Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 34 - 16. februar 2007 tíðindi Lítið føroyskt á listanum Føroyskur tónleikur er illa umboðaður á 15 teimum bestu í løtuni.Tað er Nelly Furtado við All Good Things Come To An End liggur á ovastu rók hesa vikuna. Meðan føroyskur tónleikur eigur botnin. Tað føroyska lagið, ið klárar seg best í løtuni er útgávan hjá The Dreams av Babu á 9. plássi. Hini føroysku løgini liggja á teimum trimum aftastu plássunum, Knúsandi løg­ ur við Flemming Peter­sen liggur á 13. plássi, Don’t Want You To Wake Up við Teiti á 14. plássi og Bangin við Villmonnum á 15. plássi. Komandi viku kann støðan broytast, tá besti nýggi bólkur í Før­ oyum í 2006 Boys In A Band sleppur at royna seg við Super Contagious. Føstulávints vikuskifti í Glitni Fríggjakvøldið fer ein nýggjur táttur innan væl­ umtókta karaoke virk­ semið av bakkastokki í Glitnir. Frá 23.30 verður “country karaoke” á skránni – tú kanst verða stjørna á jøvnum føti við Alan Jackson, Willie Nelson, Dolly Parton og øll tey. Tey sum taka mikrofonina eru sjálv­ andi við í dráttinum um ferðina til Mallorca. Leygarkvøldið verður stórur føstulávintsdansur við dansibólkinum Twi­ light. Grýlubúni eingin forðing, ókeypis atgongd til 23.30 Rætting Av óvart er Brasilia komin at standa sum eitt land, har føroyingar ættleiða frá, og at ættleitt verður frá Korea, tí har stendur illa til, á síðu nýggju í hósdagsblaðnum. Hetta er ikki rætt. Ongi børn verða ættleidd frá Brasilu, og flest øllum kunnugt stendur væl til í Korea í dag. Svenski bólkurin Red Nex fær úr at gera í kvøld, Fyrst spælir bólkurin í Fuglafirði, áðrenn leiðin gongur til Havnar, har tey fara á pall við sínum dance/country í Rex. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Fyrra konsertin verður á fríggja­kvøldið á midnátt í Ment­anarhúsinum. Síðani verður farið til Havnar at spæla konsert í Rex. Tann konsertin verður beint áðr­enn kl. 3 um náttina, skriv­ar byin.fo. Tað skilst á fyrireikaranum Rúna Djur­huus, at nýinnkeypta Hummer limosinan verður tikin í nýtslu til at fáa bólkin úr Fuglafirði til Havnar. Svenski kult-bólkurin hevði sítt altjóða gjøgn­um­ brot miðskeiðis í 90-árunum við sínum serliga dance- country-ljóði. Umframt “Cotton Eye Joe” frá 1994 hittaði bólkurin við løgunum “Old Pop In An Oak” og “Wish You Were Here”. Síðani altjóða gjøgn­um­ brotið hava Red Nex spælt nógv ymsastaðni í heim­ in­um, tó uttan at bólkurin hevur megnað, at sloppið framat hittlistunum aftur. Fríggjakvøldið verður so fyrstu ferð, at Red Nex spæla í Føroyum. Rednex spæla tvær konsertir í kvøld Sum vant, verður livandi tónleikur í Rex um vikuskiftið, og leygarkvøldið verður tað so All That Rain, ið fer at undirhalda. Bólkurin fer at spæla bæði útlendskt tilfar og egin løg – gomul sum nýggj. All That Rain, sum hevur umleið 10 ár á baki, hevur havt skiftandi manningar. Seinastu árini hevur oddamaðurin verið Rókur Jákupsson, ið á Planet Awards varð valdur til ársins sangara. Orkumikli sangarin, ikann syngja hvat sum helst høgt sum lágt. All That Rain hevur fyri tað mesta spælt á føroyskum dansistøðum, og leygarkvøldið stendur so Rex fyri turni. Tað regnar í Rex