mánadagur 19. februar 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 35 - 19. februar 2007
Høgni í Vejle
Fríggjadagin letur ein stór føroysk listaframsýning upp í
Vejle í Danmark. Tað eru tríggir listafelagsskapir í
býnum, sum í felag skipa fyri framsýningini, sum verður
í trimum hølum ymsastaðni í býnum. Alment verður
framsýningin latin upp í Vejle Kunstforening í hølunum
hjá Kunstbrænderiet í Præstegyde 3, har borgarstjórin,
Leif Skov, fer at seta framsýningina, og Høgni Hoydal,
løgtings- og fólkatingsmaður fer at halda røðu.
Leirvík veksur
Fólkatalið í Norðoyggjum er ikki vaksið, síðani
Norðoyatunnilin kom. Hinvegin er fólkatalið hinumegin
tunnilin vaksið hetta seinasta árið. Fyri einum ári síðani
búðu 863 fólk í Leirvík, og nú á nýggjárinum vóru tey
873 ella 1,2 prosent fleiri í tali, skrivar kommunan á
heimasíðuni. Sagt verður eisini, at eftirspurningurin eftir
grundstykkjum er stórur, og at kommunan ætlar at
útstykkja so mong grundstykkir sum gjørligt tey næstu
árini.
Landstýrismaðurin
við Vinnumálum hev
ur broytt kunngerðir
um rúsdrekkasølu hjá
hotellum og matstov
um, nú er loyvt at
skeinkja uttandura,
umframt at matstov
ur og hotellir kunnu
fáast mongdaravslátt
ur frá Rúsdrekkasølu
Landsins.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialuri.fo
Í vikuskiftinum bar Útvarp
ið tíðindi um, at nú ber til at
skeinkja uttandura, og at
matstovur og hotellir kunnu
selja rúsdrekka út úr húsin
um saman við tilgjørdum
mati. Tað er Landstýrismað
urin við Vinnumálum, ið
hevur broytt tvær kunngerð
ir, so matstovur og hotellir
kunnu skeinkja uttandura, á
avmarkaðum øki upp at
staðnum.
Harumframt kunnu mat
stovurnar selja rúsdrekka út
úr húsinum til móttøkur og
veitslur saman við tilgjørd
um mati, um vørurnar verða
bílagdar eina viku framman
undan. Bjarni Djurholm.
landsstýrismaður við Vinnu
málum sigur, at hetta er
eftir ynski frá vinnuni. Mat
stovur og hotellir skipa fyri
veitslum, og í hesum sam
bandi hevur tað verið ynski
ligt, at tey eisini sleppa at
standa fyri innkeypinum av
víni til matin.
Hin broytingin er somu
leiðis bert galdandi fyri mat
stovur og hotellir. Frá 1.
mai kann Rúsdrekkasøla
Landsins
geva
teimum
avsláttur, sum keypa nógv.
Bjarni Djurholm, landstýris
maður við vinnumálum, sig
ur, at tey hava arbeitt við
hesum málum leingi.
- Talan er í báðum førum
um restriktivar broytingar.
Vit hava vurdera hetta lein
gi og hava tosað við bæði
vinnuna og Fyribyrgingar
ráðið, fyri at einki óskil
skal vera í hesum, hava vit
gjørt tað somikið restriktivt,
greiðir Bjarni Djurholm
frá.
Fyri at fáa loyvi at skeink
ja úti skal søkjast um serligt
skeinkiloyvi afturat tí vanli
ga. Áðrenn loyvisnevndin
gevur hetta loyvið, skal tað
ummælast hjá bæði kommu
nu og løgreglu. Hetta er
fyri, at loyvini skulu vera til
so lítlan bága sum til ber,
sigur landstýrismaðurin.
- Lokalu myndugleikarnir
hava best innlit í, hvussu
hetta best kann gerast, sigur
Bjarni Djurholm.
Hann sigur somuleiðis, at
tey hava vent málinum í
samgonguni.
- Talan er um eina sera
avmarkaða víðking av skein
kiloyvum. Her er ikki talan
um, at loyva ad hoc sølu av
rúsdrekka út av húsinum,
ella um at klubbar og ølstøð
sleppa at víðka um søluna,
sigur Bjarni Djurholm.
