Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-16, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2007síða 44

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 34 - 16. februar 2007 Landsverk er byggiharri fyri almennar uppgávur, og henda verkætlan verður útboðin vegna Mentamálaráðið. Útbjóðandi myndugleiki: Landsverk Tinghúsvegur 5 FO-110 Tórshavn www.landsverk.fo lv@lv.fo Mannagongd fyri útbjóðing Innboðin lisitatión í høvuðsentreprisu í pre- kvalifikatión. Ætlandi verður heitt á 4-6 tilboðsgevarar at bjóða. Lýsing av verkætlanini Verkætlanin umfatar ein fiskivinnuskúla, ið skal byggjast á økinum við ferjuleguna í Vestmanna við plássi fyri 100 næmingum, tilsamans umleið 1300 m². Boðið verður út í høvuðsentreprisu. Umbøn um luttøku Umbønin skal sendast til Landsverk ella umvegis teldupost til lv@lv.fo Áheitanin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 1. mars, 2007. Áheitan um luttøku Áheitanir um at geva tilboð verða sendar út saman við útbjóðingartilfarinum um miðjan mars 2007. Samtøk og felagsskapir Allir luttakarar í einum samtaki ella líknandi felagsskapi skulu geva skrivliga váttan fyri felags hefting og ábyrgding fyri sáttmála- num. Felagsskapir og samtøk skulu har- afturat frammanundan tilnevna ein um- boðsmann við skjalprógvaðari fulltrú til, vegna felagsskapin ella samtakið, at tekna bindandi avtalur við byggiharran. Upplýsingar at nýta til prekvalifikatiónina Umsøkjarar skulu saman við eini umbøn um luttøku senda hesar upplýsingar: · Upplýsingar um arbeiðstakarans egnu viðurskiftir og tær neyðugu upplýsingar- nar og formleikarnar til meting av tí kravdu minstuorku av búskaparligum, fíggjarligum og tekniskum slagi. · Upplýsingar um bygnaðin hjá fyritøkuni, herundir møguligt samband við móður- felag. · Stutt lýsing av, hvussu uppgávan verður loyst. Dentur verður lagdur á leiðslu og stýring, logistikk, byggitíð, trygging av tilfarsveitingum og góðskutrygging. · Váttan ella trúnaðarváttan um, í hvønn mun arbeiðstakarin hevur ógoldnað skuld til tað almenna, ið er fallin til gjaldingar. · Avrit av viðkomandi vinnulívstrygging, upplýsing um eginpening og javna í roknskapi, tá ið søkt verður, saman við váttan av samlaða umsetninginum í meðal seinastu trý árini. · Upplýsing um árliga meðaltalið av fólk- um í starvi hjá fyritøkuni. · Ummæli frá samsvarandi uppgávum. · Lívsgongdarlýsing (CV) hjá lyklafólkum, ið verða sett á hesa uppgávu. · Upplýsingar um góðsku-, trygdar- og heilsuskipanir, umframt umhvørvisstýris- skipanir hjá fyritøkuni. Fiskivinnuskúlin í Vestmanna Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega-, byggi- og havnamyndugleika- uppgávur og flogvallamál. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo PREKVALIFIKATIÓN Hús til sølu Húsini í Liða í Nólsoy eru til sølu, um hóskandi boð fæst. Í húsunum, sum eru ein fornur dýrgripur, eru allir hentleikar. Áhugaði kunnu ringja á tlf. 228909 – ella senda e-post á vilmund@sosialurin.fo lýsingar