Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. februar 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 35 - 19. februar 2007 Hummer Limousinan hjá byin.fo stendur nú í Gøtudali uttan nummarplátur. Hóast hvørki góðkenning, avgjøld ella trygging vóru í lagi, høvdu eigararnir leigað hana út Løgreglutíðini Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Sunn­u­morgunin varð Humm­er limous­inan hjá by­in.fo steðgað av løg­regl­ uni í Gøtudali. Hóast lim­ou­ sin­­an hevur verið í Føroyum í góðar tvær vikur, hava án­ ar­ar­­nir ikki skrásett hana í land­i­num, og hon koyrdi við týskum numm­ar­plát­ um. Løgreglan fekk boðini um at taka pláturnar av lim­ ou­s­inuni frá Akstovuni. Hetta tí hon var flutt inn í land­ið uttan um Toll- og Skatt­­stov­una og Aktstovuna. Hetta merkir, at hon hvørki var góðkend, tryggjað ella rind­aði vegskatt ella onnur av­gjøld. Av Løgreglustøðini í Havn verður sagt, at lim­ou­ sinan var leigað út, tá hon varð steðgað. Kanningar verða nú gjørd­ ar í málinum fyri at plass era á­byrgd­ina. Ein bilførari koyrdi lim­ ou­sinuna, men tað er enn ikki greitt, um tað er hann, ið verður á­byrgd­að­ur, ella um á­byrgd­in liggur hjá teim­ um, ið hava givið honum boð um at koyra, verður sagt av Løg­reglustøðini. Av Akstovuni verður sagt, karmurin fyri revsing í málum av hesum slag er hefti ella fongsul upp til 2 ár, sambært §25 í løg­tings­ lóg nr. 175 frá 18. des­­em­ ber 1992 um skrá­set­­ing­­ar­ gjald á mot­or­ak­før­um v. m. tíðindi Løgreglan steðgaði limousinuni og tók pláturnar Her síggja vit Hummer limousinuna við Shellstøðina í Gøtudali, eftir at løgreglan klipti nummarpláturnar sunnunáttina Fær plátur í morgin Rúni Djurhuus, eig­ari av hu­mme­r­lim­o­u­sin­ uni, sigur, at stóri bilurin fær plát­ur á í morgin, og at hann annars ikki visti av, at regl­ur­nar vóru soleiðis LØGREGLUTÍÐINDI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Rúni Djurhuus, eigarin av hummerlimousinuni, hev­ ur ikki tær stóru við­merk­ ingarnar til, at stóri og dýri bilurin hjá teimum í dag stendur í Gøtudali og hevur stað­ið har uttan plátur síðani sunnumorgunin. Greitt er, at ein per­ són­ur ikki hevur loyvi at koyra í Føroyum við út­lendsk­ um plátum, og at tollviðurskiftini í hes­ um førinum ikki vóru av­greidd. Vit ringdu tí til Rúna Djurhuus og spurdu, um hann ikki var greiðir um, at reglurnar vóru so­ leiðis háttaðar, at teir ikki høvdu loyvi at koyra bilin. – Nei, tað visti eg ikki, var hansara stutta svar. Hann var sum heild ikki sinnaður at gera tær stóru viðmerkingarnar til málið, men segði tó, at stóri bilur teirra fær plátur í morgin.