mánadagur 19. februar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 35 - 19. februar 2007
- Hvørja ferð, vit sam
ráðast við íslendingar,
hoyra vit, at føroy
ingar hava eina botn
fiskakvotu, sum vit
einki gjalda fyri.
Hetta leggur gift fyri
eina og hvørja roynd
at koma víðari. Vit
kunnu ikki liva við at
verða settir skák og
mát hvørt ár av hesi
botnfiskakvotu, og tí
mugu vit taka hetta
upp við íslendingar,
áðrenn vit fara at
samráðast aftur,
heldur Atli Hansen
Fiskiveiðiavtala
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í grein í Sosialinum í dag,
sigur Atli Hansen, fyrrver
andi nótaskipareiðari og for
maður í felagnum Nótaskip
um, at Føroyar ongantíð
áður hava verið so væl fyri
at seta krøv við nakrar sam
ráðingar, sum hesaferð, nú
vit samráddust um sínamill
um fiskiveiðiavtaluna við
Ísland.
- Vit høvdu nógvar og
stórar trumfir, men eingin
er spældur út. Tosað verður
um frambrot við lodnuni,
men hetta er neyvan so og
hevur lítið og einki upp á
seg.
Atli heldur, at íslendingar
hava diskriminerað føroy
ingar við ikki at geva okkara
skipum somu rættindir sum
sínum egnu til at veiða og
viðgera lodnu.
- Tað manglaði bara, at
vit ikki skuldu fáa hesi rætt
indini, sum vit enn bert
hava fingið ein lítlan part
av. Tað er langt á mál,
áðrenn hetta er komið í pott
in, leggur hann aftrat.
Stór virðir
Í greinini heldur Atli, at tey
stóru virðini í sáttmálanum
verða illa nokk tikin uppá
tunguna, og í hesum sam
bandi nevnir hann atgongd
ina hjá íslendingum at veiða
svartkjaft og sild í okkara
øki.
- Jú, teir hava avmarkað
talið av skipum til í mesta
lagi at vera 12 í senn, men
her er eingin avmarking, tí
neyvan nakrantíð hava 12
íslendsk svartkjaftaskip ver
ið í føroyskum øki sam
stundis.
Atli vísir á, at í øllum
sínámillum fiskivinnusam
ráðingum verður í dag miðj
að eftir at fáa “balanseraðar
sáttmálar”, sum hava nøku
lunda sama virði fyri báðar
partar.
- Hetta verður gjørt upp í
toskavirði, sum soleiðis –
um man kann siga – er
gjaldoyrakursurin,
tá
ið
samráðst verður.
Botnfiskakvotan
Í greinini vísir Atli eisini á,
at hvørja ferð, vit samráðast
við íslendingar, hoyra vit –
bæði frá okkara egnu og
íslendingum, at føroyingar
hava eina botnfiskakvotu,
sum vit einki hava givið
fyri.
- Hetta leggur gift fyri
eina og hvørja roynd at
koma víðari. Men vit kunnu
ikki liva við at verða settir
skák og mát hvørt ár av hesi
botnfiskakvotu, og tí mugu
vit taka hetta upp við íslend
ingar, áðrenn vit fara at
samráðast aftur.
Atli heldur, at neyðugt
verður at loysa málið um
botnfiskakvotuna fyri seg
við at gjalda tað, sum
kvotan kostar, og her skjýtir
hann upp, at vit kunnu lata
íslendingum eitt mótvirði í
atgongd til at fiska svart
kjaft í føroyskum øki
Stór ójavnvág
- Tá ið samráðingarnar um
svartkjaftin
byrjaðu,
avráddu Føroyar og Ísland
at fiska frítt inni hjá hvørj
um øðrum, til kvota varð
sett á. Tá var so nógvur
svartkjaftur til, at vit eisini
fingu svartkjaft í íslendskum
sjógvi, men soleiðis er ikki
longur. Nú er alt “normalt”
aftur.
Í greinini vísir Atli Han
sen eisini á ójavnvágina,
sum hann heldur hevur ver
ið í svartkjaftafiskiskapi
num millum Føroyar og
Ísland seinastu trý árini.
- Fara vit 10 ár aftur í tíð
ina, er bert eitt ár, har Ísland
hevur veitt minni á føroysk
um øki enn vit í íslendskum
øki, sigur hann.
Í stuttum heldur hann, at
íslendingar eiga at gjalda
meira í toskavirði fyri tað,
teir veiða av svartkjafti og
norðhavssild í føroyskum
sjógvi.
Eitt neyðaregg
- Samanum tikið má júst
undirskrivaði fiskivinnusátt
málin við Ísland sigast at
vera eitt stórt – ella kanska
rættari – lítið neyðaregg,
sum hevur ómetaliga stórar
samfelagsbúskaparligar
avleiðingar.
Atli Hansen leggur aftrat,
at teir størstu trumfirnir oft
ast geva tey flestu og bestu
stikkini.
