fríggjadagur 16. februar 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 16. februar 2007
27
Starvið
Vit sóknast eftir einum samstarvssterkum
fulltrúa til menningardeildina í Vinnumála-
ráðnum. Tú kemur at taka tær av at menna
vinnulívið og lóggávuna á hesum øki.
Arbeiðið krevur gott yvirlit og evni til at halda
fleiri bóltar í luftini í senn. Ítøkiligar uppgávur
eru í løtuni m.a. einskiljing av Føroya Tele,
Atlantic Airways og Føroya Lívstrygging.
Yvirtøka og útbygging av flogvøllinum, dag-
føring av vinnulóggávum og at smíða nýggj-
ar kappingar- og marknaðarføringarlógir.
Vit ynskja:
At tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni,
t.d. í stjórnmálafrøði, búskaparfrøði ella løg-
frøði. Onnur útbúgving kann eisini lúka
krøvini. Persónar við viðkomandi royndum
frá almennari ella privatari fyrisiting hava
fyrimun.
Vit bjóða:
Eitt opið, ágrýtið og fjølbroytt starv í einum
góðum umhvørvi, sum tú eisini sjálv/ur er
við til at skapa, fjølbroyttar uppgávur í tøttum
sambandi við vinnulívið, og eitt starvspláss,
sum setur høg krøv um at røkka sett mál.
Setanartreytirnar eru eftir sáttmála millum
lønardeildina og viðkomandi fakfelag.
Sendið umsóknina innan 26.2 til vmr@vmr.fo
ella Postboks 377, 110 Tórshavn.
Meira fæst at vita um starvið við at venda
sær til Vinnumálaráðið.
Deildin fyrisitur almenna vinnumenning, lóggávu
og vinnuligt undirstøðukervi. Herímillum vinnu-
framamál, ársroknskaparmál, partafelagsmál, gran-
nskoðanarmál, fjarskiftismál, KT-vinnu, postmál,
kappingarmál, marknaðarføringsmál, vega- og
havnamál, ferðslu og flogferðslumálkappingar-,
ferðavinnu- og menningarmál.
VINNUMÁLARÁÐIÐ
Hevur tú áhuga
fyri føroyska vinnulívinum?
Vil tú vera við til at menna vinnulívið, so tað verður
sterkari her heima og á altjóða pallinum?
Tinganes, postsmoga 377, 110 Tórshavn, tel. 356060 vmr@vmr.fo
STEPHANSSONS HÚS 314291
KREA.FO . TEL 47 80 80
Postboks 104 . Nóatún 2 . FO-110 Tórshavn . Tel 350 250 . Faks 350 251 . vh@vh.fo . www.vh.fo
Vinnuháskúlin er ein nútímans skúli við serkønum lærarum í øllum lærugreinum, eins og skúlin
hevur allar teir hentleikar og útbúnað, sum skulu til fyri at gera útbúgvingina áhugaverda og góða.
Útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum eru góðkendar av Føroya Landsstýri, Søfartsstýrelsen og IMO.
Avloysarastarv sum skeiðslærari
á Trygdardeplinum við Áir
Starvið
Undirvísing í brunaverju,
eldsløkking og roykkaving,
til- og avriggan í sambandi
við skeið og viðlíkahald av
sløkki- og aðrari útgerð.
Tey, ið fáa upplæring í eld-
sløkking á Trygdardeplinum,
eru í høvuðsheitum: sjófólk,
sløkkiliðsfólk og starvsfólk
á virkjum og stovnum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava út-
búgving sum maskinmeist-
ari, ella aðra útbúgving,
sum kann javnmetast.
Umsøkjari, sum eisini hevur
útbúgving sum bruna-
umsjónarmaður, hevur
fyrimun. Góður teldufør-
leiki er ein treyt.
Tann, ið settur verður, skal
hava góð samstarvsevni,
vera fyrikomandi, ágrýtin
og førur fyri at arbeiða
sjálvstøðugt.
Setanarviðurskifti
Starvstíðin er 1 ár. Tann,
ið settur verður, skal byrja
skjótast tilber.
Lønar- og setanartreytir
verða sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið
og Felagið Maskinmeistara-
lærarar saman við Fakfelagi
Sjómansskúlalærara.
Arbeiðsstaðið er á Trygdar-
deplinum við Áir, tó kann
nakað av undirvísing verða
á Vinnuháskúlanum í
Tórshavn.
Umsóknir
Umsóknir skulu sendast til:
Vinnuháskúlin, Postrúm 104
Nóatún 2, FO-110 Tórshavn.
Umsóknir saman við avriti
av prógvum, og møguligum
viðmælum, skulu vera
Vinnuháskúlanum í hendi
í seinasta lagi 2. mars 2007,
kl. 1200.
Nærri fæst at vita um starv-
ið við at venda sær til:
Signheðin Davidsen
á tel. 422354, ella
Hans Johannes
á Brúgv á tel.
350242.
lýsingar