Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. februar 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 35 - 19. februar 2007 ] Meðan økslin hjá Daivu Toumaite varð spard, fekk Maja Sølvsten møgu­ leika at vísa, at hon kann verða góður trumfur, tá seinastu avgerandi dystirnir skulu spælast Kvinnu­ hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eisini í fjórðu innan hýsis uppgerðini í ár eydnaðist Neistanum at basa VB. Eftir øllum sólarmerkjum at døma, so verða tað eisini hesi bæði liðini, sum hittast í aðrari FM-hálvfinaluni, men hóast enn eitt tap, so er lítið at ivast í, at VB kortini hevur gott mót til tær báðar uppgerðirnar. Uttan Daivu VB var nevnliga týdningar­ mesta spælaran fyriuttan leygardagin. Daiva Tou­ maite meiddi sær øksl­ina móti endanum av steypa­ finaluni móti Stjørnuni, og heldur enn at pjøssa hana saman undan dystinum móti Neistanum, so varð valt at spara hana. Kanska eisini, tí venjarin vildi nýta høvið at síggja Maju Sølvsten spæla. Maja er í løtuni í starvi á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og hondbóltsevnini hava verið eyðsýnd, síðani hon kom til landið, men útlendingareglurnar hava tó forðað fyri, at hon hevur kunnað gjørt um seg á besta VB-liðnum. Tungar verjur Og tó at saknurin í Daivu kanska var eitt vet ov stórur, so prógvaði Maja, at hon væl kann geva venjaranum ein positivan trupulleika, tá ein útlendingur nú skal setast á beinkin. Hvørki hjá VB ella Neistanum gekk álopspart­ ur­in nakað serligt, og frá byrjan skolaðu mál inn í báðum endum. Stútt og støðugt, so var tó Neistin, sum tóktist fáa fleiri av slagnum, og sum dysturin leið, so tóktist tal­ an verða um heilt trygga leiðslu. VB noktaði tó at geva skarvin yuvir, og sienasut løt­una kom veruligur spenn­ ingur í dystin. Við trimum málum á rað minkaði VB munin niður í eitt mál, og tó at Rakul Augustinussen sendi brotskast í netið til 29-27, so dróg eingin á Neistaliðnum andan lætt­ari, fyrr enn floytan í høllini hevði ljóðað fyri seinastu ferð. So tær bláu vunnu enn einaferð, men báðir partar kunnu betra fleiri lutir í sín­ um spæli, og so er spurn­ ingurin, hvør teirra hevur betrað seg mest, tá hálv­ finalurnar skulu spælast. VB-Neistin 28-29 (12-15): VB hevur ein trumf VB-Neistin 28-29 (12-15) Málskjúttar VB: Maja Sølvsten 10(3), Ivana Ljubicic 7(2), Rannvá Johannesen 4, Theresa Joensen 2, Svava Vestergaard 2, Bára Mortensen 1, Una Egilsdóttir 1, Laila Jespersen 1 Neistin: Katja Eigemann 7, Rakul Augustinussen 5(3), Nicoleta R. Hansen 5, Heidi Maria Akselsen 3, Elin Stakksund 3, Ása Dam á Neystabø 2, Gunnvá Brockie 2, Annika Thomsen 2 Brotskøst: VB 6, Neistin 4 Útvísingar: VB 1, Neistin 4 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA Barcelona misti týðandi fet Ein spælari á hvørjum liði varð rikin av vølli, tá Barcelona um vikuskiftið spældi útidyst móti Valencia. Deco frá Barcelona og Albelda frá Valencia vórðu báðir sendir í skiftirúmið av dómarunum, og broyttu umstøðurnar dugdi Valencia best at gera sær dælt av. Teir komu nevnliga upp á 2-0 við málum frá Angulo og Villa, áðrenn Ronaldinho móti dystarenda minkaði um munin við beinleiðis frísparki. Barcelona er enn á odda, men nú er Sevilla komið ájavnt í stigum. Hett tá teir í gjárkvødli vunnu 3-1 á Atletico Madrid. Milliard-hall í Chelsea Transfer-útreiðslur á 1,1 mia kr. eru fremsta orsøkin til, at Chelsea aftur í 2005/06 hevur eitt