Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. februar 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 35 - 19. februar 2007 ] 24 Mortan til La Manga Pauli G. Hansen hjá Skála hevur givið avboð til venjignarleguna hjá fótbóltslandsliðnum á La Manga. Í hansara stað hevur Jógvan Martin Olsen tikið Mortan úr Hørg við í hópin. Mortan vann sær sætið í hópinum seinastu dystirnar, tá Henrik Larsen var landsliðsvenjari, men undir Jógvani Martin Olsen hevur pláss hansara langt í frá verið eins víst. Landsliðið fer av landinum tann 24. februar. Nýtt Phelps-met Amerikanski Michael Phelps setti fyri fimtu ferð heimsmett í 200 metra blandaðari svimjing, tá hann um vikuskiftið tók lut í Grand Prix kapping í Missouri. Phelps svamt teinin í tíðini 1.53,71. Til sammetingar kann nevast, at FM-metið hjá Kristiani M. Johansen á teininum er 2.12,19. Strandingar komu ongan tíð upp á finaluhæddirnar, tá VÍF staðfesti oddastøðu sína í landskappingini Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var kanska væntandi, at VÍF var liðið við betru tend­ring­ini á Skála sunnu­ dag­in. Eftir tapið í steypa­ fin­al­uni, har vestmenningar mest sum tveittu sær sigurin burt­ur, skuldi bletturin vask­ ast á Skála, og tað varð hann eisini so ruddiliga. VÍF var nevnliga á odda all­an dystin á tamb. Fyrstu fimm minuttirnar sendu teir fimm bóltar inn um Mari­an Cirloganescu, og tó at StÍF kom seg eftir tim­bur­ menn­in­ar frá finaluni, so tókt­ust teir ikki hava tað, sum skuldi til fyri at venda dyst­in­um. Mistu ikki høvdið Frem­sta orsøkin til hetta var helst, at vestmenningar ikki í sama mun lótu seg stres­sa. Í finaluni mistu teir at kalla tamarhaldið á sær sjálv­um – og harvið dyst­in­ um – men tann støðan íkom ong­an tíð sunnudagin. Við 10 minuttum eftir tókt­ust strandingarnir ann­ ars at hava bíta frá sær. Mun­ur­in varð minkaður í tvey mál, men tá Marian fekk tveir minuttir, tá hann fy­ri aðru ferð í dystinum varð skotin í andlitið, kundu vest­menn­ing­ar punktera dyst­in. Teir skoraðu tvær ferð­ir á rað í yvirtalil, og so varð seinasta vónin hjá vert­ un­um sløkt. Finaluklárir Sigurin ber við sær, at Vest­ menn­ing­ar nú eru mest sum fin­alu­klár­ir. Kravið í so má­ta er fýra stig í komandi fý­ra dystunum, og tað man ve­ra til at liva við hjá einum so­mik­ið royndum liði. Har­ til skal havast í huga, at tað als ikki er víst, at KÍF, StÍF ella Neistin fáa fulla úrtøku seinastu fýra umførini. Tí er fremsta avbjóðingin hjá VÍF kanska at halda spæl­ar­un­um til, soleiðis at teir ikki »sovna« seinastu um­før­ini. Tann vandin er helst ei­si­ ni ítøkiligur hjá StÍF. Tí hóast ein FM-finala í sjálv­ um sær skuldi verið nóg stórt agn, so hava vit fleiri ferð­ir áður sæð, at liðið er vorð­ið ov nøgt eftir ein steyp­a­sig­ur. Og at avgerandi stig í landskappingini tí eru tveitt burtur í umførunum kring finaluna. Eitt fyri­brig­ di, sum StÍF ikki hevur ráð til hesaferð. StÍF-VÍF 29-36 (15-18): Hesa ferð riggaði StÍF-VÍF 29-36 (15-18) Málskjúttar StÍF: Finnur Hansson 8(3), Leivur Justinussen 5(1), Bent Djurhuus 3, Mortan Hansen 3, Sveinur Justinussen 2, Bárðru Danielsen 2, Jacob Jónsson 1 VÍF: Áki Olsen 7, Regin Joensen 7(3), Agnar Joensen 6, Sámal Joensen 5, Ingi Olsen 4, Harald Bjørgvin 3, Áki G. Olsen 2, Sjúrður Poulsen 2 Brotskøst: StÍF 7, VÍF 3 Útvísingar: StÍF 3, VÍF 5 Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen FAKTA UM DYSTIN Hesa ferð eydnaðist hjá VÍF at basa strandingum. Kanska ein fátøk troyst eftir finalutapið, men kortini ein sigur, sum mest sum vissaði VÍF sæti í FM- finaluni Mynd: Álvur Kyndil spruttaði fyrstu løtuna, men fyrstu løtuna eftir steðgin avgjørdu gestirnir dystin Kvinnuhondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kyndil hevur enn møguleikan at vinna seg fram til eina FM-hálvfinalu, og fyrstu løtuna av dystinum sunnudagin tóktust tær eisini spæla fyri hesum møguleikanum. VB hevði sera ilt við at koma ígongd, og kanska sat harði dysturin móti Neistanum framvegis í beinunum fyrstu løtuna. Í øllum føurm formáddu tær sær at kalla einki móti einum Kyndils-liði, sum hevði lætt spæl í tíggju minuttir ella so. Glið kom tó á, og seinastu 20 minuttirnar undan steðginum lagaði VB sær grund undir sigrinum. Í verjupartinum mest sum stongdu tær fyri Kyndli, sum í 20 minuttir bara fekk fýra mál afturat. Og í løtuni eftir steðgin, skrædnaði av álvara. Áðrenn Kyndil varnaðist nakað sum helst, stóð 12-22 á talvuni, og so var eingin sum helst ivi um, hvar stigini skuldu. Talan kundi enntá verið um enn meira trivaligan sigur, men seinastu 5-6 minuttirnar fekk heimaliðið loyvi at pynta nakað um úrslitið. Kyndil-VB 20-29 (11-13): VB dusaði sær í Havn Kyndil-VB 20-29 (11-13) Málskjúttar Kyndil: Ronja Mikkelsen 5(2), Randi Wardum 4(1), Anja Heinadóttir 3, Lina Andriulyte 2, Jacklyn Durhuus 2, Bjørg Syderbø 2, Ragnhild á Plógv 2 VB: Laila Jespersen 5, Svava Vestergaard 5, Ivana Ljubicic 4(2), Maja Sølvsten 4, Theresa Joensen 3, Asta Armonaviciute 2, Una Egilsdóttir 2 Brotskøst: Kyndil 6, VB 2 Útvísingar: Kyndil 1, VB 1 Dómarar: Kristian Johansen & Kári Hansen FAKTA UM DYSTIN Tað var sjáldan, at Kyndil megnaði at hótta VB, tá suðuroyarkvinnurnar vitjaðu í Havn sunnudagin Mynd: Álvur