Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. februar 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 35 - 19. februar 2007 ] Formula-deildin toyggir seg í ár longur enn nakran tíð á álmanakkanum, og endað verður við sonnum braki, tá B36 og HB takast Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Havnin eigur gullið í bestu fótbóltsdeildini seks tey sein­astu árini. HB hevur ver­ið meistari fýra ferðir, og B36 hevur vunnið gull tvær ferðir. Og fýra tey sein­ astu árini hava bæði feløgini vunnið heiðursmerki. Lagt upp til kassadyst Skráin fyri 2007 landskapp­ ingina, leggur upp til rimm­ ar finalu á ovara vølli í Gunda­dali. 27. og síðsta um­farið í Formuladeildini verður leygardagin 27. oktober. Tað er seinni, enn umfar í landskappingini nak­rantíð áður hevur verið á skránni. Einki er at ivast í, at kassa­ meistarin í B36 er fegin um, hvussu FSF hevur skrúv­að síðsta umfarið sam­ an. B36 eigur nevnliga heimavøll móti HB síðsta leygardagin í oktober. Í fyrraárið hittust liðini eisini í seinasta umfari. Ta ferðina høvdu nógv gitt, at ein kapping yvir 27 umfør fór at avgera kappingina alt ov tíðliga, men undan sein­ asta dystinum var alt opið. Endaði dysturin í Gundadali við heimasigri til B36, var árstalsfelagið meistari. Um HB vann, so vóru teir meist­ arar. Og í bakhjólinum lúrdi Skála, sum kundi gera sær dælt av einum javnleiki. Úr­slitið varð, at B36 vann 2-1 og gjørdust meistarar. Bárður Mortansson legði HB framum í 44. minutti, Allan Mørkøre javnaði til 1-1 í 65. minutti, og Fróði Benjaminsen skoraði sigurs­ málið til 2-1 í 73. minutti. Umframt lokalbrakið í Gundadali sær skráin í síðsta umfarinum í 2007 kappingini soleiðis út: KÍ- NSÍ, B71-EB/Streymur, Skála-AB og VB/Sumba- GÍ. HB endar í høvuðs­ staðnum Síðani GÍ gullárini 1993- 1996 er tað bara komið fyri tvær ferðir, at annað felag enn tey bæði í Gundadali hev­ur vunnið meistara­skap­ in. KÍ var meistari í 1999, og í 2000 vann VB sítt fyrsta og higartil einasta FM. Hini átta árini hevur meistarin itið antin HB ella B36. Eisini hóast tað onkra tíð hevur verið heilt tætt. Ikki minst í fjør, tá tað ikki var fyrr enn í seinastu minutt­unum av árinum, at HB fór fram um EB/ Streym. 26. umfarið verður spælt 21. oktober. Tá spæla NSÍ- VB/Sumba, HB-KÍ, EB/ Streymur-B36, AB-B71 og GÍ-Skála. HB hevur ofta verið til­ tikið heimavøllarlið, og tí kem­ur helst væl við, at teir bert eina ferð í seinastu sjey umførunum skulu út um høv­uðs­staðin. 21. umfar spæla teir heimadyst móti B71. 22. umfarið er talan um heimadyst móti VB/ Sumba, og í 23. umfarinum kemur EB/Streymur á vitj­ an. 24. umfarið hava meist­ar­ arnir trupla uppgávu í Runa­ vík, og eisini 25. umfarið er talan um útidyst, tó at hesin ikki fer út um kommununa. Tá spælir HB nevnliga á Argj­um. Næst seinasta um­farið verður klassikarin móti KÍ. Nógvur bóltur á páskum Fyrsta umfarið í Formula- deildini 2007 verður pálma­ sunnudag, sum verður 1. apríl. Tá sær skráin soleiðis út: B36-KÍ, GÍ-EB/Streym­ ur, Skála-HB, B71-NSÍ og VB/Sumba-AB. 2. umfar verður sambært skránni Skírisdag, sum er hósdagin 5. apríl, og triðja umfar verður 2. páskadag, sum er mánadagin 9. apríl. Síðsta umfarið undan summ­arsteðginum verður 8. juli. Tá eru mótstøðuliðini júst tey somum, sum verða í seinasta umfarinum á ári­ num. SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur »Vit byrjaðu at fáa nervar síðstu settini, og so tora vit ikki ordiliga at sláa ígjøgnum« Sólrun Petersen, KÍF B36 og HB bresta saman í síðsta umfari Brot úr skránni Fyrstu umførini 1. apríl B36-KÍ GÍ-EB/S Skála-HB B71-NSÍ VB/S-AB 5. apríl KÍ-VB/S NSÍ-B36 HB-B71 EB/S-Skála AB-GÍ 9. apríl VB/S-B36 KÍ-B71 NSÍ-Skála EB/S-AB HB-GÍ Seinastu umførini 21. oktober NSÍ-VB/S HB-KÍ EB/S-B36 AB-B71 GÍ-Skála 27. oktober B36-HB KÍ-NSÍ B71-EB/S Skála-AB VB/S-GÍ Heiðursmerki 1997-2006 1 2 3 2006 HB EB/S B36 2005 B36 Skála HB 2004 HB B36 Skála 2003 HB B36 B68 2002 HB NSÍ KÍ 2001 B36 GÍ B68 2000 VB HB B68 1999 KÍ GÍ B36 1998 HB KÍ B36 1997 B36 HB GÍ Tað verður grannuppgerð í Gundadali seinasta umfarið av Formula-kappingini. Havnarfeløgini hava vunnið gullið átta av seinastu 10 ferðunum