risa-stórt hall í ársroknskapi sínum. Síðani Abramovich tók yvir í felagnum, hevur hallið verið millum 975 mió kr. og 1.630 mió kr. Í so máta er komandi hallið á 900 mió kr. at rokna sum smápengar hjá russiska ríkmanninum. Higar til eru spælarar í hópatali keyptir til felagið, men sambært Guardian er nú liðugt við stóru hallunum. Í øllum førum veit blaðið at siga, at Chelsea í inniverandi roknskaparári hevur eitt transfer-yvirskot á 600 mió kr. Tá bæði KÍF og StÍF snávaðu, gjørdu Kyndils-menn sær dælt við tryggum sigri á H71 Manshondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir eitt ár, har nógv ikki hevur gingið eftir vild, tykist Kyndil kortini standa við øllum møguleikum fyri einum góðum enda á kapp­ ing­arárinum. Seinastu umførini hevur úrtøkan verið heilt góð, og sunnudagin fingu teir møgu­ leikan at skræða seg leysar á øðrum plássinum, tá báðir teir argastu kappingarneytarnir snávaðu. Hjá Kyndli vóru ráðini tó ikki at hugsa um, hvussu gekst í hinum báðum dyst­ un­um. Teir máttu gera sítt arbeiði móti H71, og fyrstu longu løtuna gekst hetta als ikki eftir vild. Hoyvíkingar noktaðu snøgt sagt at geva seg, og tí slapp Kyndil ongan veg. Hetta broyttist tó eftir steðg­in. Kyndil buldraði avstað við fullari ferð, og áðrenn H71 kom aftur á talv­ una, høvdu vertirnir skotið fimm mál. Hetta punkteraði fullkomuliga spenningin í dystinum, og seinastu 25 minuttirnar kundi Kyndil bara hugsa um at halda fast í fjarstøðuni. Eitt skifti í endaspælinum var Kyndil á aftasta pláss­ inum, og tí er einki at siga til, at lagið á venjaranum, Jónleif Sólsker, er batnað munandi seinasta mánaðin. – Tað kanst tú ætla. Líka so keðiligt, sum tað er at tapa – líka so stuttligt er tað at vinna. Og nú kunnu vit av álvara líta frameftir, sigur hann. Spurdur, hvør orsøkin er til fram­gongdina, sigur hann, at tað eru fleiri lutir. – Vit mistu spælskiparan undan kappingarárinum, tí Høgni var í Danmark. Og hóast hann kom aftur undan jólum, so var hann als ikki form. Tað er so nakað, sum vit hava arbeitt nógv við, og hartil eru eisini aðrir lut­ ir farnir virka. Tað hevur kanska eina sjálvstyrkjandi effekt í so máta, at við sjálvs­ álitinum fylgja fleiri aðrir lutir. Ein dyst í senn Jónleif dylur ikki fyri, at málið nú er koma í FM-final­ una, men hann noktar at taka nakran dyst framum, tá tosað verður um seinastu fýra dystirnar í endaspælinum. – Teir eru allir eins týdn­ inga­miklir. Hóast tað hevur gingið væl hjá okkum, so rokni eg als ikki við, at vit skulu spáka okkum gjøgnum seinastu umførini. Har er alt púrasta opið, og bæði móti Neistanum, StÍF og KÍF verð­ur støðan, at teir als ikki hava ráð at tapa móti okkum. Tí ræður um at taka ein dyst ísenn. Gera vit ikki tað, so kann skjótt gerast heilt trupult, heldur Jónleif Sólsker. Kyndil-H71 33-25 (12-11): Kyndil nærum finaluklárt Kyndil-H71 33-25 (12-11) Málskjúttar kyndil: Rókur Akralíð 7, Janus Einar Sørensen 5, Høgni Klein 5, Kenn Zachariassen 4, Hans Áki Dal Christiansen 4, Hjalti M. Jacobsen 3, Ragnar Stakkstund 2, Hanus H. Johannesen 2, Lars Black 1 H71: Esbern Patursson 10(1), Poul Kjartan Dam 4, Janus Sørensen 4, Tróndur Vatnhamar 3, Niels Viggo Niclassen 2, Dánjal Tórgarð 1, Gunnar Bláberg 1 Brotskøst: Kyndil 2, StÍF 1 Útvísingar: Kyndil 2, H71 4 Dómarar: Kristian Johansen & Kári Hansen FAKTA Kyndil hevur veruliga tikið dik á seg seinastu umførini. Nú hómast FM-finalan fyri framman