Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. februar 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 35 - 19. februar 2007 Tað fer at verða einar 40.000 krónur dýrari at fáa grundstykki í Havn, men prísurin fer at hækka um alt landið Jarðarprísir Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú fer tað at vera dýrari hjá øll­um, sum vilja seta búgv. Tað verður úrslitið, verður ein ætlan hjá Bún­að­ ar­stov­u­ni og Vinnu­mál­a­ráð­ num sett í verk. Seinastu tíðina hava hvass­ar atfinningar hava ver­ið um, at almenn jørð er alt ov bílig. Hesar atfinningar hava mynd­ug­leik­arnir nú tikið til sín og í eina tíð hevur Bún­ aðar­stov­an arbeitt við eini æt­lan um at hækka prísin á all­ari almennari jørð. Og her er talan um mun­ an­di hækkingar, alt eftir, hv­ar í landinum jørðin er og, hvørjum standi hon er í. So­leið­is er ætlanin, at jørðin rund­an­um høvuðsstaðin skal vera nógv dýrast yvir­ høv­ur og jørðin á útoyggj skal yvirhøvur verða bíl­i­g­ ast. Men sum heild er talan um munandi príshækkingar og í summum førum verður jørð­in tvær ferðir so dýr, sum hon er nú. Men sam­ stund­is verður munurin á dýr­a­sta og bíligasta lend­in­ um væl størri, enn tað er nú. Familjufíggindaligur politikkur Verður hendan ætlanin sett í verk, verður av­leið­ing­ in, at tað fer at vera munandi dýr­ari at fáa grundstykki at bygg­ja á. Umsitingin hjá Tór­s­havn­ ar Býráð hevur leysliga rokn­að út, at nú fer at eitt grund­­styk­ki í Havnini at kosta einar 40.000-50.000 krón­ur meiri, enn tað er nú. Hetta eru kom­mu­nu­pol­ itik­ar­ar ikki serliga fegnir um. - Nógvir flokkar, eisini í sam­gongu, hava sett fam­il­ ju­na ovast í skjaldrarmerkið og hava boðað frá, at teir sku­lu føra ein fam­ilju­vin­ar­ lig­an politikk, staðfestir Kári P. Højgaard, sum er næst­for­mað­ur í Runarvíkar Bý­ráði. - Men hetta er tað beint øvug­ta, leggur hann aftur­ at. Hann vísir á, at í megin­ øk­in­um standa hundraðtals hús­ki á bíðilista eftir grund­ stykki. - Nógvar kommunur ogna sær byggilendi og gera grund­stykk­ini byggibúgvin áðrenn tey aftur verða seld. Men kommunurnar selja ofta stykkini aftur fyri bí­lig­ ari enn tað kostar at gera tey byggibúgvin fyri at egg­ ja fólki at seta búgv. Kommunurnar hava so­statt hall av út­stykk­ing­un­ um. Men hann viðgongur, at hetta er eitt slag av kommu­nal­um stuðuli til tey, sum vilja seta búgv. Umframt prísin fyri lend­ ið, skulu kommunurnar ei­si­ ni betala endurgjald fyri mist vetrarbit. - Jú longri, vit koma burt­ ur frá høvuðstaðnum, jú stør­ri er hesin stuðulin frá komm­un­un­um ivaleyst, sig­ ur Kári P. Højgaard. - Flestu kommunurnar eru hart fyrispentar og tí ha­va tær verri og verri ráð at lata hendan stuðulin, men noyðast í størri og stør­ ri mun at taka sær fult betalt­ ar fyri grundstykkini. Skrúva prísirnar upp Hann heldur, at prísirnir eru ivaleysa dýrir, sum er. - Men skal hendan æt­lan­ in hjá Búnaðarstovuni set­ ast í verk, fer tað at vera mun­an­di dýrari hjá kom­mu­ nu­num at ogna sær byggi­ len­di og tað fer at føra við sær, at færri grundstykki ve­ra, hóast umsóknirnar um grundstykki verða fleiri og fleiri. Kári P. Højgaard sigur, at tað almenna eigur helm­ing­ in av allari jørð. - Verður hetta sett í verk, sku­lu nógvar kommunur bet­ala tvær ferðir so nógv sum í dag, fyri at fáa lendi til sethús, barnagarðar, ellis- og røktarheim o.s.fr. Hann heldur, at Lands­ stýr­ið átti heldur at gjørt tað so bíligt hjá kom­mu­nu­ num sum gjørligt at útvega sær lendi til at byggja á. - At útvega byggilendi er eitt tiltak, sum kemur al­menn­ing­inum til góðar. Tí tænir tað ongum enda­ máli