mánadagur 19. februar 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 35 - 19. februar 2007 ]
Atli spældi í ein tíma
Leygardagin spældi danska 1. deildarliðið
Frem venjingardyst ímóti FC Roskilde. Dyst
urin endaði við 3-2 sigri til Frem. Føroyski
landsliðsspælarin Atli Danielsen var á vølli
num frá byrjan. Hann spældi á miðvøllinum.
Frem legði seg fram um 3-0 eftir 56 minuttir.
Fýra minuttir seinni varð Atli Danielsen skift
ur út. Eftir hetta skoraði Roskilde tvær ferðir.
Gunnar Nielsen var eisini á vøllinum. Hann
spældi fyrra hálvleik og helt málið reint.
Claus tapti aftur
Blackpool hevur nú tapt tveir dystir á rað í
triðbestu ensku fótbóltsdeildini. Leygardagin
hevði Blackpool vitjan av Bristol City, og
gestirnir skoraðu einasta málið í dystinum
stutt eftir hálvleikssteðgin. Fyrrverandi før
oyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgen
sen kom á vøllin, tá ið 78 minuttir vóru
spældir, men hann kundi einki broyta við
úrslitinum. Blackpool liggur nú nummar 8
av 24 liðum í League One.
Dráttur gjørdist
steypavinnari í
kvinnuflogbólti eftir
ein sera javnan og
spennandi finaludyst
ímóti KÍF, har
spenningurin helt sær
líka til síðsta bólt.
Eftir trý tap í undan
farnum finalum
eydnaðist endiliga
Drátti at fáa sín
steypasigur
FLOGÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Nógv fólk var komið saman
í ítróttarhøllini á Hálsi leyg
ardagin, tá ið steypafinalur
í flogbólti vóru á skránni.
Fyrri dysturin henda dagin
var steypafinalan hjá kvinn
um millum Drátt og KÍF, og
longu ein tíma undan dysti
num var høllin meir enn
hálvfull.
Kvinnurnar hjá Drátti
kundu ikki sigast at vera
óvanar við steypafinalur
undan
dystinum.
Heili
tríggjar ferðir áður høvdu
tær verið partur av steypa
finalunum, men hvørja ferð
máttu tær fara av vøllinum
sum taparar.
Hjá KÍF var tó heldur øðr
vísi. Tær høvdu ongantíð
verið í hesi støðu undan
finaludystinum leygardag
in, so hetta var teirra eld
dópur í steypahøpi. Gongd
in hjá kvinnunum úr Kolla
firði hevði tó verið avbera
góð í landskappingini und
an steypafinaluni. Síðstu
fimm royndirnar høvdu giv
ið fýra sigrar, og m.a. hevði
KÍF vunnið ein rættiliga
tryggan sigur ímóti júst
Drátti í hesum dystunum,
so vónirnar vóru góðar hjá
kollfirðingum.
Hjá Drátti hevði ikki ging
ið so væl hjá sum hjá KÍF
síðstu dystirnar. Í seinastu
seks dystunum høvdu tær
bert vunnið tveir, men vónir
nar at vinna steyoafinaluna
vóru tó góðar hjá leikarun
um hjá Dratti undan dysti
num.
KÍF fekk góða byrjan
Kvinnurnar úr Kollafirði
fingu eina flúgvandi byrjan
uppá dystin, og ikki long
tíð var gingin, fyrrenn tær
høvdu lagt seg á odda heili
8-3. Longu tá valdi Dráttur
at taka sítt fyrsta time out,
og hetta vísti seg rættiliga
at geva úrslit. Leikararnir
hjá Drátti kempaðu nú ótrú
liga væl fyri at koma inn
aftur í fyrsta sett, og mitt í
settinum megnaðu tær eis
ini at leggja seg á odda 12-
11.
KÍF hevði tó spælt væl í
fyrsta setti, og tað var týði
ligt, at tær vildu ikki geva
skarvin yvir uttan víðari.
Við eini stórspælandi Guðr
ið Syderbø á odda tóku tær
aftur leiðsluna, sum settið
leið. Tær løgdu seg á odda
við fimm stigum, og sjálvt
um Dráttur var nær við enn
einaferð at fanga KÍF aftur,
so var sigurin ongantíð í
vanda hjá KÍF í hesum setti
num.
