Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. februar 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 35 - 19. februar 2007 ] Jónas á vøllin fyri AB Jónas Tór Næs spældi við, tá ið danska 1. deildarfelagið AB spældi venjingardyst leygardagin. Dysturin var ímóti 2. deildliðnum Brønshøj, og AB vann dystin 4-1. Jónas skal royna seg fyri AB næsta hálva árið, og hann slapp at royna seg eina løtu í dystinum ímóti Brønshøj. Nú verður tað so upp til Jónas at vinna sær pláss á liðnum, sum Christian Andersen venur. Øði í grindina á Toftum B68 og B36 spældu leygardagin venjingardyst á Svangaskarði, og har vann B36 3-1. Málini hjá B36 skutu Allan Mørkøre, Fróði Benjaminsen og Johan Ellingsgaard. Í seinna hálvleiki kom illstøða í, eftir at B36-verjuspælarin Herbert í Lon Jacobsen varð taklaður ógvusliga. Alt hasaði tó av, og Herbert fekk ongan álvarsaman skaða av taklingini. StÍF-Stjørnan 13- 20 (7-10): Meistar­ar­ nir gjørdu arbeiðið Uttan at tær nakr­ an tíð spílaðu seg út, tók Stjørnan tvey trygg stig við sær av Skála leygardagin Kvinnu­ hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ivaleyst sat tað í høvd­inum á Stjørnu- spæl­arunum, at tær sunnudagin høvdu dyst, sum í øllum førum á pappírinum var truplari enn tann, sum liðið skuldi spæla á Skála. Av tí sama gjørdist ferð­in heldur ongan tíð tann heilt stóra í dyst­ in­um. Uttan veruliga at spíla seg út, so var Stjørnan heilt greitt betra liðið, og tó at vertirnir royndu at fylgja við, so var avmarkað, hvat tær megnaðu móti yvirveldinum. Spakuliga men trygt tog­aði Stjørnan seg eis­ ini frá StÍF, og var nakað av spenningi, so hvarv hesin fyrstu løtuna eftir steðgin. Stjørnan leyp tá sjey mál framum, og so var púrasta leyst og liðugt hjá oddaliðnum, sum seinastu løtuna kundi flyta tankarnar ein dag og eina uppgerð fram. Fakta um dystin StÍF-Stjørnan 13-20 (7-10) Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 6, Ninna K. Johansen 3(1), Malan Petersen 1, Rósa Jo­hansen 1, Bára B. Dani­el­ sen 1, Fríðrun Danielsen 1 Stjørnan: Simona Petersen 5(1), Louisa Andreasen 5, Joan Midjord Djordjevic 4, Hanna Mikkelsen 2, Edith Hansen 2, Anna Kristina Samson 1, Una Olsen 1 Brotsk.: StÍF 4, Stjørnan 3 Útvís.: StÍF 4, Stjørnan 4 Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum Burtursæð frá Helga Dam Ziska, megnaðu føroysku ungu telv­ar­ar­ nir ikki at blanda seg í oddastríðið. Helgi vann bronsu í elsta bólk­inum Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen carl_eli@hotmail.com Norðurlanda­meistara­skap­ur­ in fyri ung undir 20 ár varð í ár telvaður í døgunum 16-18. februar í Reykjavík. Talvsamband Føroya nýttu nógva orku undan kappingini við eitt nú venjingarlegu við venjarum. Venjingarlegur við frálíkum umstøðum er tíbetur vorðin ein siðvenja. Um vit hyggja at rating­ tølunum hjá føroysku telv­ar­ arnum í mun til umboðini í hinum norðurlondunum, er tað ikki óvæntað, at flestu av okkara telvarum endaðu í tyngra endanum. Men ivaleyst hevði Talvsambandið vónað eitt betri úrslit. Vardi ikki NM-heitið Í fjør varð Helgi Dam Ziska norðurlandameistari í bólk­inum fyri tey 15- 16 ára gomlu. Hóast hann framvegis hevur aldur til at vera í sama aldursbólki, royndi hann seg í ár í elsta bólkinum. Hetta viðførdi, at Herborg Hansen úr Klaksvík slapp við til NM í næstelsta bólkinum. Helgi varð styrkismettur hægstur. Hann var í odda­ stríðnum alla kappingina, men hálvt stig restaði loksins í hjá honum. Vinnarin Victor Nithander