Hann væntar heldur ikki,
at broytingin fer at merkja,
at prísurin á rúsdrekka fer
niður á matstovum, ístaðin
verður møguleiki hjá mat
stovum at keypa dýrari vín,
ella at fáa meira til rakstur
in.
Avslátturin hjá matstovum
skal sambært landsstýris
manninum fíggjast av lógar
bundna yvirskotinum hjá
Rúsdrekkasølu landsins.
Hetta
er
eisini
tann
leisturin, ið Elsa Maria
Olsen, stjóri í Rúsdrekkasølu
Landsins metir vera tann
besta. Hann ætlar at taka
málið upp í sambandi við
eykajáttanina fyri mars,
men tað er greitt, at fyrstu
tíðina verður talan um
avmarkaðan avsláttur. Men
í sambandi við fíggjarlógina
fyri 2008 verður málið tikið
uppaftur til viðgerðar, tá
skal lógarbundna yvirskotið
endurskoðast
alíkavæl,
sigur Bjarni Djurholm.
Loyvt at skeinkja uttandura
Leif Sørensen eigur
matstovuna Gourmet,
hann metir
mongdaravslátturin í
Rúsdrekka vera eitt
neyðugt stig, og
gleðist um dirvið hjá
Bjarna Djurholm
Rúsdrekka
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Leif Sørensen eigari av mat
stovuni Gourmet hevur lein
gi eftirlýst, at keypsprísirnir
av rúsdrekka varð lagaligari
fyri matstovur og onnur.
Hann er tí fegin um broyt
ingina kunngerðini, ið ger,
at Rúsdrekkasøla Landsins
kann geva mongdaravsláttur
til matstovur og hotellir, ið
keypa stórar mongdir til víð
ari sølu.
- Tað er fantastiska gott, at
onkrir politikarar eru, ið
tora at gera tílíkar neyðugar
broytingar, sigur Leif Søren
sen.
Hann er spentur, at vita
hvussu stóran avsláttur tal
an er um, tí at fyri, at hetta
veruliga skal merkjast má
talan sambært Leif vera um
minst 20%.
- Nú vita vit ikki hvussu
nógv % talan er um, men
hetta kann vera við til at
gera tað møguligt, at reka
eina matstovu sum Gourmet
í Føroyum, sigur Leif.
Leif Sørensen sigur, at prís
lækkanin ikki fer at merkjast
á prísinum á víni, ið verður
selt í Gourmet. Raksturin
av eini matstovu, sum han
sara í Føroyum er somikið
tungur, at tað als ikki ber
til, at seta prísin niður. Hann
sigur, at hann ikki fær sagt,
hvussu aðrar matstovur fara
at gera, men hjá honum
verður hetta bert eitt íkast
til tann tunga raksturin.
Gott at onkrir politikarar tora
Hans Andreassen
eigari av Glitnir metir
møguleikan at
skeinkja úti vera eitt
gott høvi at skapa
eina mentan við
fortovskafeum.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hans Andreassen eigur Glit
nir, hann er sera fegin um,
at tað nú fer at bera til at
skeinkja uttandura.
- Vit hava bíða leingi eftir
hesum, og tað er ødeliga
gott. Nú summarið nærkast
er hetta sera gott hjá mat
stovum. Vit kunnu fáa eina
mentan við fortovskafeum,
og tað er gott tá útlendingar
koma hendan vegin. Vit eru
spentir um hetta. Vit hava
ein krók uttanfyri, har vit
kunnu seta nøkur borð upp,
greiðir Hans Andreassen
frá.
Heldur ikki Hans væntar
ikki, at broytingin í inn
keypsprísinum hjá matstov
um fer at ávirka prísin hjá
viðskiftafólkinum.
- Um vit hyggja aðrastað
ni, sum til dømis í Danmark,
so er innkeypsprísurin har
eisini broyttur uttan, at tað
hevur ávirkað søluprísin.
Hetta fer heldur at merkjast
við, at meira verður eftir til
rakstur. Vit fáa kanska ráð
at skifta gólv eitt sindur
oftari og at geva betur
service, sigur Hans And
reassen.
Skapa mentan við
fortovskafeum
Leif Sørensen og Hans Andreassen eru samdir um, at talan
er um góðar broytingar.
mynd: Jens Kr. Vang
Bjarni Djurholm vísir á, at talan er um eina sera restriktiva
broyting.