- Sjáldan munnu so nógv
ir stórir trumfir hava givið
so fá stikk – fyri ikki at siga
einki stikk. Teir vóru ong
antíð spældir út, leggur fyrr
verandi formaðurin í Nóta
skipum aftrat.
Lesarabrævið hjá Atla er
prentað í Sosialinum í dag.
Staturin tapti
Tað almenna noyðist at gjalda meginpartin av tí, sum tað
kostaði at rudda eftir vanlukkuna, tá farmaskipið Rocknes
sakk nærhendis Bergen í januar í 2004. Í tvey ár hava
staturin og eigararnir ligið í stríði um, hvussu nógv hvør
skuldi gjalda. Málið endaði heilt uppi í Hægstarætti, sum
nú hevur gjørt av, at tað almenna skal rinda meginpartin.
Ruddingin kostaði 127 mió. norskar krónur, og tað almenna
skal rinda tær 90, sigur rætturin.
Liggja á pengunum
Tann 14. desember staðfesti Eystari landsrættur, at
grønlendska heimasýrið skal rinda einum fyrrverandi
skrivstovustjóra tað, sum svarar til løn í trý ár. Talan er um
meiri enn eina mió. krónur, men enn hevur maðurin ikki
fingið eina krónu frá heimastýrinum. Harafturímóti hevur
heimastýrið goldið sakarmálskostnaðin. Sakførarin hjá
fyrrverandi skrivstovustjóranum heldur tað vera køgið, at
heimastýrið ikki virðir úrskurðin hjá landsrættinum.
Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Ísland:
Sjáldan hava
so nógvir trumfir
givið so fá stikk
- Stór ójavnvág hevur verið
í svartkjaftafiskiskapinum
millum Føroyar og Ísland
seinastu trý árini. Fara vit
10 ár aftur í tíðina, er bert
eitt ár, har Ísland hevur veitt
minni á føroyskum øki enn
vit í íslendskum øki, sigur Atli
Hansen
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Neyðugt verður at loysa málið um føroysku botnfiskakvotuna undir Íslandi fyri seg, áðrenn
samráðingar verða aftur millum Føroyar og Ísland
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fiskiveiðiavtala
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Føroyar og Ísland samdust í
síðstu viku um nýggjan fiski
veiðisáttmála fyri 2007.
Í nýggju avtaluni sleppa
føroysk skip í ein ávísan
mun at virka íslendska lodnu
umborð – og/ ella landa
hana til matna í Føroyum.
Semjan millum londini
sigur, at skipini kunnu frysta
2/3 av lodnuni, tey veiða
fyri 15. februar næsta ár og
1/3 eftir hálvan februar.
Meðan fiskiveiðiavtalan
annars gongur frá 1. januar
til 1. januar, gongur lodnu
árið frá 1. apríl til 1. apríl.
- Enn vita vit ikki við
vissu, hvussu stór heildar
kvotan av lodnu í íslendsk
um sjógvi verður komandi
lodnuár, men í avtaluni eiga
vit 5% av heildarkvotuni
upp til 500.000 tons, og verð
ur kvotan 500.000 tons ella
størri, eiga vit 30.000 tons
av lodnu.
Bjørn Kalsø sigur, at tað
eru íslendskir fiskifrøðingar,
sum mæla til ásetingarnar
av lodnukvotuni, og higartil
í ár hava føroyingar fingið
stívliga 18.000 tons í sín
part.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at í fjør fingu føroyingar
beinanvegin loyvi at veiða
sløk 30.000.
- Tá ið lodnustovnurin hev
ur verið væl fyri, hevur
kvotan verið ásett í einum,
men soleiðis er ikki, tá ið ivi
er um stovnin.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at endamálið hjá føroying
um er sjálvandi, at øll lodn
an, sum føroysk skip sleppa
at veiða í íslendskum sjógvi,
skal kunna landast til matna
ella virkast umborð.
- Men við avtaluni hesa
ferð er so prinsippið, sum
íslendingar hava havt, brot
ið, og við hesum er gongd í
hesum máli.
Bjørn Kalsø vísir á, at tað
annars er upp til føroysk
skip og virkir, hvat tey gera
við lodnuna.
- Men endamálið má vera,
at vit fáa sum mest burtur úr
tí tilfeingi, sum er okkara –
ella verður tillutað okkum í
avtalu við onnur lond.
Um dagarnar hevur verið
róð uppundir, at føroyska
lodnukvotan undir Íslandi
minkar við virðinum av tí
fiski, sum landaður verður
til matna.
- Men hetta er ikki rætt.
Hann vísir á, at føroyska
lodnukvotan ikki verður
ávirkað av, antin fiskurin
verður landaður til ídnað –
ella virkaður til matna.
- Okkara lodnukvota verð
ur ikki ávirkað av hesum,
leggur
landsstýrismaðurin
aftrat.
Missa ikki av kvotuni við at landa til matna