Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-16, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2007síða 43

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 16. februar 2007 43 Hevur tú dirvi til at standa á odda fyri eini deild í stórari menning, og hevur tú áhuga fyri landsins byggilist, so kunnu vit bjóða tær øðrvísi royndir í einum spennandi og avbjóðandi starvi sum deildarleiðari á bygningadeildini hjá Landsverki. Um bygningadeildina Landsverk fekk við ársbyrjan eitt nýtt málsøki, og hevur nú bæði ný- og um- bygging, leigumál og viðlíkahald av landsins ognum um hendi. Høvuðsuppgávan hjá deildini er m.a. at lýsa og raðfesta krøvini til almenna bygg- ing við atliti at funktionaliteti, estetikki og góðskustøði, soleiðis at tað virksemið, sum skal fremjast, fær best møguligu karmar. Harumframt skal okkara nýggi starvsfelagið eisini taka lut í viðgerð av øðrum málum, har bygging og bygningar, landslag og formlist eru partar av hesum. Á deildini starvast umframt deildarleiðaran 3 arkitektar, 1 byggifrøðingur og 1 teknisk- ur assistentur. Tú vísir beinleiðis til stjóran og verður partur av leiðslubólkinum hjá stovninum. Arbeiðsøkið Sum deildarleiðari á bygningadeildini fær tú ábyrgdina av at: · menna tað nýggja málsøkið og hini arbeiðsøkini hjá deildini · stuðla og menna eitt kreativt arbeiðsumhvørvi · taka byggilistaligar avgerðir – eisini um funktionalitet og góðsku · arbeiða og uppbyggja ein politikk fyri almenna byggilist · fyrireika og samskipa landsbyggireglugerð fyri Føroyar Tú fer eisini at luttaka í tvørfakligum verk- ætlanum, og fer at arbeiða við fólki, sum hava ymiskar fakligar útbúgvingar og royndir. Førleikakrøv Vit leita eftir einum fólki við viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni. Útbúgv- ingin skal hava støðið í byggi- og fagur- frøði, til dømis arkitektur. Vit vilja røkka best møguligum úrslitum og leggja tí stóran dent á góðar persónligar eginleikar, at tú arbeiðir sjávstøðugt, hevur góð samstarvsevnir, dugir at skipa arbeiði á deildini og í tvørfakligum verkætlanum. Vit vænta, at tú eggjar, gongur undan og gevur títt íkast til menning av deildini og arbeiðsplássinum sum heild. Tú dugir somuleiðis at síggja møguleikan í at menna og broyta títt starv. Tað er harum- framt neyðugt at tú dugir at málbera teg væl bæði skrivliga og munnliga á føroysk- um. Leiðsluroyndir og aðrar royndir frá verk- ætlanum innan byggivinnuna er ein fyri- munur. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir eru sambært sátt- mála millum Fíggjarmálaráðið og avvarð- andi yrkisfelag. Umsókir Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verður at senda til lv@lv.fo ella: Landsverk Postboks 78 FO–110 Tórshavn og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. februar 2007. Merkið umsóknina „Um- sókn – Deildarleiðari“ og viðmerk í um- sóknin, hvar tú hevur sæð starvslýsingina. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Oyvindur Brimnes, stjóra á tel. 540 801 ella teldupost ob@lv.fo. Eisini er møguligt at kunna seg um máls- økið „byggi-og bygningaumsiting“ og bygningadeildina á www.landsverk.fo. Fá ávirkan á landsins byggilist Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega-, byggi- og havnamyndugleika- uppgávur og flogvallamál. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo STARVSLÝSING R E P R O Z Góð sambond síðan 1919 Seinasta sunnudag við Faroe Ship, sjálvandi! Hvørja viku er skipið løtt við kaffi, te og øllum tí, sum modernaði føroyingurin sær sum sjálvfylgjur. Hvørja viku, alt árið. Við Faroe Ship kemur stórur partur av gerandisdegnum til landið. Síðan 1919 hevur Faroe Ship verið fremsta samband føroyinga við útheimin. Frá fyrstu túrunum við »Tjaldrinum«, til Faroe Ship gjørdist liður í flutnings­ kervinum hjá Eimskip – heilt úr Kina til Hamburg og á Havnarvág. Nær kom kaffið til Føroya? lýsingar