Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. februar 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 35 - 19. februar 2007 ] Hetta var ræðuligt Eftir tapið í steypafinaluni ímóti Mjølni fingu vit orð­ ið á ein lítillátnan Árna Petersen hjá ÍF. Hann var ógvu­ liga skuffaður av úrslitinum henda dagin. - Hetta er bara ikki gott nokk av okkum. Vit spæla ótrúliga illa í dag, og vit kunnu bert takka okkum sjálv­ um fyri, at vit taptu so sikkurt. Vit gera alt ov nógvar feilir, og til tíðir eru vit slett ikki við í dystinum, so hetta er eitt stórt vónbrot. Hetta var stutt sagt ræðu­ ligt. Sjálvt um ÍF tapti steypafinaludystin ímóti Mjølni, so ætlar Árni tó ikki at geva skarvin yvir í landskapp­ ingini, tí her má vinnast. - Nú hava vit tíverri tapt steypafinaluna, og tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit ætlaðu at vinna bæði steypa­kappingina og landskappingina. Nú hava vit ein dyst ímóti júst Mjølni komandi vikuskiftið í lands­ kapp­ingini, og hesin má og skal vinnast. Vit mugu heim at arbeiða hart ta næstu vikuna, og so mugu vit vóna, at vit fara at vinna Mjølnir í tí dystinum, segði Árni Petersen at enda. -teitur Ov nógvir feilir ÍF hevði at kalla ongan møguleika í steypafinaluna í mansflogbólti, har teir taptu sikkurt ímóti Mjølni. Áslakur R. Petersen hjá ÍF helt, at liðið gjørdi ov nógv­ ar feilir henda dagin. - Vit komu slett ikki í gongd í dag. Einki riggar hjá okkum. Blokkurin koyrir slett ikki, móttøkan var kanska í lagi, men vit gera so nógvar feilir, at vit bert kunnu takka okkum sjálvum fyri, at vit tapa dystin í dag. Tað følist, sum har er slett eingin møguleiki, tí vit eru alla tíðina so langt aftanfyri, so tað verður heldur ringt hjá okkum ígjøgnum dystin, staðfesti ein skuffaðu Áslakur eftir dystin. Hann lat tó ongan iva vera um, at ÍF ætlar sær at vinna meistaraheitið í mansflogbólti í ár. - Nú hava vit eina viku at trena undan dystinum ímóti Mjølni í landskappingini, og hann skal vinnast. Vit vita, hvat vit gjørdu gali í dag, so hetta skulu vit arbeiða við ta næstu vikuna. -teitur Mjølnir vann ein sera sannførandi sigur á ÍF í steypafinaluni hjá monnum, og tað var ikki minst takkað verið tveimum góðum miðjum, at hetta lat seg gera. Teir vóru sera sterkir í blokkinum og vunnu eisini fleiri bóltar í álopinum, og eftir dystin fingu vit orðið á ein teirra, Jón Syderbø. Hann helt ongantíð, at nakar ivi var um sigurin. - Hetta var ótrúliga stuttligt. Eg haldi, at vit vóru meir klárir til dystin í dag. Alt riggaði hjá okkum, og einki riggar hjá ÍF, so tað var ikki so gali. Blokkurin var sera góður í dag, og tað var sera týdningarmikið. Eg haldi eisini, at móttøkurnar vóru góðar, og hetta ger arbeiði hjá hevaranum so nógv lættari. Hann gav okkum nakrar góðar bóltar at arbeiða við, og tá er ikki so ringt. Jón Syderbø var eisini tann spælarin, sum slapp at sláa avgerandi bóltin í gólvið, og hetta gleddist 19 ára gamli klaksvíkingurin um. - Tað var ótrúliga stuttligt at fáa síðsta bóltin í gólvið, tí tað er sjálvandi nakað serligt, men sum heild haldi eg, at vit vunnu dystin eftir fyrsta sett. Vit spæla nógv betri enn teir, og teir síggja uppgevandi út beinanvegin, so longu tá føldi eg, at hetta nokk fór at ganga, sigur Jón Syderbø at enda. -teitur Seinasti bólturin er í