mánadagur 19. februar 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 19. februar 2007
11
Nú eitt kjak hevur tikið seg
upp um stóra tiltakið sum
Kvinna og Demokratia (nú
bara Kvinna) standa fyri, vil
eg eisini nýta høvi til at
koma við mínari hugsan.
Kvinna lýsir við tiltaki
num í seinasta blað teirra,
sum eitt tiltak fyri nýmótans
javnstøðu og at øll í hava
áhuga eru vælkomin við.
Hetta er heilt í tráð við, hvat
Altjóða
Kvinnudagurin
handlar um, at hann er fyri
øll og við nýhugsan. Altjóða
Kvinnudagurin var av upp
runa til fyri m.a. at fáa val
rætt til kvinnur, og tað vóru
sosialistiskar arbeiðskvinn
ur, ið stríddust. Vit hava í
dag valrætt, men kunnu øll
vera samd um, at vit her í
Føroyum ikki eru væl umboð
aðar á Løgtingi, Landsstýri
og í almennum nevndum.
Tað einasta í stóra tiltakinum
hjá Kvinnu, ið ikki er í tráð
við, hvat altjóða Kvinnudag
urin eigur at umboða er, at
allar kvinnur uttan mun til,
hvussu kvinnan er fyri pen
ingaliga kunnu vera við. Tá
prísurin er so høgur, sum
hann er, er hetta ikki eitt til
tak fyri allar kvinnur, og er
hesin prísurin als ikki í tráð
við hugsanina um Altjóða
Kvinnudagin, og tað er prís
urin á tiltakinum og tað at
tiltakið er á Altjóða Kvinnu
degnum, sum stoytir meg.
Eg haldi, at tiltakið er eitt
sera gott kommersielt tiltak
og hevði havt stóra virðing
fyri Kvinnu, um hettar var
lýst sum tað, tað er, eitt gott
kommersielt tiltak fyri kvinn
ur, ið hava ráð og áhuga í
slíkum evnum. At hava slíkt
tiltak á Altjóða Kvinnudeg
num er heldur ikki rætt eftir
mínari meining, tí hesin dag
ur er fyri allar kvinnur, og
eigur at vera brúktur til at
varpa ljós á støðuna hjá
øllum kvinnum í samfelag
num. Tí haldi eg, at eitt slíkt
tiltak skuldi verið allar aðrar
dagar enn hendan dagin.
Tað er ein erlig sak, at
Kvinna stílar fyri einum stór
um kommersiellum tiltaki
av slíkum slag, men lat vera
við at pástanda, at hetta er
fyri øll, ið hava áhuga, tí tað
er beinleiðis provokerandi at
siga slíkt við meg og síðan
seta ein prís, sum eg ikki eri
før fyri at gjalda og fleiri við
mær. Tá tú Lena Mohr so
stendur í SVF og sigur, at
um eg bert leggi 36 kr. til síð
is um dagin, so kann eg vera
við, so veit tú ikki, hvat tú
tosar um, og tað er ørkyml
andi at hugsa sær, at kanska
fleiri kvinnur í Føroyum ikki
eru vitandi um, at vit eru til.
Vit sum ikki hava ráð til eitt
slíkt tiltak, eru alla staðni í
Føroyum og ikki bara flaka
kvinnur og almennir klient
ar, men eisini millumleið
arar, skrivstovukvinnur v. m.
Og tað er als ikki bara grenj,
eg havi kr. 1.000 um vikuna
til mat vm. til mín og 3 børn,
havi eitt gott starv, egin hús,
egnan bil og havi sum so
onki at klaga um, men hjá
mær er ongin møguleiki fyri
at taka kr. 1.000 úr mínum
húsarhaldspengum. Annars
eri eg áhugað í øllum samfel
agsviðurskiftum, og var tað
soleiðis, at tiltakið var lýst í
góðari tíð og var ein leygar
dag, so hevði eg verið ein av
teimum, sum hevði gjørt alt
fyri at sett pening til síðis
fyri at sloppið við, tí tiltakið
er gott og spennandi.
Leikluturin hjá Demokrat
ia í hesum sambandi er eftir
mínum tykki ein heilt annar.
So sum eg havi skilt tað er
nevndin í Demokratia sett
fyri at økja leiklutin hjá
kvinnum í politikki, og hava
tær fingið almennan pening
at umsita til hettar endamálið.