at skrúva prísirnar upp, tí tað rakar eina og aleina borgaran, sum skal ha­va grundstykkini at bygg­ ja á. Kári P. Højgaard heldur, at ístaðin fyri at skrúva prís­ ir­nar upp, skuldi kom­mu­ nur­nar heldur fingið fult ræði á tí lendi, sum er sett av til at byggja á. - Samstundis skuldu kom­ mu­nur­nar fingið rættin til at stykkja út so hvørt, men ikki fyrrenn stykkið varð selt, skuldi peningurin fall­ ið til gjaldingar. -Tað kundi hildið prís­in­ um niðri, leggur hann aftur­ at. - Sum støðan er nú, tekur tað í allar besta føri eitt hálvt ár, frá tí at ein komm­u­ na ger av at ogna sær eitt len­di, til hon fær tað. - Prísirnir hækka alsamt, so hetta árið eru prísirnir van­li­ga hækkaðir nøkur pro­ sent, samstundis sum tey, ið sku­lu hava eitt grundstykki, noyð­ast at leiga. - Vildi samgongan føra ein familjuvinarligan po­li­ tikk, skuldi hon gjørt tað øvug­ta av tí, hon ger nú. Borgarin við sviðusoð Hesin er borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, púra samdur í. - Tað tekur alt ov langa tíð at fáa fatur á byggilendi og tí verða bíðilistarnir bara long­ri og longri. Og tá ið tað ikki ber til at nøkta tørv­ in, fer prísurin upp, sigur Heð­in Mortensen. Hann leggur afturat, at einasti vegur at fáa prísin á hús­um og grundstykkjum at lækka, er at hava nógv stórt útboð. Men tað er ó­møgu­ligt, sum støðan er nú, tí tað tekur alt ov drúgva tíð at fáa fatur á byggi­ lendi. Umframt at vera borg­ar­ stjó­ri í Runavík, er Kári P. Høj­gaard eisini løg­tings­ mað­ur. Og hann ger greitt, at verður hendan ætlanin ikki slept, fer hann at taka mál­ið upp í Løgtinginum. Heðin Mortensen, borg­ar­ stjóri í Havn, staðfestir, at tann einasti, sum verður við sviðu­soð av hesum, er mein­ igi borgarin, sum skal seta búgv. - Skal hetta vera po­litikk­ urin hjá samgonguni, skilji eg púra onki. Hann sigur, at skal enda­ mál­ið vera, at øll skulu fáa tak yvir høvdið, skuldi lands­stýr­ið heldur roynt at gjørt byggilendi bíligari, ístað­in fyri at gera tað dýrari. Hann stúrir fyri, at hetta fer at raka tey serliga hart, sum skulu seta búgv úti á bygd, tí har er hvørt grund­ stykka­øki ikki so stórt og so­statt verður tað kanska tyng­ri hjá hvørjum eins­tøk­ um. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá lands­ stýris­mann­inum í vinnu­mál­ um, Bjarna Djurholm, áðrenn blaðið fór til prent­ ingar Eitt bakkast fyri øll sum skulu seta búgv Skulu missa minni Fer ein fólkapensjonistur til arbeiðis og forvinnur meiri enn 54.000 krónur í einum ári, missir hann 60 prosent av sínari pensjónsviðbót. Tað heldur landsstýrismaðurin í almannamálum vera ov nógv, og tí ætlar Hans Pauli Strøm at broyta reglurnar. Hann segði í Løgtinginum í síðstu viku, at tann stóra mótrokningin ger, at pensjonistar hava ikki serliga góðan hug at arbeiða, og at tað er harmiligt fyri bæði pensjonistin og samfelagið. Diamantar í Grønlandi Kanadiska felagið Hudson Resources Inc. hevur funnið fleiri stórar diamantar við Garnet Lake nærhendis Kangerlussuaq í Grønlandi. Fritz Baumann, borgarstjóri í Kangerlussuaq, sigur við útvarpið í Nuuk, at kanadiska felagið hevur funnið ein diamant, sum er 2.392 karar, og fimm aðrir vóru ímillum 0.399 og 0.191 karat. Felagið hevur góðar vónir um eina veruliga námsvinnu, sum eftir ætlanini fer at geva umleið 500 arbeiðspláss. Vildi samgongan ført ein familjuvinarligan politikk, skuldi hon gjørt tað beint øvugta av tí, sum hon ger nú, halda bæði borgarstjórin í Havn og varaborgarstjórin í Runavík. Ìstaðin fyri at gera grundstykki so bílig sum gjørligt, skulu prísirnir nú hækkast, so tað verður torførari at fáa grundstykki