligar felagsskapir í Danmark, m.a. til Kirkefonden. Her hevur ein roynt eina slíka skipan, og í fjør vórðu savnaðar 60.000 kr. inn á henda hátt. Hetta er eitt gott ískoyti til tær 7 mió kr. sum annars verða savnaðar inn um árið til grunnin. Hesa vikuna: John S. Myllhamar Frelsunarherurin: Í hesum døgum hevur Frelsunarherurin fingið forvitnisliga vitjan úr Noregi, nevniliga næstleiðaran, oberst­ loytnantin Erling Mæland. Um vikuskiftið fer hann at tala á fleiri møtum. Møtirøðin við Mæland byrjar í kvøld í Vági og verður síðani hildið fram í Frelsunarherinum í Havn sunnudagin kl. 10 og aftur kl. 18. Við hesi bæði møtini fara streingjakórið og hornorkestrið at luttaka. Umframt andaliga boðskapin verður eisini tíð at umrøða tað kristiliga hjálparararbeiðið, sum Frelsunarherurin hevur havt í mong ár. Sum ein part av skrá síni skal Erling Mæland eisini hava fund við stýrið fyri Herbergið og Samkomuráðið fyri Frelsunarherin í Havn. Á skránni fyri fundin er millum annað umrøða av ætlaðu útbyggingini, hvørs endamál er at betra um umstøðurnar hjá teim­um heimleysu. Fundarrøðin í Vági og í Havn er partur av eini fundarrøð sum eisini verður fyriskipað í Noregi og Íslandi við felagsheitinum ”Orðið í sentrum”. Í Føroyum verð­ur haraftrat tíð at tosa um gerningin! Fundir um Orðið og herbergið Næstleiðarin í Noregi, Erling Mæland vitjar Frelsunarherin í Føroyum – Við at flyta møtini sunnumorgun ein tíma, vónaðu vit at enn fleiri familjur við børnum fóru at koma til møtini, sigur Richard Schwartsson úr samkomuni í Ebenezer Havn: Í rættiliga nógv ár hevur morgunmøtið í samkomuni byrjað kl. 10. Men sunnudagin 28. januar kom kortini ein broyting í. Frá hesum degi varð skipanin hon, at morgunmøtið er flutt ein tíma og byrjar nú kl. 11. Hetta er kortini ikki einasta broytingin í samkomuni sunnudagar. Samstundis við at morgunmøtið við minnismáltíð Harrans er á skránni, verður skipað fyri barna­ ansing frá kl. 10:45 og ein góðan tíma fram. Á middegi byrjar so tann vanligi sunnudagsskúlin í samkomuni, har tey fyrst syngja saman eina løtu, áðrenn børnini verða býtt upp í ymiskar flokkar, m.a. eftir aldri. Við hesi nýggju skipanini sleppur ein undan at familjurnar verða skildar sundur: Nú kunnu foreldrini fara á morgunmøtið, samstundis sum tey vita at børnini eru til barnaansing. Hava børnini so haraftrat hug at fara í sunnudagsskúla kl. 12, meðan foreldrini fara víðari at lurta eftir taluni, ja, so er tann møguleikin eisini til staðar hjá teirri einstaku familjuni. – Vit hava nú roynt hesa skipanina í tveir sunnudagar, og kunnu bara staðfesta, at væl fleiri barnafamiljur hava verið á morgunmøtunum. – Og tað júst ætlan okkara, staðfestir Richard Schwartsson. Fleiri familjur koma á møtini Fleiri barnafamiljur á møtunum sunnumorgun í Ebenezer