mánadagur 19. februar 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 35 - 19. februar 2007
tíðindi
Landsverk er byggiharri fyri almennar uppgávur, og henda verkætlan verður útboðin vegna Mentamálaráðið.
Útbjóðandi myndugleiki:
Landsverk
Tinghúsvegur 5
FO-110 Tórshavn
www.landsverk.fo
lv@lv.fo
Mannagongd fyri útbjóðing
Innboðin lisitatión í høvuðsentreprisu í pre-
kvalifikatión. Ætlandi verður heitt á 4-6
tilboðsgevarar at bjóða.
Lýsing av verkætlanini
Verkætlanin umfatar ein fiskivinnuskúla, ið
skal byggjast á økinum við ferjuleguna í
Vestmanna við plássi fyri 100 næmingum,
tilsamans umleið 1300 m². Boðið verður út
í høvuðsentreprisu.
Umbøn um luttøku
Umbønin skal sendast til Landsverk ella
umvegis teldupost til lv@lv.fo
Áheitanin skal verða okkum í hendi í
seinasta lagi hósdagin 1. mars, 2007.
Áheitan um luttøku
Áheitanir um at geva tilboð verða sendar
út saman við útbjóðingartilfarinum um
miðjan mars 2007.
Samtøk og felagsskapir
Allir luttakarar í einum samtaki ella líknandi
felagsskapi skulu geva skrivliga váttan fyri
felags hefting og ábyrgding fyri sáttmála-
num. Felagsskapir og samtøk skulu har-
afturat frammanundan tilnevna ein um-
boðsmann við skjalprógvaðari fulltrú til,
vegna felagsskapin ella samtakið, at tekna
bindandi avtalur við byggiharran.
Upplýsingar at nýta til prekvalifikatiónina
Umsøkjarar skulu saman við eini umbøn
um luttøku senda hesar upplýsingar:
· Upplýsingar um arbeiðstakarans egnu
viðurskiftir og tær neyðugu upplýsingar-
nar og formleikarnar til meting av tí
kravdu minstuorku av búskaparligum,
fíggjarligum og tekniskum slagi.
· Upplýsingar um bygnaðin hjá fyritøkuni,
herundir møguligt samband við móður-
felag.
· Stutt lýsing av, hvussu uppgávan verður
loyst. Dentur verður lagdur á leiðslu og
stýring, logistikk, byggitíð, trygging av
tilfarsveitingum og góðskutrygging.
· Váttan ella trúnaðarváttan um, í hvønn
mun arbeiðstakarin hevur ógoldnað
skuld til tað almenna, ið er fallin til
gjaldingar.
· Avrit av viðkomandi vinnulívstrygging,
upplýsing um eginpening og javna í
roknskapi, tá ið søkt verður, saman við
váttan av samlaða umsetninginum í
meðal seinastu trý árini.
· Upplýsing um árliga meðaltalið av fólk-
um í starvi hjá fyritøkuni.
·
Ummæli frá samsvarandi uppgávum.
· Lívsgongdarlýsing (CV) hjá lyklafólkum,
ið verða sett á hesa uppgávu.
· Upplýsingar um góðsku-, trygdar- og
heilsuskipanir, umframt umhvørvisstýris-
skipanir hjá fyritøkuni.
Fiskivinnuskúlin í Vestmanna
Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og
hevur um hendi vega-, byggi- og havnamyndugleika-
uppgávur og flogvallamál.
Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og
viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
PREKVALIFIKATIÓN
Tað restaðu bara
nøkur heilt fá stig í til,
at føroysku teldusnill
ingar í Teamno1
kundu verða við, har
tað er ordiliga stutt
ligt, tá ið teir luttóku í
stórari teldukapping í
Keypmannahavn um
vikuskiftið. Teldu
menninir sjálvir eru
sera væl nøgdir, og
hava fingið blóð upp
á tonnina til at royna
fleiri kappingar
Teldukapping
Eyðhild Jacobsen
eydhild@sosialurin.fo
Sum okkara gløggi lesari
nokk minnist, so skrivaðu
vit í Vikuskiftissosialinum
um fimm teldusnillingar úr
Føroyum, ið høvdu stórar
ætlanir til vikuskiftið. Teir
skuldu nevniliga til stóra teldu
kapping í Bellasentrinum í
Keypmannahavn at kappast
móti tveytúsund luttakarum
frá øllum heimshornum í teldu
spælinum Counterstrike. Vón
inar vóru tá rættiliga stórar,
og nú tað er vorðin vanligur
mánadagur aftur, kunnu teir
ikki annað enn staðfesta, at
hetta var upplivilsi vert.
– Hetta var sera stuttligt
og ikki minst læruríkt. Vit
sóu, hvussu teir ordiliga pro
fessionellu spælararnir gera;
tað var ordiliga stuttligt at
síggja, hvussu væl teir
dugdu at spæla saman. Vit
hava avgørt fingið stóran
íblátur til venjingina heima,
sigur Heini Weihe, ið er ein
av limunum í Teamno1.
Líka við og næstan
Teamno1 kom í ein sera
sterkan bólk. Millum annað
var eitt sera sterkt lið úr
Hollandi við, ið Teamno1
taptu ímóti. Eisini eitt sterkt
lið úr Íslandi var við, og her
megnaði føroyska liðið at
spæla javnt. Tað var enntá
líka við og næstan, at føroyska
liðið kom víðari í sterka A
bólkin.
- Men vit manglaðu bara
nøkur heilt fá stig. Hetta
kann sammetast við úr øðr
um ítrótti, at vit høvdu mál
úrtøkuna ímóti okkum, sigur
Heini.
Ìstaðin kom Teamno1 í
veikara B bólkin, har teir
dagin eftir vórðu slignir út
úr kappingini. Hóast hetta,
so vildu føroysku dreingirnir
als ikki fara heim.
– Nei, vit máttu fáa finaluna
við. Tað var sera spennandi,
og eitt lið úr Brasilia streyk
avstað við sigrinum. Eisini
liðini, ið gjørdust nummar
tvey og trý úr ávíkavist Pól
landi og Danmark, vóru sera
spennandi at hyggja eftir,
sigur Heini.
Fingið blóð upp
á tonnina
Hetta er fyrstu ferð, at ungu
harrarnir úr Føroyum royna
seg í altjóða teldukapping,
men hetta verður avgjørt ikki
síðstu ferð. Ì næstum ætla
teir sær til Onglands, har ein
minni kapping verður.
– Kappingin í Bellasentrin
um var kanska ein ov stórur
gloypibiti hjá okkum. Har
vóru sera sterkir spælarar, ið
eru seru høgt uppi á styrkis
listanum. Vit fara nú heldur
at royna okkum móti eitt
sindur veikari spælarum fyri
at fáa okkum fleiri royndir,
sigur Heini.
Heima venja teldusnill
ingarnir úr Teamno1 á inter
netinum serliga móti bretum,
tí netsambandið er best til
Bretlands. So Teamno1 vita
nøkulunda, hvussu landið
liggur her.
– Vit plaga at fylgja rætti
liga væl við her. So tað verður
spenndandi, tá ið vit fara at
hittast á laninum í kapping
ini, sigur Heini Weihe, ið
umframt Rógva Nielsen,
Sunleiv Christiansen, Pæt
ur Breckmann og Bjarna
Jacobsen mannar teldubólkin,
Teamno1.
Restaði lítið í hjá føroyskum teldusnillingum
Ì næstum fer Teamno1, ið eru frá vinstru Rógvi Nielsen, Sunleiv Christiansen, Heini Weihe, Pætur Breckmann og Bjarni Jacobsen,
til kapping í Bretlandi