mánadagur 19. februar 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 35 - 19. februar 2007 ]
Mjølnir læt als ongan
iva vera um, hvat var
betra liðið í steypa
finaluni hjá monnum.
Teir snøgt sagt
smurdu ÍF av, og
spenningur kom als
ikki í dystin, tí mun
urin var alt ov stórur
á liðunum henda
dagin
FLOGÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Leygardagin var høllin á
Hálsi karmur um stóran
steypafinaludag í flogbólti,
har bæði kvinnurnar og
menninir skuldu í dyst.
Seinni dysturin á degnum
var millum bestu mansliðini
hjá Mjølni og ÍF, og her var
lagt upp til ein sera spenn
andi dyst.
Bæði Mjølnir og ÍF hava
stórar traditiónir í flogbólti,
og síðstu árini hava hesi
bæði liðini verið væl við í
oddinum í føroyskum mans
flogbólti. Okkurt árið hava
onnur lið eisini verið mill
um tey ovaru, men í ár hev
ur kappingin í bestu flog
bóltsdeidlini bert staðið
ímillum hesi bæði liðini.
Í landskappingini hevur
ÍF ligið á odda mest sum
allan vegin. Munurin hevur
tó ongantíð verið serliga
stórur, og tá menninir hjá
ÍF taptu fyri Fram seinasta
vikuskiftið, so bleiv dystur
in í oddinum púra opin.
Munurin minkaði niður í
eitt stig, so nú kann alt av
gerast í seinasta innanhýsis
dystinum millum liðini.
Í steypakappingini sló
Mjølnir tó til alt fyri eitt.
Teir vunnu FK-kappingina
tíðliga á flogbóltsárinum,
og so kundu teir longu tá
byrja at fyrireika seg til
steypafinaluna eftir finalu
sigur á Fram. Fuglfirðing
arnir máttu í sínum lag bíða
heldur
longri,
men
tá
Mjølnir-kappingin var á
skránni í januar, slógu teir
til. Teir møttu SÍ í finaluni,
og her vunnu teir uttan stór
vegis trupulleikar.
So var endiliga klárt til
eina dreymafinalu ímillum
tvey tey sterkastu liðini í
mansflogbólti í løtuni, og
flest øll flogbóltsáhugað
mundu vænta ein fantastisk
an dyst millum tvey tey
sterkastu liðini, men tey
blivu sera skuffað, tí dyst
urin bleiv ikki nakað stórt
flogbóltsupplivilsi.
Mjølnir fekk
flúgvandi byrjan
Sjálvt um ÍF kanska hevur
havt munin á Mjølni í ár, so
vóru tað tó klaksvíkingarir
úr Mjølni, sum fingu eina
flúgvandi byrjan upp á dyst
in. Dysturin var ikki meir
enn komin í gongd, so hevði
Mjølnir lagt seg á odda 5-1,
og longu tá føldi venjarin
hjá ÍF, at her var neyðugt
við einum Time Out fyri at
fáa spælararnar ordiliga
klárar til uppgávurnan á
vøllinum.
Time Out’ið hjá ÍF vísti
seg eisini at rigga, men bert
í eina lítla løtu. Teir komu
upp á 5-4, men so var aftur
galið hjá ÍF. Mjølnir setti
teir undir eitt støðugt trýst
við teirra sera sterka blokki,
og hetta gav ÍF stórar trupul
leikar. Lítla løtu seinni
hevði Mjølnir eisini vunnið
seg upp á 15-7, og nú tóktist
settið í roynd og veru at
vera avgjørt. Mjølnir kemp
aði nógv betur enn ÍF í
fyrsta setti. Teir vóru nógv
sterkari á gólvinum, har teir
fingu nógvar ómøguligar
bóltar upp, og ikki minst í
móttøkunum vístu klaksvík
ingarnir seg at vera nógv
sterkari.
Fyrsta sett endaði við ein
um tryggum 25-16 sigri til
Mjølnir, og sjálvt um teir
tóktust slappa heldur nógv
av síðstu bóltarnar, so var
sigurin ongantíð í vanda í
hesum settinum, tí ÍF fekk
ongantíð fótin fyri seg.
