Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. februar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 35 - 19. februar 2007 Seinastu árini hava skiftandi landsstýri tikið nýggj stig til tess at broyta og liberalisera rúsdrekkalógina. Vit skulu ikki so heilt nógv ár aftur í tíðina, tá tú noyddist at bíleggja rúsdrekka úr útlandinum og heinta tað á posthúsinum. Hóast tað hevur gingið seint, eru kortini hend framstig til tess at liberalisera rúsdrekkalógina sohvørt fyrst við Rúsdrekkasøluni, ið gjørdi tað lættari at fáa atgongd til øl, vín og rúsandi løg annars, síðani við skeinkiloyvum til matstovur ol. Nú um dagarnar varð so enn eitt stig tikið á somu leið, tá Bjarni Djurholm, landsstýrismaður gjørdi av at seta í gildi tvær kunngerðir, ið hava við sær eina eftir okkara tykki púra náttúrliga og skilagóða liberalisering av rúsdrekkaskipanini. Hesar geva matstovum møguleika fyri at servera øl og vín úti umframt at loyva matstovum at keypa bílígari inn eitt nú vín. Tað er greitt, at hetta fer at lætta um raksturin hjá matstovum. Tað ger tað so eisini møguligt hjá okkum sjálvum og ikki minst ferðafólki, ið vitja her á sumri, at kunna sita úti og njóta eina øl ella eitt glas av víni. Hetta er ein heilt náttúrligur útviklingur. Vil tú vera eitt nútímans samfelag, har ferðavinnan eisini hevur týdning, so er hetta eitt rætta vegin. Her er eingin orsøk til ótta, tí loyvishavararnir hava strangar reglur at ganga eftir. Verða tær ikki hildnar, kunnu teir missa loyvið. Broytingarnar í rúsdrekkalógini, sum eru gjørdar higartil, vísa eisini, at vit drekka minni av sterkum, tvs. at hóast lættari at fáa fátur á, so duga tey flestu hógv. Vitandi at tað altíð vilja vera tey, ið eru harðliga ímóti einihvørjari liberalisering av okkara rúsdrekkaskipan, so má tað sigast at vera eitt djarvt stig av landsstýrismanninum at hava sett umrøddu kunngerðir í gildi. Eisini er valár, og tað er greitt, at ávísir flokkar og politikarar fara at gera sær dælt av hesi avgerð og vilja harta landsstýrismannin, Sjálvandi eiga vit øll at lurta eftir Fyribyrgingarráðnum, tá tað vendir fingurin upp ella niður í slíkum málum. Sum vit hava skilt, heldur formaðurin í ráðnum tað ikki vera nakað til hindurs fyri, at tað verður skonkt úti eisini. Hinvegin heldur hann, at fer prísurin niður, so má hetta eisini síggjast aftur í færri skonkiloyvum. Um hetta er rætt ella ikki skulu vit ikki meta um. Tað er væl ein partur av tilgongdini, at vit sohvørt fáa eitt alment orðaskifti um hesi viðurskiftini. Vit eiga eisini at staðfesta, at liberalisering av rúsdrekkaskipanini hevur eisini eina slagsíðu við sær, tí tað eru tey, sum ikki duga sær hógv. Hinvegin mugu tað heldur ikki vera hesi, sum gera av, hvussu meirilutin skal og kann bera seg at. Vit mugu bara vóna, at Fyribyrgingarráðið við sínum góða setningi um alt við máta og við støðugt at vísa á vandarnar við at misbrúka rúsandi løg, fer at halda fram við sínum góða upplýsandi arbeiði. Sosialurin Liberalisering av rúsdrekkalóg »Flokseigarin Jenis av Rana hevur ongan politikk, hann hugsar bert um at seta ilt ímillum fólk, og so snúð­in er hann, at hann sýnist at vinna hvørja ferð.« Súsanna Dam SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Menn sýnast í hvussu so er at ræðast illa og er farnir at rópa illbønir eftir okkum. Undir leiðslu av flokseig­ aran­um Jenisi av Rana. Í gomlum døgum, tá kvinn­ur á ein ella annan hátt skarðaðu framúr, plagdi mansveldi at rópa hora, til at taka allar dygdir og sóma frá teimum. Lukkutíð hevur orðið hora als onga meining í okkara tíð, men óndsinnið er ongantíð ráðaleyst, so nú rópa teir luksusdulla ella bindi­klubbakona, og hon bakk­ar beinanvegin. Hvussu í víðu verð ætla kvinnur at vinna sær stig í einum klerikalum patriakati, sum hesum hjá okkum, um tær ikki tola nøkur runu­ bløk? Jenis hevur jú tann fyrimun, at hann veit, hvar tað stendur skrivað, at kvinn­an skal verða lýðin og undirbrotlig. So løgið, men nútíðarkvinnan bognar fyri slíkum. Hvussu mikið av almenn­ um peningi nýta menn til at klóra seg framat maktini, og hvussu mikið hava kvinn­ ur nýtt í mun til hetta? Mannfólkafundir, -ferðir, teirra misrøktu størv og óhepnu fíggjaríløgur fyri al­mennan pening kunnu altíð umberast við, at hetta er neyðugt og tænir sam­ felagnum. Óneyðugt at siga, at umberingin verður góðtikin og vard av øðrum monnum, meðan