Demokratia eigur ikki at
stuðla einum kommersiellum
tiltaki
sum
hesum
við
almennum pengum, sjálvt
um tað er “bert kr. 45.000”,
og er tað ongin umbering, at
politikarir
annars
blaka
hundratals túsund av peningi
til alt møguligt annað, tað er
bara hesin peningurin, sum
tað snýr seg um í hesum sam
bandi, og koma vit ongan
veg við at blaka eftir øðrum.
Vit áttu heldur at tala at, tá
vit hoyra/síggja at almennur
peningur verður blakaður
vekk.
Lesið síðan á portalinum
at:
Javnaðarflokkurin harmast
um tað niðrandi viðferð, ið
arbeiðið at menna kvinnulut
tøkuna í politikki hevur fing
ið í løgtinginum í seinastuni.
Sum javnaðarfólk eru vit
sannførd um, at eitt javnt
valdsbýti ímillum kvinnur
og menn er ein av fortreytu
num
fyri
einum
betri
samfelag.
Ja, so hugsi eg, nú er ongin
sosialisma eftir í Javnaðar
flokkinum, tað vóru arbeiðs
kvinnur úr tí sosialistiska
umhvørvinum í Týsklandi
og Danmark sum byrjaðu
Kvinnudagin, og nú stuðlar
tann flokkurin, sum skal eit
ast fyri at verða ein sosialist
iskur (arbeiðara)flokkur, ein
um kommersiellum tiltakið
sum er Altjóða Kvinnudagin,
og har munur verður gjørdur
á kvinnum, hugsi her um, at
bert kvinnur, ið hava ráð at
gjalda kunnu fara við, vit
sum hava áhuga, men ikki
ráð sleppa ikki við. Hevði
ikki hugsað nærri um tað,
um tað var Fólkaflokkurin
sum gjørdi slíkt, men Javn
aðarflokkurin, hvar er nú
javnin blivin av.
Er hettar nýmótans javn
støða, at vit nú skulu til at
kempa fyri at fáa javnstøðu
millum kvinnur, sum eru
væl fyri peningaliga og
kvinnur í eru minni væl fyri.
Tað kann ikki vera rætt. Vit
hava langt eftir á mál fyri at
fáa javnstøðu og hava als
ikki brúk fyri at skapa ójavn
støðu í millum okkum kvinn
ur.
Við hesum er ikki javnt
valdsbýti ímillum kvinnur
og menn, tí valdsbýti verður
nú ímillum peningaliga sterk
ar kvinnur og menn.
So nú mugu vit, sum ikki
lúka treytirnar fyri, at vera
við í slíkum tiltøkum, finna
aðrar vegir, og hava vit veru
liga brúk fyri at varpa ljós á
kvinnur í Føroyum. Tað eru
nógv góð evnir, ið kundu
verið tikin upp hendan Al
tjóða Kvinnudagin, sum vit
kundu fingið minst líka
nógv burtúr og sum er í tráð
við endamálið við hesum
degi. Vit kundu funnið kvinn
ur í Føroyum úr øllum sam
felagsløgum, sum á ein ella
annan hátt hava klárað seg
væl. Hvat hava tær gjørt?
Hvussu hava gjørt tað? og
Hví?
So mín niðurstøða er púra
greið:
Kvinna, gerið endeliga
slíkar kommersiellar ráð
stevnur, men boða frá í góð
ari tíð, so eg eisini kann
verða við.
Lena L. Mohr, tað hevði
verið gott, um tú setti teg bet
ur inn í viðurskiftini hjá
kvinnum í Føroyum, tí vit
eru nakrar, sum veruliga
ikki kunnu seta kr. 36 til síð
is um dagin.
Demokratia: Tit eiga ikki
at seta almennan pening í
eitt kommersielt tiltak, har
allar kvinnur í Føroyum ikki
hava ráð at verða við.
Altjóða
Kvinnudagurin,
eigur at verða brúktur til at
varpa ljós á støðuna hjá
kvinnum í Føroyum og í øðr
um londum. Hevði verið
áhugavert, um vit longu nú
funnu eitt evni, sum vit
kundu tikið upp á Altjóða
Kvinnudegnum næsta ár.
Við vón um, at vit øll fáa
ein góðan Altjóða Kvinnu
dag!
Lítið hevur verið at hoyrt
um sínámillum fiskivinn
usamráð ingarnar millum
Føroyar og Ísland, men sein
asta fríggjakvøld komu so
boðini í Sjónvarpinum, at
sáttmáli var undirskrivaður
og fiskimálaráðharrin og
formaðurin í Føroya Reið
arafelag fingust at siga, at
teir vóru væl nøgdir. Og so
átti tjóðin eisini at verið væl
nøgd. Men tað hevur hon
neyvan nakra grund til tað.
