fríggjadagur 16. februar 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 16. februar 2007
29
tíðindi
Havgrímur
Johannesen hevur selt
bæði Snikkaravirkið
í Grønlandi og sín
part í Frants Restorff
bygninginum, og
arbeiðir nú við
øðrum ítøkiligum
byggiætlanum
VINNA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Havgrímur
Johannesen
hevur fyri kortum selt
Snikkaravirkið í Grønlandi
til Team 85. Havgrímur
Johannesen hevði ætlanir
um at byggja íbúðir í gamla
bygninginum, men Team
85 kom við einum so mikið
góðum boði, at gjørdi av at
selja beinanvegin. Eisini nú
hann hevði fingið loyvi at
fara undir at byggja íbúðir
har.
Selt sín part í Frants
Havgrímur Johannesen var
eisini partur av teimum, sum
keyptu gamla bakaríið Frants
Restorff og miðbýnum í
Havn. Her hevur Havgrímur
Johannesen eisini gjørt av at
selja sín part. Hann greiðir
frá, at hann fekk eitt gott
tilboð, og sum hann sjálvur
tekur til, so er hann bara ein
maður, so tað avmarkar seg
sjálvt, hvussu nógvastaðni
hann far verið samstundis.
Havgrímur Johannesen
sigur, at í løtuni arbeiðir við
øðrum byggiætlanum. Hann
ynskir ikki at koma nærri inn
á, hvørjar hesar ætlanir eru,
men avdúkar tó, at talan er
um eina stóra byggiætlan,
sum er ítøkilig og meiri
enn bara ein ætlan, umframt
onkur smærri projektir.
Sethús og handil – Stoffalág 25,
Tórshavn
Ognin er eitt sethús á 168 fermetrar við tilhoyrandi
handilsbygningi á 70 fermetrar - í alt 238 fermetrar.
Grundøkið er 689 fermetrar. Byggiár: 1959 / 1970. Í
niðaru hædd er inngongd, gongd, kamar, tekøkur,
wc, 2 ítrivsrúm, goymslurúm, hjallur, baðirúm,
vaskirúm / fýrrum við egnari inngongd, gongd og
trappurúm. Haraftruat kemur handilsbygningur.
Har er inngongd, durur, handilshøli goymslurúm,
tekøkur / matarstova og wc. Í ovaru hædd er
vindfang, inngongd, wc, gongd, køkur, borðstova
/ stova við útgongd til svala / terassu, hjúnar-
rúm og 2 kømur. Húsini standa í friðarligum og
veðurgóðum umhvørvi nær við skúla, barnagarð
og busssamband og hava hampuligt útsýni. Hand-
ilsbygningurin stendur høgliga fyri við góðum
parkeringsmøguleikum. Ognin verður seld, um
hóskandi boð fæst.
Sethús – Sandoyravegur 14,
Hvannasund
Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd um 300
fermetrar. Grundøkið er um 1500 fermetrar. Byggiár:
1982. Í erva er durur, 2 wc, gongd, køkur / alrúm,
stór stova, hjúnarrúm, 3 kømur, baðirúm og hjallur.
Í neðra er durur, gongd, kamar, goymslurúm við
møguleika fyri at gera baðirúm, vaskirúm, fýrrúm,
kjallararúm og garagu. Húsini standa norðanfyri
byrgingina omanfyri høvuðsvegin. Húsini verða
seld um hóskandi boð fæst.
Jørð – stór trøð á Borðhjalla, Oyri
Ognin er ein stór trøð á Borðhjalla 13.328 ferm-
etrar við ástandandi húsum, ið tørva ábøtur, eitt
grundøki á 168 fermetrar og eitt grundstykki í
fjøruni á 500 fermetrar við ástandandi stórari
neystagrund. Ognin liggur sera væl fyri omanfyri
bygdina, og vegur er til trøðna. Trøðin er sera væl
egnað til bygging av einumhvørjum slag - eisini til
ferðavinnu- og heilsubøtandi (rekreativ) endamál.
Ognin liggur í náttúruvøkrum umhvørvi og hevur
sera gott útsýni runt sjónarringin (panorama).
Ognin verður seld um hóskandi boð fæst.
Sethús – Rituvíksvegur 9, Rituvík
Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd uml 236
fermetrar. Grundøkið er 776 fermetrar. Byggiár:
1987. Í erva er durur, gongd, køkur, stór stova,
baðirúm, 3 kømur. Í neðra er durur, gongd, 3 kømur,
klædnarúm, fýrrúm, kjallararúm / vaskirúm og hjal-
lur. Húsini standa væl fyri við góðum útsýni út yvir
víkina. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
Havgrímur
við nýggjum
byggiætlanum