mánadagur 19. februar 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 35 - 19. februar 2007 ]
Kvinnurnar spæla
um steyp í Havn
B36 hevur tikið stig til eina steypakapping mill
um B36, KÍ, GÍ og EB/Streym. Kappingin skal
spælast í Havn leygardagin 17. mars og verður
fyrireiking hjá feløgunum til nýggja kappingar
árið. Ætlanin var, at silvurvinnararnir úr AB
skuldu verða við í kappingini, men liðið fer á
venjingarlegu í Suðuroy sama vikuskiftið, og tí
spælir EB/Streymur við ístaðin.
Kaj skoraði beinanvegin
Kaj Ennigarð gjørdi skjótt av, tá hann spældi fyrsta
dystin fyri nýggja felag sítt leygardagin. KÍ var á
Sandi og spældi venjingardyst, og dysturin endaði
við 2-0 sigri til KÍ. Kaj Ennigarð skoraði longu í
sjeynda minutti, tá hann skallaði bóltin í málið eftir
innlegg. Nýggi álopsspælarin hjá KÍ, Chris Ceroni,
skoraði seinna málið í seinna hálvleiki. Eisini Gunnar
Nielsen og Kareem Smith spældu fyrsta dystin fyri
KÍ.
mynd: www.ki.fo
an, og tá tær komu á odda
5-0 valdi Dráttur at taka
Time Out. Hetta steðgaði
góðu gongdini hjá KÍF, og
lítla løtu seinni stóð á jøvn
um 6-6, og so gekk javnt á
næstu løtuna.
Ein sat tó alla tíðina við
einum følilsi av, at KÍF
kundi fara frá Drátti í hes
um settinum. KÍF spældi
ótrúliga fjølbroytt í álopin
um, og blokkurin var byrj
aður at fáa fatur á álopinum
hjá Drátti. Tað vísti seg eis
ini, at hetta var settið hjá
KÍF. Mitt í settinum fóru
tær frá 14-14 uppá 22-16,
og so var so gott sum lið
ugt.
Rannvá Dam slapp at
smasha síðsta bóltin í gólv
ið til 25-21, og aftur hesa
ferð var KÍF betra liðið.
Tær spældu sera fjølbroytt í
triðja setti, og allir leik
ararnir tóku ábyrgd.
Helga var fantastisk
Dráttur leyp avstað í fjórða
setti. Tær løgdu seg á odda
9-3 mset sum alt fyri eitt,
og longu tá hevði KÍF valt
at taka sítt fyrsta Time Out.
Hetta vísti seg slett ikki at
geva nakað munagott úrslit.
Dráttur helt bara á fram við
sínum góða og ágangandi
spælið, og KÍF fekk ikki
eitt bein til jørðina í hesum
settinum.
Leikararnir hjá Drátti
vóru ótrúliga sterkir í gólv
inum, tær kempaðu um
hvønn bólt, og so var blokk
urin sera sterkur í fjórða
setti. KÍF hevði alla tíðina
trupulleikar at fáa bóltin
fram við blokkinum, og
fleiri ferðin blivu smashini
frá KÍF blokkaði beint nið
ur í aftur gólvið hjá teimum
sjálvum.
Ein leikari skaraði tó
fram úr hjá Drátti. Helga
Nordendal hevði spælt ein
sera góðan dyst longu und
an hesum settinum, men
her tók hon veruliga ábyrgd
fyri Drátt. Hon var ótrúlig í
blokkinum, og hon vann
fleiri bóltar við góðum og
hørðum smashum.
Munurin millum liðini
bara vaks og vaks, sum
fjórða sett leið. Mitt í settin
um førdi Dráttir 17-6, og til
síðst tóktist KÍF geva full
komiliga upp. Dráttur vann
ein knúsandi 25-8 sigur, og
so skuldi javnbrótari til fyri
at finna ein vinnara.
Spenningurin helt sær
Dráttur fekk betru byrjanina
uppá javnbrótaran, og fyrstu
bóltarnar høvdu tær munin.
Tær megnaðu eisini at
leggja seg fram um 7-4,
men munurin á liðunum var
ikki stórur, og fleiri av bólt
unum vóru bæði langir og
spennandi, áðrenn teir blivu
avgjørdir.
KÍF kempaði tó væl aftur.
Tær komu uppá 7-7 við góð
um og fjølbroyttum spæli,
og nú var líkt til, at KÍF
hevði eina lítla yvirvág.
Dráttur var tó liðið, sum
legði seg á odda 8-7, áðrenn
liðini býttu síðu.
KÍF hevði ongantíð verið
á odda í fimta setti undan
síðubýtinum, men hetta
gjørdu tær alt fyri eitt eftir
síðubýti. Tær komu á odda
9-8, men so steðgaði upp.
