Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. februar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 19. februar 2007 13 Johannes Jacobsen, skómakari í Fuglafirði, andaðist í Vesturstovu sunnudagin 18. februar, 96 ára gamal. Kistan fer úr Vesturstovu í kvøld klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Fuglafjarðar kirkju hósdagin 22. februar klokkan 13. Tey, ið vilja minnast skómakaran, kunnu lata eina peningagávu til Vesturstovu Kjartan Magnussen, Húsavík, andaðist í heiminum sunnudagin 18. februar, 83 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinri. Lena Ellingsgaard, ættað av Eiði búsitandi í Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum 18. februar 75 ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum týskvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum mikudagin klokkan 13. Andlát og jarðarferðir Tøkk Øllum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá okkara kæri Helge Justinussen bókbindari andaðist og fór til gravar, takka vit hjartaliga. Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Lágargarði og á Landssjúkrahúsinum. Kári, Paula, Marjun, Jens Christian og Hilda Sunnudagin 18. februar andaðist kæri pápi, abbi, langabbi og oldurabbi okkara Johannes Jacobsen skómakari í Fuglafirði, 96 ára gamal. Kistan fer úr Vesturstovu í kvøld kl. 18. Jarðarferðin verður úr Fuglafjarðar kirkju hósdagin 22. februar kl. 13. Familjunnar vegna Jóna, Ninnema, Óli, Oddvør, Lena, Sigga og Osvald Tey, ið ynskja at minnast skómakaran, kunnu lata eina peningargávu til Vesturstovu Dagurin 20. februar. Eucharias, deyður á 788. Biskupur í Orleans, sum fyri fleiri undurgerðir varð skírdur halgimenni. Tann 19. februar fyllir Petra Samuelsen í Havn 90 ár. Petra er ættað úr Syðru­gøtu, dóttir Julionnu, ættað úr Leirvík, og Johan Salomon Gregersen fyri oman Oyruna. Johan Salomon var ein av teimum gøtumonnum, sum í 1910 tóku stig til at stovna Fiskimannafelagið. Tískil er Petra javngomul við FF. Systkini hjá Petru vóru Erika, sum var gift við Høgna Lómstein, Hanna, sum var gift við Leon Joensen, Sofus, sum var giftur við Zelindu f. Jacobsen, Óli, sum var giftur við Katrinu f. Thom­sen, og Esther sum er ógift. Av systkjunum liva, umframt Petru, Sofus og Esther. Sum ung kom Petra til Havnar at tæna hjá Jens Simonsen, sum var ættað­ ur úr Norðragøtu. Hann gjørdist kendur sum Gøtu- Jens ella Bomm-Jens. Hann yvirtók bommvirkið hjá Anker Thomsen, og rak tað alla sína tíð, og fekk hann tí hetta heitið millum manna. Sum frá leið, rann saman millum Petru og Johannes Samuelsen, Hannis í Horni, sum var beiggi Magnhild, sum var gift við Jens. Tey náddu at vera gift í 65 ár! Børn teirra eru Heðin, Sigrun, Elsuba og Hjørdis. Lagnan vildi tað so, at vit bæði gøtu­fólkini komu at búgva í sama “kvarteri” í Havn og eru komin at kennast sera væl. Petra dugir sera væl at greiða frá. Og tá hon jú hevur livað longri enn tey flestu, veit hon eisini mangt og hvat, sum er vert at bera víðari. Har tað er hjartarúm.... Húsið hjá Óla og Petru, ommuni og abbanum, var eitt gott dømi um, hvussu familju -og sosiala skipanin virkaði í gomlum døgum. Tann berandi í húsin­um var omman Petra, sum hevur verið eitt rættiligt konubrot og eitt stórt menn­iskja. Avrik hennara verður ikki minni av, at maðurin Óli sat blindur í nógv ár. Johan Salomon og Julianna giftust inn hjá foreldrunum. Her búðu framm­an­undan eldri skyldfólk. Tey bæði fingu sítt fyrsta barn, Óla, í 1907. Hes­in Óli doyði sum smádrongur, og seinni fingu tey ein annan Óla. Inni har búði eisini systirin Anna Malena við dóttrini Oluffu, sum eisini var fødd í 1907. Oluffa giftist seinni við tí kenda skiparanum Óla Hans Olsen. Beint frammanundan var tað hent, at kona Jógvan á Lakjuni hevði fing­ið ein