mánadagur 19. februar 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 19. februar 2007
15
tíðindi
Nú eftir lodnu
Nú fiskirættindasáttmálin við Ísland fyri árið í árer komin upp á
pláss, hava tey fyrstu svartkjaftaskipini lagt um til at fiska lodnu í
íslendskum sjógvi. Funnur Fríði er farin á lodnuveiði, og Saksaberg,
sum bara roynir við nót, er eisini farin á lodnu við Ísland. Annars
hava svartkjaftaskipini havt gott fiskarí sunnanfyri. Tróndur í Gøtu
landaði 2.500 tons í Fuglafirði um vikuskiftið, og í morginári
landar Jupiter umleið 2.000 tons til Havsbrún.
Summarhús í Gásadali
Á kommunuskrivstovuni í Sørvági hava tey ein langan
lista við fólki, sum vilja sleppa at byggja sær summarhús í
Gásadali. Tað skrivar kommunan á heimasíðu síni. Tann
stóri áhugin er komin í sambandi við ætlanina hjá Paula
Jacobsen at byggja summarhús í Gásadali. Hann eigur eitt
øki í bygdini, sum er12.000 fermetrar, og har ætlar hann at
byggja fleiri summarhús. Tey verða millum 40 og 70
fermetrar og verða bygd í føroyskum sniði.
elbastað
Eg eri ein
farlig løva
Natanael
smekkar til
Hóast Jónar bert er 2 ár,
so slær hann sum ein
ordiligur sjórænari
Prinsessa og
mariuhøna: Hov
nú er hon brotin!
Grýludansur .. har vaksa brobber og har veksur lyngur ....