Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 34 - 16. februar 2007 lýsingar Bókhalds- og roknskaparfólk til P/F Statoil Føroyar Søkt verður eftir fólki við bókhalds- og roknskaparførleika til støðroknskapardeildina hjá P/F Statoil Føroyar í Tórshavn. Talan er um eitt avloysarastarv í fyribils 6 mánaðir. Støðroknskapardeildin hevur sum endamál at veita roknskapartilfar til leiðslu og støðleiðarar, umframt at gera umsitingarligar uppgávur fyri støðirnar. Starvið Arbeiðið fevnir um: • Alt vanligt bókhaldsarbeiði • Ymiskar uppgerðir • At veita hjálp til gerð av roknskapum Vit bjóða Tann ið settur verður, kemur at vera ein partur av toyminum á støðroknskapardeildi- ni. Vit kunnu bjóða eitt starv í einum dynamiskum og mennandi umhvørvi. Lønin verður ásett sambært avtalu. Førleiki Vit sóknast eftir einum ágrýtnum starvsfelaga, sum dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og sum sær týdningin av at veita eina góða tænastu til teir áhugabólkar, ið eru knýttir at støðroknskapardeildini. Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving hava fyrimun. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Boga P. Nielsen roknskaparleiðara fyri Statoil-støðirnar á tlf. 343500. Umsóknarfreistin er 28. februar. Umsóknin skal sendast til: P/F Statoil Føroyar Fíggjardeildin Vestara Bryggja 2 Postboks 3098 FO 110 Tórshavn Endamálið hjá Statoil Føroyum er at veita brúkarum í Føroyum oljuúrdráttir og aðrar vørur. Hjá Statoil arbeiða um 150 fólk. Vit stremba eftir at veita bestu góðsku og tænastu, eins og um- hvørvisábyrgd á øllum økjum er eitt av fremstu málum okkara. HTM er stovnur undir Almannastovuni og umsitur hjálpartól, umbyggingar í heiminum og avlamisbilar til fólk, ið bera brek. Í løtuni starvast 12 fólk á HTM. Uppgávurnar hjá HTM umfata m.a.: 1) upplýsing, ráðgeving og leiðbeining til brúkarar, almennar myndug- leikar o.o. um hjálpartól og byggi- og bústaðarspurningar. 2) útlán og endurnýtslu av hjálpartólum. 3) viðgerð og støðutakan til umsóknir um sertillagað hjálpartól, bústaðarbroytingar og avlamisbilar. 4) tvørfakligt samstarv – innan- og uttanhýsis. Goymslufólk til Hjálpartólamiðstøðina htm@almannastovan.fo . www.almannastovan.fo Ert tú maður/kvinna, sum hevur tú hug at arbeiða á einum almennum stovni, har arbeiðsdagurin ikki stendur stillur og uppgávurnar eru nógvar og fjøllbroyttar? - ja so hava vit júst brúk fyri tær! Høvuðsinnihaldið í starvinum er • reingerð av endurnýtslu- hjálpartólum Annars eru uppgávurnar • skipan av goymslu • avgreiðsla av hjálpartólum • skráseting av hjálpartólum • smávegis umvælingar av hjálpartólum Vit sóknast eftir einum starvsfelaga, sum hevur • royndir frá líknandi arbeiði • góðan ordan • góð samstarvsevnir • kunnleika til teldur á brúkarastøði • áhuga at arbeiða við hjálpartólum Vit kunnu bjóða • fast starv • flextíð • tætt samstarv við starvsfelagarnar • førleikamenning Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmála- stýrið og Starvsmannafelagið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Palla Mortensen, leiðara á HTM, tel. 358300. Umsókn við avriti av viðkom- andi skjølum skal sendast til Hjálpartólamiðstøðina, Postboks 1049, 110 Tórshavn. ella við telduposti til: htm@almannastovan.fo. Umsóknarfreist 22. februar 2007 kl. 14.00. Á HTM er eitt fulltíðarstarv á goymsluni leyst at seta 1.mars ella sum skjótast. K R E A . F O . TEL 47 80 80 SethúSINI í torfINSgøtu 25, tórShavN tIl Sølu Sethúsini í Torfinsgøtu 25, Tórshavn er til sølu um hóskandi boð fæst. Grundøkið er 481 m2. Húsini eru í tveimum hæddum, ið hvør er uml. 100 m2. Húsini er bygd í 1963, og liggja væl fyri í vesturbýnum í friðarligum umhvørvi. Í húsinum er: Miðhædd: Durur, gongd, køkur, spísistova, dagligstova, baðirúm, hjúnarúm og tvey kømur. Kjallarahædd: Íbúð við duri/gongd, køki, spísistovu, dagligstovu, baðirúmi og kamari, umframt vaski- og fýrrúmi og garasju. Fleiri myndir av húsunum eru á heimasíðu okkara www.lawfirm.fo Áhugaði kunnu venda sær til Jóhan J. Lamhauge, adv., jjl@lawfirm.fo ella Sigrid Midjord, skrivara, sm@lawfirm.fo AdvokAtfelAgið við Strond 4 Yviri við Strond 4 · tel 311260 · fax 311261 · P.o. box 359 fo-110 tórShavn · faroe iSlandS email: lawfirm@lawfirm.fo heIMaSíÐa: WWW.laWfIrM.fo tórmóður djurhuuS · jógvan Páll laSSen · Petur even djurhuuS jógvan e. ellefSen · anna dam · ingi højgaard · jóhan j. lamhauge gunn ellefSen · mimi SteintórSdóttir