Sera sterkar miðjur
Í øðrum setti var eitt sindur
javnari enn í tí fyrsta. Nú
var ÍF nógv betur við, og
fyrstu løtuna fylgdust liðini
væl. Nógvir av bóltunum
vóru langir, og tað tóktist,
sum hvørki av liðunum
hevði hug at geva skarvin
yvir. Bæði liðini bardust
væl í gólvinum fyri at fáa
bóltarnar uppaftur , og hetta
gav úrslit í nógvum spenn
andi bóltum.
ÍF tóktist tó at vera heldur
omaná hesa løtuna, og mitt
í settinum vístu teir hví.
Teir byrjaðu at draga frá
Mjølni, og í eina løtu tóktist
Mjølnir hava ávísar trupul
leikar við at steðga ÍF. Hetta
revsaði ÍF eisini og legði
seg á odda 17-14 í øðrum
setti, og nú tóktust fugfirð
ingarnir hava funnið stevið,
men brádliga steðgaði full
komiliga upp.
Mjølnir tók yvir aftur á
øllum frontum, og serliga
miðjurnar vístu eitt skifti
sera gott spæl. Hjalti Joseph
sen og Jón Syderbø vóru
sera sterkir í bæði álopi og
blokkinum hesa løtuna, og
hetta gav ÍF stórar trupul
leikar. Nú legði Mjølnir seg
brádliga á odda, og so var
fyri so vítt liðugt hjá ÍF.
Mjølnir vann eisini annað
sett 25-21, og nú líktust teir
brádliga einum stórfavoritti
at vinna steypafinaluna hjá
monnum.
Vóru sera
uppsettir
Ein av ungu leikarunum hjá Mjølni, sum spældi ein góðan
dyst í steypafinaluni ímóti ÍF, var 20 ára gamli Thorvald
Danielsen, sum spældi á diagonalinum hjá Mjølni. Hann
helt, at hetta var bara dagurin hjá Mjølni.
- Vit eru bara nógv betri enn ÍF í dag. Vit hava verið sera
uppsettir. Vit komu suður til Havnar í gjárkvøldið. Vit hava
vant saman í Havnini, og vit hava sovið saman, og eingin
ivi var um, at henda dystin vildu vit bara vinna. Vit hava
virkiliga vant hart fyri at vinna hesa finaluna, og tá sá man
aftur í dag.
Fleiri leikarar hjá ÍF høvdu ligið sjúkir undan finalu
dystinum, men Thorvald helt ikki, at hetta hevði komið at
ávirkað úrslitið.
- Vit vistu, at fleiri av eikarunum hjá ÍF høvdu ligið
sjúkir, men eg eri sikkur uppá, at vit høvdu vunnið allíka
væl. Vit vóru klárir yvir, at vit máttu fáa eina góað byrjan,
tí ÍF hevur eitt sera gott lið. Teir kempa sera væl, men í dag
høvdu teir ongan møguleika. Tað hendir onkuntíð, at man
byrjar at slappa av, tá man kemur á odda 2-0, men í dag var
tíbetur eingin ivi. Vit vóru betur allan vegin, og hetta gekk,
sum tað skuldi, segði ein fegin Thorvald eftir dystin.
-teitur
Klaksvíkingarnir vóru fyrst og fremst meira uppsettir, helt
Thorvald Syderbø eftir trygga finalusigurin
Mynd: Álvur
Mjølnir-ÍF 3-0 (25-16, 25-21, 25-15):
Mjølnir í essinum – húðf
Holst aftur á blettinum
Christian Lamhauge Holst hevur drigist við
skaða seinastu vikurnar, men leygardagin spældi
hann aftur. Lyngby spældi venjingardyst ímóti
FCK 2, og Lyngby vann 4-0. Christian Lamhauge
Holst var á beinkinum frá byrjan, men hann gjødi
beinanvegin um seg, tá ið hann varð settur inn.
Holst skoraði til 2-0, áðrenn Lyngby síðani
skoraði tvey mál afturat.
Andrew spældi javnt
Undan venjingardystinum hjá Fremad Amager um viku
skiftið hevði føroyski álopsspælarin Andrew av Fløtum
skorað fýra mál í tveimum dystum. Leygardagin megnaði
Andrew tó ikki at skora í dystinum ímóti Hvidovre. Tað
var Hvidovre, sum legði seg á odda fyri steðgin, men
Fremad Amager kláraði at javna beint fyri hálvleikin við
máli, sum Thomas Christensen gjørdi. Dysturin endaði
1-1.