mánadagur 19. februar 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 35 - 19. februar 2007
Drúgvasta kvinnan
Íslendski uttanríkisráðharrin, Valgerður Sverris
dóttir, kann nú rósa sær av at vera tann kvinnan,
sum hevur sitið longt sum ráðharri í Íslandi. Í
dag hevur hon verið ráðharri í 2.605 dagar, og
so leingi hevur eingin kvinnan verið ráðharri í
Íslandi fyrr. Tað gamla metið átti Jóhanna
Sigurðardóttir, sum var ráðharri í 2.514 dagar.
Valgerður Sverrisdóttir gjørdist ráðharri tann
31. desember í 1999 og var fyrst ráðharri í
ídnaðarmálum.
Rýma úr Noregi
Tey seinastu árini hava altsamt fleiri norskir pensjonistar
valt at búseta seg í øðrum londum, og nýggj tøl vísa, at
talið veksur skjótt. Í dag búgva 41.000 norskir pensjon
istar í øðrum londum, og teir fingu í fjør tríggjar mia.
krónur í pensjón úr Noregi. Frágreiðingin hjá teimum,
sum eru flutt, er, at tey fáa meiri fyri pengarnar uttanlands,
veðurlagið er betri enn heima í Noregi, og so vilja tey
fegin sleppa at njóta tey seinastu árini.
Tunnusláttur á Ve
Føstulávint
Lagt til rættis hava: Anna Rødgaard og
Manja Johansen úr Tvøroyrar Skúla
Myndir: Jens Kristian Vang
Blíðskapurin var stórur, tá Sosialurin
legði beinini framvið á Velbastað í
morgun, tá tunnusláttur var fyri
børnunum í nýggja dagstovninum.
Hetta er fyrstu fer, at tey skipa fyri
føstulávintshaldi í nýggja stovninum,
sum lat upp 19. august. Í barna
garðsstovuni og í vøggustovuni vóru
19 børn, og øll vóru ílatin til
føstulávint. Seinni í dag fara tey at
dansa føroyskan dans, og síðani fáa
tey føstulávintsbollar.
Ein fittur tikari
Jónar og Borgar
gjørdust kattakongar