gólvinum, og so kunnu teir bláu enn eina ferð fegnast um heitið sum steypavinnarar Mynd: Álvur flongdu fulgfirðingarnar NSÍ basti EB/Streymi Leygardagin spældu tvey av sterku liðunum í For­ muladeildini venjingardyst. EB/Streymur vann í fjør silvurmerkini í Formuladeildini, og NSÍ, sum ikki rakk heiðursmerkjum, hevur styrkt seg við fleiri profilum í Vetur. Leygardagin vitjaði EB/Streym­­­ur í Runavík, og NSÍ vann dystin 2-0. Brasilski álops­ spælarin Anderson, sum er ein av nýggju spælarunum hjá runavíkingum, gjørdi bæði málini hjá NSÍ. AB vann í Leirvík Uppflytararnir til Formuladeildina, AB, spældu leygar­dagin venjingardyst ímóti LÍF í Leirvík. LÍF legði seg á odda 1-0, men síðani var tað AB, sum skoraði tvey mál. Fyrst gjørdi ein LÍF-spælari sjálvmál, og so var tað Jón Nielsen, ið skoraði sigursmálið fyri AB. Sunnudagin spældi LÍF ímóti NSÍ í Runavík, og tá vann LÍF 2-0 ímóti einum NSÍ-liði, sum var mannað við nógvum ungum spælarum. Klaksvíkingar sveimaðu heilt einfalt hægri enn fuglfirðingarnir, suym ongan tíð veruliga fingu nakað sum helst tak á mansfinaluni Mynd: Álvur Stuttligt at vinna síðsta bóltin Als eingin ivi Hevði ÍF vunnið annað sett, so hevði ávísur spenningur helst komið í dystin, men tapið í hesum setti knekkaði fullkomiliga fullfirðing­ar­ nar. Í triðja setti var nevni­ liga als ongantíð nakar ivi um úrslitið. Mjølnir setti seg á dystin beinanvegin í hes­um setti, og ikki gekk long tíð, so høvdu teir lagt seg á odda 13-5, og nú var so at siga eingin ivi um, hvør fór at vinna dystin. Síðstu løtuna royndi ÍF at geva alt tað, teir áttu, fyri at koma aftur í dystin, men ov seint var. Mjølnir var stutt og greitt betri á øllum økj­ um, og teir vunnu ein knús­ andi 25-15 sigur í triðja setti, og so kundu teir rópa seg steypavinnarar. Inn­sats­ in hjá Mjølni kundi man ikki seta ein fingur á, tí hvør leikari gav seg fult út í øll­um dystinum, og hetta var eisini rætta uppskriftin ímóti einum ÍF-liði, sum als ikki vísti sama spæl, sum teir hava gjørt í alt ár. Eyðstein fekk rætt Henda dagin tóktist alt rætti­ liga at fara upp í eina hægri eind hjá Mjølni. Teir bardust sum úlvar, og á hvørjum plássi vístu teir seg at vera betri enn ÍF. Hevarin, Bogi Isaksen dugdi væl at býta bóltarnar runt í álopinum, so ÍF ikki skuldi vita, hvar álopini komu frá. Álopið gjørdi tað eisini gott. Bulgarin Vladimir Vasilev er ein ótrúliga góður leikari, og hetta vísti hann eisini í dystinum ímóti ÍF, bæði við góðum smashum, men eisini í blokkinum. 18 ára gamli Gunnar Jørgensen royndist eisini sera væl, og í fleiri førum vísti hann, at hann hevur evni at gerast millum bestu leikarar í landinum, og tað sama var galdandi fyri Thorvald Danielsen á diagonalinum. Miðjurnar tóku eisini í fleiri umførum broddin av ÍF, og serliga í blokkinum vístu teir seg at vera sterkir, men ein leikari, sum kanska kempaði fram um allar hinar, var Eyðstein Elttør. Í bæði útvarpi, sjónvarpi og í bløðunum hevði hann sagt uttan at ivast, at Mjølnir fór at vinna dystin, og hann gjørdi í øllum førum sítt til, at hetta skuldi henda. Hann fór við lív og sál niður eftir at kalla hvørjum smashi frá ÍF, og eftir dystin kann bert staðfestast, at Eyðstein fekk rætt. Mjølnir vann ein knúsandi 3-0 sigur á rivalunum úr Fuglafirði, og sigurin var fult uppiborin.