Dráttur svaraði aftur
Í øðrum setti var vent í hol
uni. Nú var tað brádliga
Dráttur, sum fekk eina
flúgvandi byrjan, og sum
settið leið, øktu tær bara
um leiðsluna. Mitt í settin
um høvdu tær vunnið seg
fram um 14-7, og hetta líkt
ist einum sannførandi sigri
til Drátt í øðrum setti.
Dráttur spældi ótrúliga
væl hesa løtuna. Tær vóru
sterkar í gólvinum, móttøk
urnar vóru góður, og so
spældu tær ótrúliga fjøl
broytt. Serliga Helga Nord
endal sló fleiri góðar bóltar
beint í gólvið hjá KÍF, men
eisini Ruth Thomassen fekk
fleiri ferðir bóltin beint
ígjøgnum blokkin hjá KÍF.
Blokkurin var eisini ein
av stóru trupulleikunum hjá
KÍF hetta settið. Tær fingu
hann slett ikki at koyra, og
ofta gjørdist ov lætt hjá
Drátti at sleppa fram við
blokkinum.
Móti endanum av øðrum
setti tóktist Dráttur taka sær
av løttum, og hetta loyvdi
KÍF at koma heldur nær.
Sigurin kom tó ongantíð í
vanda, og Dráttur vann
hetta 25-19.
Gott og fjølbroytt
álopsspæl
Í triðja setti fekk KÍF enn
einaferð eina flúgvandi byrj
Dráttur-KÍF 3-2 (19-25, 25-19, 21-25, 25-8, 15-13):
Fjórðu ferð eydnaðist
Ótrúliga stórt
Gleðin var ikki til at taka feil av hjá leikarunum hjá Drátti,
tá tær vunnu sín fyrsta steypasigur nakrantíð. Eftir dystin
fingu vit orðið á Helgu Nordendal hjá Drátti, sum var ein
av mest eyðsýndu leikarunum á vøllinum henda dagin.
Hon var ótrúliga glað fyri sigurin.
- Hetta er super. Vit hava verið í finaluni fýra ferðir áður
og høvdu ikki vunnið hana áður, so nú var upppá tíðina at
vinna finaluna. Dysturin var sum heild sera skiftandi, men
í síðsta setti var, sum tað skuldi vera, og tíbetur vunna vit
dystin.
Helga helt tó, at leikararnir hjá Drátti gjørdu tað óneyð
uga spennandi í síðsta og avgerandi settinum.
- Vit føra trygt í fimta setti, og tá man er so langt framm
anfyri, so følir man, at hetta nokk skal ganga, og so byrjar
man at slappa av. Tær kempa eisini ótrúliga væl, og mun
urin á liðunum er næstan eingin. Vit hildi tó tørn og vunnu.
Hetta er tað størsta, man kann vinna í føroyskum flogólti,
og karmarnir vóru heilt ótrúliga góðir, staðfesti Helga at
enda.
-teitur
Allar eru tendraðar
Fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist Drátti at vinna eina
steypafinalu í kvinnuflogbólti, og leikararnir vóru sum
vera man ovurfegnir. Eftir dystin fingu vit orðið á Sólgerð
Henriksen hjá Drátti. Hon helt, at alir leikararnir vóru
klárir til dystin henda dagin.
- Hetta var heilt fantastiskt. Allir leikararnir eru virkiliga
klárir á vøllinum í dag, og eg haldi, at allar stríðast um
hvønn bólt, tí vinna vit dystin. Spælið hjá okkum gongir
eisini rættiliga væl, móttøkurnar eru góðar, og tá verður so
nógv lættari at spæla. Tað hevur eisini ótrúliga nógv at
siga, at vit megna at koma aftur. Vit eru aftanfyri bæði 1-0
og 2-1, men í báðum førum koma vit aftur, og tað er
ótrúliga væl kempað.
Sólgerð helt tó eisini, at rutinan hevði nakað at siga í
dystinum leygardagin.
- Vit hava roynt at verið í steypafinaluni tríggjar ferðir
fyrr, og eg haldi, at vit dugdu betri at standa ímóti trýstinum
í dag. Vit hava royndirnar, og í dag komu tær okkum til
góðar. Vit koma eisini aftur, og hetta vísir, at viljin hjá
okkum var til staðar í dag, segði ein stórsmílandi Sólgerð
Henriksen eftir dystin.
-teitur
Í fjórðu royndini eydnaðist tað. Dráttur kann loksins rópa seg
steypavinnari í kvinnuflogbólti
Mynd: Álvur