mánadagur 19. februar 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 35 - 19. februar 2007
Í góðveðrinum
seinnapartin leygar
dagin var fyrsti
bøkkurin loystur í
ætlanini at útvega
árnfirðingum nýtt
bygdarhús
Bygdarhús
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Árnafjørður: Tað var borg
arstjórin í Klaksvík, Stein
bjørn O. Jacobsen sum setti
spakan í jørðina, har bygd
arhúsið kemur at liggja.
Bygdarfelagið Báran hev
ur arbeitt við hesum máli
num í mong ár, og nú er
fyrsta stigið tikið til bygdar
húsið, sum farið verður und
ir í næstum.
Tvey feløg hava latið til
boð inn til útgrevsturin, og
er ætlanin at arbeiðið skal
byrja um ein til tveir mán
aðir.
Eingin tíðarfreist er kort
ini sett fyri nær arbeiðið
skal verða liðugt. Men lítil
ivi er um, at tað er eitt ótrú
ligt tak hjá einum felagi við
einans 60 limum at útvega
sær felagshús.
Í samrøðu við Sosialin í
farnu viku segði formaðurin
í Báruni, Atli Justinussen at
bygdarhúsið fer at kosta um
8 mió krónur. Av hesum er
ein góð helvt stuðul, meðan
felagið sjálvt útvegar 2 mió
og tekur restina í láni.
Steinbjørn O. Jacobsen nýtti
ikki stóra gravimaskinu
at loysa fyrsta bøkkin til
bygdarhúsið í Árnafirði.
Hóast hetta, er tað ein stór
ætlan fyri eitt lítið felag, sum
nú stendur fyri framman
Mynd: Høgni Thomsen
Tað er langur vegur úr
Kvívík til Djúpavog í
Íslandi. Trý ár tók tað
hjá einum fløskuposti
at fara hesa longu
leiðina
Børn
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Kvívík: Ein summardag í
2004 høvdu teir yngstu
næmingarnir í Kvívíkar
skúla sett sær eitt fyri.
Tey høvdu skrivað tekstin
til ein fløskupost, og týs
dagin 15. juni var dagurin
komin at fløskan skuldi
tveitast á sjógv.
Saman við lærara teirra
høvdu tey lagt eitt bræv í
fløskuna, sum greiddi frá
hvaðani hann varð sendur
og hvat finnarin skuldi gera
við hann.
Leingi gingu tey spent og
bíðaðu eftir at okkurt skuldi
hoyrast aftur frá honum.
Onkur kanska misti vónina
um at hann nakrantíð fór at
koma aftur í aftur.
Men næstseinasta fríggja
dag komu boð úr Íslandi, at
tann 44 ára gamla Elva
Sigurðardóttir í Djúpavogi
hevði funnið fløskupostin.
Sama dag sendi hon bræv
til skúlan í Kvívík um fund
in. Við brævinum lá góðgæti
til allar næmingarnar.
Bræv og góðgæti
Tað vóru 1. og 2. flokkur í
Kvívíkar skúla sum tveittu
henda fløskupostin út í
heimbygdini henda junidag
in í 2004.
Í fløskuni høvdu tey lagt
eitt bræv, har tey við fáum
orðum greiddu frá heim
bygdini.
- Tað hevði verið stuttligt
at frætt frá tykkum sum
finna henda fløskupostin,
skrivaðu næmingarnir tá.
Tey heittu á finnaran um
at siga nøkur fá orð um hvat
tey búðu og hvar tey funnu
hann. Og tað gjørdi Elva í
Djúpavogi so sanniliga.
Hon skrivar í brævinum,
at hon er ein 44 ára gomul
húsmóðir, sum hevur mann
og trý børn. Í bygdini búgva
um 400 fólk.
Tað serstaka við Elvu er,
at hon hevur verið ikki færri
enn tríggjar ferðir í Føroy
um, tí hon hevur familju
her. Talan er um Andreasen-
ættina á Norðskála.
- Tað var stuttligt at finna
henda
fløskupostin.
Eg
sendi tykkum nakað av góð
gæti við.
- Má tað ganga tykkum
væl í framtíðini, endar Elva
Sigurðardóttir brævið.
Óhugsandi er ikki, at
Elva møguliga fer at vitja í
Kvívík næstu ferð hon kem
ur til Føroyar.
Veiðivirðið vaks
Ein uppgerð yvir ellivu teir fyrstu mánaðarnar í
fjør vísir, at stórar broytingar vóru í veiðivirðinum
hjá íslendingum í 2006. Tann størsta broytingin
var í lodnuni, tí har minkaði virðivirðið heili 54
prosent. Harafturímóti vaks veiðivirðið á botn
fiskinum nógv. Toskavirðið vaks góð 9 prosent,
hýsan 28 prosent, og veiðivirðið á upsa vaks
heili
59
prosent.
Tilsamamans
fiskaðu
íslendingar fyri 70,5 mia. íslendskar krónur frá
januar til november.
mynd: Morgunblaðið
Nógv bygging
Tað er ikki bara í Føroyum, at byggivinnan hev
ur úr at gera. Í Danmark hevur byggivirksemið
ongantíð verið so stórt sum nú. Tað hevur gjørt,
at stórur tørvur er á arbeiðsmegi innan byggi
vinnuna, og feløgini noyðast av landinum eftir
fólki. Felagið hjá donskum byggifyritøkum
hevur roknað seg fram til, at í ár verður bygt fyri
215 mia. krónur. Men trøini veksa ikki inn í
Himmalin, og felagið væntar, at í 2008 fer virk
semið at minka aftur.
Elva fann fløskupost úr Kvívík
Nú er klárt at grava út
Fløskuposturin hevði trý ár at koma úr Kvívík allan vegin til
Djúpavog á suðureysturlandi Íslands
Tey sendu og fingu svar úr Íslandi:
Aftast vinstrumegin: Monika, Elsubeth,
Kristina, Johan, Poul Martin, Jóhan
Kári og Tróndur. Fremst vinstrumegin:
Niklas, Eyðun og John Asbjørn
Mynd: Jens Kr. Vanga