Eftir hetta vann Dráttur
fimm bóltar á tað, og brád
liga vísti talvan 13-9 til
Drátt, og løtu seini 14-10,
og nú var eingin sum ivaðist
í, at Dráttur fór avstað við
sigrinum.
KÍF vildi tó ikki geva
skarvin yvir. Tær kempaðu
nú við øllum tí tær áttu, og
tær megnaðu eisini at verja
seg uppá 14-13. So kom
servan, sum skuldi vísa seg
at blíva tann síðsta í dystin
um. Hesin bólturin bleiv
sera spennandi, og í fleiri
førum fingu bæði liðini
næstan ómøguligar bóltar
uppaftur av gólvinum. Ser
liga KÍF kempaði fyri lívi
num, men at enda máttu tær
ásanna, at blokkurin hjá
Drátti var ov sterkur henda
dagin. Síðsti bólturin bleiv
nevniliga sligin í blokkin
og niður í gólvið, og so
vann Dráttur steypafinaluna
fyri fyrstu ferð í søguni.
Fólk blivu vitni til ein
sera góðan og spennandi
dyst, sum kundi farið báðar
vegir, men at enda dró Drátt
ur longra stráðið, og etta
mundi eisini vera í lagi, tí
teir høvdu vunnið sær eina
rættiliga trygga leiðslu í
síðsta settinum.
t hjá Drátti
Møttu einum
góðum liði
Vónbrotið var sjálvandi stórt hjá kollfirðingum eftir
ósigurin í steypafinaluni ímóti Drátti. Ein av venjarunum,
Kristjan Mikkelsen, helt tó, at leikararnir hjá Drátti vóru
vælupplagdar henda dagin.
- Tað er sjálvandi eitt stórt vónbrot at tapa enda dystin,
men eg haldi virkiliga, at leikararnir hjá Drátti vóru sera
væl upplagdir henda dagin. Vit tosaðu nógv um undan
dystinum, at blokkarnir fóru at vera avgerandi, og her haldi
eg, at blokkurin hjá Drátti gav okkum stórar trupulleikar til
tíðir. Vit blivu eisini ov varin í servunum ímóti endanum,
og hetta gjørdi, at tær høvdu lættari við at taka ímóti, og
tað er sjálvandi spell.
Kristjan segði seg tó føla, at KÍF átti onkran bólt í fimta
og seinasta setti, sum tær ikki fingu.
- Eg má tó siga, at eg helt virkiliga, at vit fingu onkra
døming ímóti okkum í fimta setti, sum týðiliga átti at verið
dømd til okkum, og hetta er sjálvandi nakað, sum ein situr
og hugsar um nú. Eg ivist tó onga løtu í, at Dráttur eisini
fekk okkurt ímóti sær, og hetta er helst nakað, sum kemur
fram, tá man hevur tapt eina steypafinalu, segði Kristjan at
enda.
-teitur
– Hetta var keðiligt
Kvinnurnar hjá KÍF vóru í síni fyrstu steypafinalu í flog
bólti um vikuskiftið, og tíverri fyri tær, so endaði hesin
dysturin við einu ósigri. Sólrun Petersen helt, at leikararnir
helst ávirkaðust nakað av nervum ígjøgnum dystin.
- Hetta var ordiliga keðiligt, men soleiðis bleiv tað bara.
Vit byrjaðu at fáa nervar síðstu settini, og so tora vit ikki
ordiliga at sláa ígjøgnum, tá vit hava møguleikan, og so
riggar bara ikki heilt. Í síðsta setti eru vit langt aftanfyri og
koma sera væl aftur ímóti endanum, men aftur her sær tað
út til, at vit gerast heldur bangnar, og so kiksa vit.
Sjálvt um KÍF tapti dystin, so gleddist Sólrun um, at
liðið hevði verið í síni fyrstu steypafinalu, og at dysturin
bleiv spennandi.
- Hetta var fyrsta ferðin, at vit hava verið í eini steypa
finalu, og tað er sjálvandi gott. Tað er sjálvandi keðiligt at
tapa, men eg haldi tað tó vera deiligt, at dysturin bleiv
spennandi, segði ein nakað skuffað Sólrun eftir dystin.
-teitur
Vónbrotið var stórt, tá KÍF hevði tapt seinasta bóltin. Tær
høvdu alt, men tær vóru kortini bara áskoðarar, tá gullið skuldi
handast
Mynd: Álvur
Spælið bylgjaði støðugt aftur og fram, men tá seinasti bólturin
var sligin, stóð Dráttur eftir sum steypavinnari 2007
Mynd: Álvur Haraldsen