Tíðindaskriv á heimasíðuni
hjá Fiskimálaráðnum váttar,
hvussu lítið er komið burt
ur-úr.
Ongantíð hava Føroya ver
ið so væl fyri at seta krøv
við nakrar samráðingar. Vit
høvdu nógvar og stórar
trumfir, men eingin er spæld
ur út. Man roynir at blása
okkurt upp um frambrot við
lodnuni. Hetta er neyvan so
og hevur lítið og einki upp á
seg og átti undir øllum
umstøðum et verið ein sjálv
fylgja. Íslendingar hava dis
kriminerað okkum við ikki
at geva okkara skipum somu
rættindir sum síni egnu til at
veiða og viðgera lodnu. Tað
manglaði bara, at vit ikki
skuldu fáa hesi rættindini,
sum vit enn bert hava fingið
ein lítlan part av.
Tað er langt eftir á mál,
áðrenn hetta er komið í pott
in. Tey stóru virðini í sát tmál
anum verða illa nokk tikin
upp á tunguna nevniliga:
atgongdina til at veiða svart
kjaft og sild í okkara øki. Jú,
teir hava avmarkað talið av
skipum í senn til at vera ikki
meira enn 12. Herí er eingin
avmarking. Neyvan nakran
tíð hava 12 íslendsk svart
kjaftaskip verið á føroyskum
øki í senn.
Í øllum sínámillum fiski
vinnusamráð ingum verður í
dag míðjað ímóti at fáa
“balanseraðar sáttmálar” – t.
v. s. sáttmálar, sum hava nøk
ulunda sama virði fyri báðar
partar. Hetta verður gjørt
upp sum eitt toskavirði, har
øll fiskasløg verða umroknað
til toskavirðir (toskaequival
entar). T.d. er 1 t av hýsu = 1
t av toski, 1 t av longu = 0,9
t av toski, 1 t av upsa = 0,77
t av toski, 1 t av sild = 0,8 t
av toski, 1 t av makreli = 0,3
t av toski, 1 t av svartkjafti =
0,125 t av toski og 1 t av
lodnu = 0,1 t av toski. Hetta
eru um mann so má siga
gjadoyrakursinir tá íð sam
rátt verður.
Íslendingar eru hvørki
verri ella betri enn aðrar tjóð
ir at samráðast við, men í
okkara eyðmýgd undir hes
um samráðingunum hava vit
sjálvi komið okkum í eina
støðu, har tað snøgt sagt ikki
ber til at seta krøv tí vit inn
anhýsis hava mótsett áhuga
mál. Hvørja ferð okkurt
verður borið upp á mál hoyra
vit røddir – bæði frá okkara
egnu og íslendingum - at vit
hava eina botnfiskakvotu,
sum vit einki hava givið fyri
og hetta leggur gift fyri eina
hvørja roynd at koma víð
ari.
Vit kunnu ikki liva við at
verða settir skák og mát
hvørt ár av hesi botnfiska
kvotuni og tí mugu vit taka
hetta upp við íslendingar,
áðrenn vit fara at samráðast
aftur. Vit mugu loysa hetta
mál ið fyri seg sjálvan við at
gjalda tað, henda kvotan
kostar við t. d. at lata íslend
ingum eitt mótvirði í atgongd
til at fiska svartkjaft í før
oyskum øki.
Tá ið samráðingarnar vóru
um at seta TAC (mest loyvda
veiðu) á svartkjaft, var semja
í føroysku sendinevndini um
at Føroyar og EU vóru best
fyri í hesum samráðingum tí
at svartkjafturin stóran part
av árinum ferðaðist í okkara
sjógvi og eitt stutt bil í
altjóða sjógvi. Vit kundu
fiska um eingin avtala var.
Vit høvdu atgongd og vit
kundu tí eisini halda fast um
okkara krøv.
Noreg og Ísland kravdu í
síni tíð teirra stóra part av
svartkjafta TACnum, men
teir høvdu ongastaðni at
veiða hann uttan í egnum
sjógvi og har er eingin svart
kjaftur. Teir
hava
onga
atgongd – stórt sæð.
Í føroysku sendinevndini
sóðu vit stórar møguleikar í
at lata ella rættari “selja”
atgongd til hesi lond tá íð
svartkjafturin varð býttur.