úr Svøriki fekk 5 stig av 6 møguligum, meðan Helgi og íslendarin Dagur Arngrímsson fingu 4,5 stig. Helgi vann øll síni trý talv við svarta fólkinum, meðan heldur striltið gekk við hvítum, tí hesi endaðu øll við javnleiki. Úrslitið er kanska skuff­ andi fyri Helga, men hin­veg­ in vann hann sær sindur av rating, og tískil er 2. plássið á heilt góðari leið. Jón Gregersen úr Sanda­ vági stóð seg væl í sama bólki. Hann hevði munandi lægri ratingtal enn hinir, men kortini hálaði hann tveir javnleikir við til Føroyar. Jón hevur framvegis aldur at telva í NM komandi ár. Einkultavrikini Í Bólki B telvaðu Rógvi Draga­berg og Herborg Hansen, bæði úr Klaksvík. Tey fingu ávíkavist 2 og 1 stig. Rógvi varð styrkismettur nr. 10 og endaði eisini á 10. plássi. Eins og hon varð styrkismett, endaði Herborg á 12. og aftasta plássi. Hóast hann ikki sprongdi styrkismetingina, er úrslitið hjá Rógva flott. Hann vinnur sær fitt av rating, og tað ger Herborg væntandi eisini. Hon hevði nevniliga nærum 500 ratingstig lægri enn tann næstlægstrataði. Hjalti T. Jógvansson stóð seg væl millum tey 13-14 ára gomlu. Hann varð dyggiliga lægst styrkismettur, men fekk heili 2 stig og eitt 10. pláss. Helst er Rógvi E. Niel­ sen skuffaður av sínum 11. plássi og 1,5 stigum. Rógvi hevur fleiri ferðir prógvað, at hann er sterkari enn hvat ratingtalið ber boð um, men NM-gjøgnumbrotið má kort­ ini bíða til eina aðru ferð. Jóhan Hentze av Oyrar­ bakka telvaði sera væl í næstyngsta bólkinum. Jóhan fekk 2 stig og tað er væl meiri enn væntaða úrslitið. Jóhan hevur ment seg nógv seinasta árið og væntandi verður hann fastur maður í NM høpi. Leingi varð líkt til, at Sára Traber Olsen úr Havn einki stig fór at fáa í sama bólki, men í seinasta umfarinum leikti hon ein kærkomnan javnleik. Høgni E. Nielsen hevði møguleikan at enda í topp 3 undan seinasta um­fari. Tíverri tapti hann og fekk samanlagt 2,5 stig og 8. pláss. Hann var styrkis­mettur nr. 7. Sostatt eitt hampi­ligt úrslit hjá unga sandavágsmanninum. Heðin Gregersen úr Klaksvík yvirraskaði við sínum 2 stigum. Heðin verður – eins og Høgni - spádd­ur at hava eina bjarta framtíð í føroyskari telving. Felags fyri hesar ungu garpar er, at nógv verður telvað heima hjá teimum, tí teir hava fleiri familjulimir, sum eisini telva. Samanumtikið óstøðug føroysk avrik, men tó við glottum í serliga yngru bólkun­um. Sviar fingu samanlagt flest stig, og talvan visir eisini, at Føroyar framvegis eru nakrir leikir aftanfyri hini norðurlondini. NM 2007 fyri ung Bólkur A Fødd 1987-89 Nr Navn Land Stig 1 Victor Nithander SWE 5,o 3 Helgi Dam Ziska FAI 4,5 12 Jon Gregersen FAI 1,0 Bólkur B Fødd 1990-91 1 Simon Rosberg SWE 4,5 10 Rógvi Dragaberg FAI 2,0 12 Herborg Hansen FAI 1,0 Bólkur C Fødd 1992-93 1 Hjörvar S. Grétarsson ISL 5,0 10 Hjalti Toftum Jógvansson 2,0 11 Rógvi Egilstoft Nielsen 1,5 Bólkur D Fødd 1994-95 1 Mads Andersen DEN 5,0 11 John Hentze FAI 2,0 12 Sára Traber Olsen 0,5 Bólkur E Fødd 1996 og seinni 1 Martin Ostlund SWE 5,5 8 Høgni E. Nielsen FAI 2,5 11 Heðin Gregersen FAI 2,0 Samanlagda úrslitið: NR Land Stig 1 Svøriki 38,0 2 Norra 34,5 3 Danmark 30,5 4 Ísland 29,0 5 Finnland 29,0 6 Føroyar 19,0 Misjøvn úrslit í NM Høgni Egilstoft Nielsen var um reppið at vinna heiðursmerki, men hann tapti seinasta talvið, og fall soleiðis niður á eitt 8. pláss Helgi Dam Ziska stillaði hesa ferð upp í elsta bólkinum. Hann var á odda størsta partin av kappingini, men at enda gjørdist hann eitt stig ov stuttur