kvinnurnar tiga. Flokseigarin Jenis av Rana hevur ongan politikk, hann hugsar bert um at seta ilt ímillum fólk, og so snúð­ in er hann, at hann sýnist at vinna hvørja ferð. Hesaferð útnyttaði hann sína vitan um, at kvinnur illa tola, at nakar setir niður á teirra persónligu virðing millum manna, og vann sær soleiðis tey væl tilætlaðu eyka­stigini, samstundis sum hann, og als ikki óvænt­ að eisini Torbjørn Jacobsen og aðrar eltiblørur megnaðu at seta skørð í eina spírandi sannkenning av okkara til­ vitan um kvinnuleiklutin í komandi tíðum. Ásannast má, at Jenis dug­ir síni ting, teknikkurin er sera vælsmurdur, men ómeta­liga skitin og ótespi­ ligur eins og hjá øllum øðr­ um lokkarum. Við teimum eftirlønum ella pensiónum, sum vanlig verka­fólk faá, tey sokallaðu lágløntu - sum bert hava fólka­pensiónina og sam­ halds­fasta at líta á, hava hesa so lítla inntøku í okk­ ara ríka samfelag anno 2007. Harmiligt er at síggja, hvussu stórur munur er á inntøkunum hjá verandi pen­sionistum – einamest ein­ligum pensionistum, sum skulu halda hús. Hvussu skal hetta so bøt­ ast. Jú sitandi samgonga hev­ur viðtikið at hækka sam­haldsfasta við umleið 1500 kr. um mánaðin. Hes­ in grunnur, sum vit øll gjalda til og øll fáa úr, tá vit vera 57 ár, og er sera ein­ faldur at umsita. Hendan grunnin eiga politikararnir ikki - hesin var við vilja lagd­ur uttanfyri fíggjar­lóg­ ina av somu orsøk. Uppgávan hjá politikk­ar­ unum er bert at regulera (hækka) inngjaldið í hendan grunn við lóg, so útgjaldið kann hækka tilsvarandi. Men gakk! Ikki er øll hækk­ anin komin í gildi enn, so kemur fyrst ein landsstýris­ maður og síðan ein løg­tings­ maður og sigur seg vera til­ reiðar at ognartaka hendan grunnin til at gjalda skyldur landskassans við? Hví, tí landskassin hevur ikki ráð? Nei, latið samhaldsfasta fáa frið og latið fólka­pen­ sión­ina fáa frið - einasta tit eiga at gera har, tað er at regulera (hækka) hesi gjøld við hækkandi livikostnaði. Tað frøddi meg tó at hoyra landsstýrismannin í almannamálum vegna javn­ aðarflokkin taka frástøðu til uppskotið hjá fíggjar­ mála­ráðharranum. Tað, sum tørvur er á í dag, er lógarkraft at byrja eina eftirlønarskipan - leys av landskassanum - fyri øll arbeiðsfólk, sum ikki hava hesa frammanundan, sum %-part av lønini. Hendan skipan tekur umleið 30 ár at upparbeiða fyri tey, sum ikki eru byrjaði enn. Fyri hini, sum eru ígongd í ein­ hvørjari skipan, tekur tað vónandi stytri tíð at upp­ arbeiða ta neyðugu eftir­ lønar­uppsparingina, so­leið­ is at um í hvussu er 30 ár eiga øll - nærum øll - at hava eina virðiliga eftirløn, sum er so ella so knýtt at einum arbeiði. Inntil tað tíð eigur hvørki fólkapensiónin ella sam­ halds­fasti at vera broytt niður­eftir fyri nakran. Fyrst til ta tíð kunnu politikarar taka støðu til, um fólka­pen­ siónin skal burtur. Ingeborg Vinther og hinir fakfelagsformennirnir hava alla orsøk til at ivast um álitið á politikkarar. Teir vilja longu nú flyta sam­ halds­fasta, sum teir einki eiga í, inn í landskassan. Tað er ikki álitisvekjandi. Eftirlønin kemur helst nógv ár frameftir at vera grund­að á tær tríggjar súlur­ nar: Fólkapensión, sam­ halds­fasta og eina lógar­ bundna eftirløn, tí er avtala sum eitt minstamark millum løntakara og arbeiðsgevara við eitt pensións- ella lívs­ tryggingarfelag og tað skal vera sum ein lívspensión. Inntil tann triðja súlan, sum vit biðja um lóggávu fyri, er komin at virka munandi fyri tey mongu, so mugu tær tvær fyrstu regulerast eftir samfelagstørvinum og livikostnaðinum. Tá tann triðja súlan er kom­in til at muna nakað, má støða takast til tey vón­ andi fáu, sum av eini hvørji orsøk falla uttanfyri hesar skipanir. Eg veit so ikki, hvør bið­ ur Føroya landsstýri lóggeva fyri »fríari uppsparing«? Tað liggur í orðinum, at tað er ikki lógarmál, men tað er frívilligt og sera individu­ elt. Tað skal vera mín vón, at tað nú ikki verður farið at knúska fólkapen­sionist­ar­ nar og tey avlamnu, sam­ stund­is sum somu politik­ arar í skjótt nógv ár - úr øllum flokkum - hava reypa av, at nógvur peningur fløg­ ir inn í landskassan, og at vælstandurin er av tí mesta í okkara lítla landi. Málið um eftirlønina er als ikki so kompliserað, sum ávísir gera tað til, og vit eiga at unna pensionistum eina sømuliga eftirløn, og vit hava ráð. Saman eru vit sterkar, ella?? Súsanna Dam Sandur Birgir Mohr Samhaldsfastar eftirlønir