Tá í samráðingarnar um
svartkjaftin byrjaðu, avráddu
Føroyar og Ísland at fiska
frítt inni hjá hvørjum øðrum,
til kvota varð sett á. Tá var
so nógvur svartkjaftur til,at
vit eisini fingu svartkjaft í
íslendskum
sjógvi,
men
soleiðis er ikki longur. Nú er
alt “normalt” aftur. Hetta
býtið av svartkjaftinum varð
gjørt 16. dec 2005 og Før-
oyar kundu longu í sáttmál a
num við Noreg fyri 2006
brúka atgongd til at fiska
svartkjaft sum “gjaldaoyra”
at keypa t.d. makrel fyri.
Niðanfyri sæðst ójavnvág
in í svartkjaftafiskiskapinum
millum Føroyar og Ísland
seinastu 3 árini:
Tølini fyri 2006 eru fyri
bils. Fara vit 10 ár aftur í tíð
ina er bert eitt ár, har Ísland
hevur veitt minni á føroysk
um øki enn vit í íslendskum
øki.
Vanligur prísur fyri at
keypa atgongd er, at hann
sum keypir letur hálvt toska
virði av tí sum hann veiðir.
Tað verður goldið við 50 %.
T. v. s at um íslendingar
sleppa at veiða - sum í fjør t.
d. – 190.000 t eiga teir at
gjalda toskavirði av 50 % av
190.000 t.e. 85.000 t x
,0,125 = 10.625 toskaequiv
alentir. Sama ger seg gald
andi við loyvinum at fiska
norðhavssildina. Íslendingar
kunnu fiska alla teirra kvotu
á okkara øki.
Men fyrst má fáast skil
upp
á
botnfiskakvotuna.
Hon umboðar helst eitt toska
virði uml. 4200 equivalentir
svarandi til 35.840 t av svart
kjafti og tá íð tað snýr seg
um atgongd verður hetta
dupult t.v.s. 71.680 t. Nú er
so botnfiskakvotan goldin
og hon má ikki koma fyri aft
ur í øðrum samráðingum.
Hinar
samráðingarnar
kunnu nú byrja við reinum
pappíri, har vit “keypa” og
“selja” og gjalda við toska
equivalentum. Og vit kunnu
nú fáa ein balanseraðan sát t
mála – eisini við Ísland.
Sum skattaborgari og med
eigari av kvotunum má ein
átala tað skilaleysa oyðsli,
sum fer fram við at geva tær
burtur fyri einki. Hetta eru
stórir
inntøkumøguleikar,
sum
samráðingarnevndin
legði stóran dent á og sum at
enda gav okkum so gott
úrslit í svartkjaftasamráðing
unum. Atgongdin var besta
argumenti.
Ein annar stórur trupulleiki
er stóra talið av fremmandum
skipum, sum darvar føroysku
skipunum í at fiska ta før-
oysku kvotuna. Her er snøgt
sagt ikki pláss fyri øllum.
Avmarkingin
mótvegis
Íslandi til 12 skip er láturlig
tí hon hevur onga ávirkan.
Samanum tikið má júst
undirskrivaði fiskivinnusát t
mál in við Ísland sigast at
vera eitt stórt – ella kanska
rættari lítið – neyðaregg,
sum hevur ómetaliga stórar
samfelagsbúskaparligar
avleiðingar.
Er Løgtingið ella Løgtings
ins uttanlandanevnd kunnað
um hesi viðurskifti? Og
hvussu gevur mann sína
ónøgd til kennar, um mann
ikki heldur, at landsins ognir
eru nóg væl umsitnar? Eiga
vit ikki at fara aftur til, at
fiskivinnusáttmálar
skulu
góðkennast í løgtinginum
fyri at verja eigarnar av kvot
unum móti tílíkum?
Samráðingaleiðarnir fara
lotir fram við vegginum og
siga, at hetta var tað, sum lat
seg gera – ein 0-loysn. Aftur
sum av torvheiðum, tí teir
ikki vildu seta krøv, men
bara vera fittir. Tað fær eing-
in nakað fyri í altjóða sam
ráð ingum í dag.
Teir
størstu
trumfirnir
geva oftast tey flestu og
bestu
stikkini.
Sjáldan
munnu so nógvir stórir
trumfir hava givið so fá stikk
– fyri ikki at siga einki stikk.
Teir vóru ongantíð spældir
út.
Sanniliga ein búskapar
ligur missur av teimum
stóru.
Í lagi við kommersiellari kvinnustevnu – men sigið frá í góðari tíð
Rósely
Reynstind
viðmerkingar
Íslandssáttmálin – ein búskaparlig vanlukka
Gøtu 18. februar
2007
Atli Hansen
Føroyar veitt
Ísland veitt
í Íslandi
í Føroyum
2004
74.102
99.540
2005
28.435
162.215
2006
10.000
190.000