mánadagur 19. februar 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 35 - 19. februar 2007 ]
Svøríki missir Zlatan
Tá Zlatan Ibrahimovich, Olof Mellberg og Christian
Wilhelmsson ikki hildu seg til ásettu reglurnar undan
landsdystinum hjá Svøríki móti Liktenstein, gjørdi venjarin
av, at teir skuldu úr hópinum til tann dystin. Mellberg og
Wilhelmsson góðtóku revsingina, og síðani hava teir aftur
verið á liðnum, men við Zlatan er øðrvís. Í farnu viku slerdi
hann eisini fast, at hann ikki ætlar sær á landsliðið aftur.
– Eg havi í løtuni ongar ætlanir um at spæla á landsliðnum
aftur. Hvør maður má taka sína egnu avgerð, og eg havi tikið
mína, sigur Zlatan, sum 42 ferðir hevur spælt á svenska
landsliðnum.
Reytt kort til Beckham
David Beckham var annan dystin á rað at síggja hjá Real
Madrid, tá teir spældu málleysan javnleik móti Betis um
vikuskiftið. Hesa ferð gekst tó ikki heilt so væl hjá Beckham,
sum móti dystarenda varð rikin av vølli fyri hevnisøku móti
Jose Isodoro. Javnleikurin ber við sær, at Realm Madrid
enn er á fjórða plássinum. Fýra stig aftan fyri Barcelonog
Sevilla.
Spenningur kom
ongantíð í dystin
millum KÍF og
Neistan í Atlantic
Airways kappingini.
Neistin avgjørdi alt í
fyrra hálvleiki
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Dysturin í Kollafirði var
ikki nógvar minuttir gamal,
fyrrenn hann í roynd og
veru var avgjørdur. Neistin
legði fyri sum eitt satt
ódnarveður, og teir lótu
slett ikki kollfirðingarnar
fáa fótin fyri seg fyrstu
longu løtuna. Neistin skor
aði eitt mál fyri og annað
eftir, og brádliga vísti
talvan 5-0 til bláu gestirnar
úr Havnini. Tá vóru fleiri
enn 10 minuttir farnir,
og enn var KÍF slett ikki
komið á talvuna.
13 minuttir
uttan mál
Heili 13 minuttir skuldu
til, áðrenn KÍF fekk sítt
fyrsta mál, men hetta steðg
aði ikki Neistanum. Teir
koyrdu á við somu megi,
og tá 20 minuttir vóru
farnir, høvdu teir økt enn
meir um leiðsluna, soleiðis
at støðan nú var 10-3 til
gestirnar.
Samstundis sum Neistin
spældi væl, so spældi KÍF
ótrúliga illa, og einasti
leikarin, sum av øllum alvi
royndi at steðga Neistanum,
var Óla Kristjan Djurhuus í
málinum. Hann hevði fleiri
stórar bjargingar í fyrra
hálvleiki, men synd er at
siga, at hann fekk nógva
hjálp frá verjuni.
Í hinum endanum stóð
Jacob Larsen eisini ein
fram úr góðan fyrra hálv
leik. Hann tók rættiliga
broddin av stórskjúttunum
hjá KÍF, og hann var ein
góður maður fyri Neistan
henda dagin.
Ongan tíð í vanda
Eftir steðgin var KÍF
munandi betyri við. Ikki
minst var Damir Oros nú
um at koma fyri seg, eftir at
hann einki mál fekk fyrstu
30 minutirnar.
Nóg mikið til at skapa
spenning, var hetta tó
ongantíð. Neistin hevði
snøgt sagt fleiri gear enn
vertirnir, sum – tá tað stóð
best til – minkaðu munin í
fimm mál.
Móti endanum fekk
Neistin aftur økt nakað um
munin, og tað var neyvan
nakar, sum mótmælti uppi
borna sigrinum. Neistin
setti seg á dystin frá fyrsta
bríksli, og nú hava teir
veruliga bart seg innaftur
í heiðursmerkjastríðið.
KÍF-Neistin 21-28 (6-14):
Neistin aftur í
meistarastríðið
KÍF-Neistin 21-28 (6-14)
Málskjúttar
KÍF: Damir Oros 8, Daniel Rapa 4 (2), Ingi
Johannesen 3, Niklas Reginsson 2, Gert Hansen
2, Rógvi Weyhe 1, Eddie Joensen 1
Neistin: Roar Dalsgarð 8, Blagoje Buha 7, Tróndur
Kragesten 5 (1), Jugoslav Djumic 3, Áki Mørk 3,
Dann Thorleifsson 1, Carl Herup Olsen 1
Brotskøst: KÍF 2, Neistin 2
Útvísingar: KÍF 5, Neistin 1
Dómarar: Andreas Hansen & Eyðun Samuelsen
FAKTA
Chelsea og Tottenham
fóru strúkandi víðari
til fjórðingsfinalurnar
í ensku steypakapping
ini, saman við Man
chester City, Plymouth
og Watford. Man
chester United, Arsenal
og Middlesbrough
mugu øll út í umdyst
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Av teimum stóru liðunum
hevði Chelsea lættastu upp
gávuna, tá teir á Stamford
Bridge tóku í móti Norwich,
sum jú hevði sent Claus Bech
Jørgensen og Blackpool úr
kappingini frammanundan.
Chelsea læt ongan iva vera
av nøkrum slag. Teir vunnu
ruddiliga 4-0 við einum sjálv
máli, og so einum máli í part
frá Wright-Phillips, Drogba,
Essien og Shevchenko.