son. Vegna umstøðurnar heima kom Jógvan og spurdi, um ikki son­urin kundi vera hjá teimum fyribils. Tað var so gamaní. Men Olivur varð ver­andi og gjørdist sum eitt av systkj­unum hjá børnunum hjá Johan Salomon og Juliannu, hóast hann eis­ini hevði samband við síni foreldur og systkin. Hevði tað verið í dag, hevði Almannastovan skula verið við í leikinunm við einum ótali av máls­viðgerðarum og sálarfrøðingum og játtan. Men her fekk Olivur eitt nýtt heim uttan nakað roks, og tað er við serligum eymleika at Petra umtalar Olivur, sum annars doyði við Verdandi undir krígnum. Tískil vóru í 1907 tríggjar vøggur í húsinum! Vildi ikki giftast uttan at hava verið burturi Petra kom til Havnar 16 ára gomul, og sum fráleið varð hon trúlovað við Hannis. Men Petra hevði sett í seg, at hon vildi ikki giftast, fyrr enn hon hevði verið burturi í stóru verð. Hetta var vanligt hjá nógvum gentum tá í tíðini. Petra fór tí í 1934 til Keypmannahavnar, har hon arbeiddi í húsi hjá Josva From, sum hevði verið býarrættarforseti í Keypmannahavn. Hann var jødi, og Petra minnist, hvussu ræddur hann altíð var. Hann hevði jú havt eitt arbeiði, sum kundi skaffa hon­um nógvar fíggindar, og tað var ikki lukkuligt hjá einum jøda í hesi tíðini. Í Keypmannahavn kom Petra nógv í Kristiliga Ungmannafelagnið, har tann legendariski Emil Joensen var formaður. Í 1936 heldur Petra, at nú hevði Hann­is bíðað nóg leingi. So hon kem­ur heim aftur, og tey giftast á heysti 1936.Tey giftast inn til foreldrini hjá Hannis, sum vóru Dánjal og Elsebeth í Horni. Hornahúsini hava annars eina serliga søgu. Abbi Hannis, Sámal, var uppisitari á Hornagarðinum. Men hann gjørdist ósamdur við amtmannin. Eitt skip var strandað í Álakeri og Sámal kravdi bjargingarløn. Hesum avvísti amt­maðurin, tí hann átti Álaker. Hetta kom til sak, sum Sámal vann. Afturfyri misti hann tískil garðin! Men fyri peningin hann vann, bygdi hann í Nybo, ið sum navnið sigur var uttanfyri býin, men sum nú er Tróndargøta. Nógvir gestir Heimið í Tróndargøtu var annars sermerkt av, at her altíð vóru nógvir gestir. Petra eigur/átti eini 50 systkina­ børn bert í faðirættini, og tá farast skuldi til Havnar, hvat var so meira náttúrligt enn at fara at gista hjá skyld­ konuni í Horni! So tað kom ofta fyri, at húsfólkini máttu fara úr sínum egnu songum fyri at hýsa gestum. So hjarta­rúmið hevur ikki verið minni, enn har Petra kom frá í Syðrugøtu. Hannis og Petra hava verið mót­setn­ingar. Og ofta riggar tað ikki verri. Hannis hevur verið tann seigi, hugsunarsami og speiski, meðan Petra hevur kanska verið tann meira forta. Ein eginleiki, sum ikki er heilt ókendur í hennara ætt! Ein søga um tey bæði er um einaferð Petra hevði gjørt knettir. Petra spurdi Hannis, hvussu honum dámdi. Hann vendi knettinum í munninum og segði: “Tey eru ikki galin, men knettini hjá mammu vóru nú betri!” Tá høvdu tey verið gift í eini 60 ár! Tá stóð á gomlu! Men Petra ásannar, at vermamman gjørdi stak góð knetti. Hannis arbeiddi, eftir at hava tikið realprógv, á Bókasavninum til hann í 1944 gjørdist bókhaldari á Telefonverkinum, har hann var, til hann fór frá fyri aldur. Hann doyði í 2002, 95 ára gamal. Petra eigur 9 barnabørn og 13 langommubørn. Petra er framvegis skilagóð sum fáur. Hon hevur eitt sera lætt lyndi, dugur væl at skemta, so tað er altíð ein stuttleiki at detta inn á gólvið. Hon er familjukær og tað merkist, hvussu stóra umsorgan hon hevur fyri síni ætt, eisini henni hjá Hannus. Petru verður ynskt hjartaliga tillukku við hennara stóra degi! Ó. Petra í Horni 90 ár 90 ár Týsdagin 20. februar verður Fía Sørensen í Hvannasundi 90 ár, dagurin verður hildin í Missiónshúsinum á Viðareiði frá kl 16 til 21. Petra saman við langommusoninum Heðini, sum tann, ið skrivar hesar reglur er ommubeiggi til