Tottenham fór somuleiðis
sendandi víðari til fjórðings
finalurnar. Málskjúttarnir
vóru Keane og Berbatov. Teir
staðfestu sínar dygdir sum
áleyparar og gjørdu tvey mál
hvør, men Montella í álopinum
hjá Fulham eisini gjørdi vart
við seg, men kanska heldur
keðiliga, tá hann sá reytt fyri
at langa albogan út eftir Keane
móti dystarenda.
Manchester City, Watford
og Plymouth gjørdu Chelsea
og Tottenham kynstrið eftir,
vunnu sínar dystir og komu
somuleiðis víðari í steypa
kappingini.
Reyð vónbrot
Verri var hjá Manchester
United, Arsenal og Middles
brough.
Um vit byrja við síðst
nevnda liði, so komu teir
fram um sum ætlað, tá vinstri
vongverjin, Arca, skoraði fyri
Middlesbrough, tá hálvur tími
var farin. West Bromwich
javnaðu stutt fyri hálvleik, men
beint sum seinni hálvleikur
byrjaði var Middlesbrough
aftur á odda, tá Yakubu setti
eitt brotsspark í netið. West
Bromwich javnaði, tá góður
hálvur tími restaði, men fleiri
mál komu so ikki í dystinum,
sum endaði 2-2.
Manchester United fekk
somuleiðis javnt í sínum
dysti móti Reading, sum
endaði 1-1. Michael Carrick
skoraði fyri vertirnar á Old
Trafford, tá dysturin var hálv
runnin. Manchester United
sá eisini út at hava tamarhald
á støðuni, men brádliga
stóð á jøvnum, tá íslendski
Gunnarsson hevði stútað eitt
hornaspark í netið.
Tá restaðu góðir 20 minuttir,
og í eini roynd at vinna dystin,
setti Fergusson stutt eftir bæði
Scholes og Larsson á vøllin.
Hetta fekk tó onga ávirkan á
úrslitið, og harvið endaði tað
við javnleiki.
Eisini Arsenal mátti taka
til takkar við javnleiki. Teir
raktu ikki málið, tá Blackburn
vitjaði á Emirates Stadium.
Tað gjørdi Blackburn heldur
ikki, og harvið noyðast teir,
eins og Manchester United og
Reading og Middlesbrough
og West Bromwich.
Arsenal og United snávaðu
– Chelsea heldur stílin
Stjørnan staðfesti við
sjey-tumma seymið
favoritt-heitið í bestu
kvinnudeildini, tá
næsti avbjóðarin varð
sendur heim við
sonnum avsmurningi
Kvinnuhondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Skal Neistin taka nakað pos
itivt við sær frá útidystinum
móti Stjørnuni sunnudagin,
so má tað vera fyrstu tíggju
minuttirnir. Her royndu
gestirnir veruliga at taka
steypavinnararnar á bóli,
og í sínum lag tóktust tær á
heimaliðnum at hava nakrar
sálarligar timburmenn eftir
steypasigurin. Eitt fyribrigdi,
sum ofta er sjónligt, tá næsti
dysturin eftir ein stóran sigur
skal spælast.
Neistin kom hesa fyrstu
løtuna upp á eina lítla leiðslu,
men eftir at Henrik Gerster
hevði rópt sínar spælarar
út, so hann fekk geylað tær
ígongd, skrædnaði dysturin
fullkomuliga.
Bláu gestirnir vóru nú
bara at rokna sum statistar
í einum uppvísningsdysti
hjá Stjørnuni, og ein fyri og
annar eftir skolaðu bóltarnir
í Neista-málið.
Hvørki tær bláu ella venjari
teirra vistu síni livandi ráð,
og hóast time-out varð tikið,
so eydnaðist ikki at steðga
eyðmýkingini.
Risa-favorittar
Við 20-7 í steðginum var
eingin sum helst spenningur
at hóma seinna umfarið, og
tær á heimaliðnum høvdu tí
ongan tørv á framhaldandi
at koyra eins nógv á.
Men eftir stendur, at Stjørn
an í dag er størri FM-fav
orittur, enn tær nakran tíð
hava verið. Tað kann væl vera,
at fortreytirnar hjá Neistanum
ikki vóru av teimum bestu, nú
tær spældu leygardag í Vági
og sunnudag í Klaksvík. Og
tað kann væl vera, at Stjørnan
við einum bleytum dysti leyg
ardagin í nógv størri mun
kundi
goyma
kreftirnar
til
sunudagin.
Men har er
eingin sum helst
ivi um, at sigurin
var so ruddiliga
uppiborin, og
sálarliga hevur
hesin helst eisini
givið Neistanum
eitt knekk av
slíkum slag, sum
kann vera sera
tungt at vinna á.
Stjørnan-Neistin 33-21 (20-7):
Neistin bukaðar upp á pláss
Stjørnan-Neistin 33-21 (20-7)
Málskjúttar
Stjørnan: Alina Olaru 7(3), Una Olsen 6, Simona Petersen
6, Joan Midjord Djordjevic 5, Anna Kristina Samson 3,
Louisa Andreasen 3, Bára Skaale Klakstein 3
Neistin: Ása á Neystabø 6, Unn Kragesteen 4(1),
Annika Thomsen 4, Rakul Augustinussen 2, Maria Dahl
2, Nicoleta Radu Hansen 1, Katja Eigemann 1(1), Elin
Stakksund 1
Brotskøst: Stjørnan 4, Neisitn 7
Útvísingar: Stjørnan 5, Neistin 1
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen
FAKTA