Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. februar 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 35 - 19. februar 2007 ] Rok hjá Liverpool Tað spældi alt annað enn friðarligt av, tá Liverpool var í Portugal, har teir fyrireika seg til Champions League dystin móti Barcelona. Millum annað endaðu Craig Bellamy og John Arne Risse hálva vegna í bardaga, og eisini vilja miðlar vera við, at málverjin, Jerzy Dudek, varð tikin av løgregluni. Rafael Benitez, venjari, vil ikki gera ítøkiliga viðmerkingar til hendingarnar. Men hann staðfestir, at hann hevur gjørt spælarunum púrasta greitt, at tað fylgir ein ábyrgd við, tá spælt verður fyri eitt siðvant felag. Inniróður verður 24. febrar Óalmenna FM-kappingin í inniróðri verður í Havn tann 24. februar. Tað er Havnar Róðrarfelag, sum í samstarvi við Kall skipar fyri kappingini, ið hevur fingið heitið Kall-kappingin. Fyri at økja um áhugan, verður kappingin í ár skipað í fleiri aldursbólkum, eins og ein serstøk kvinnustafett hesa ferð verður á skránni. v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Stjørnan 6 6 - 0 - 0 357 278 79 18 2 Neistin 6 4 - 0 - 2 371 316 55 15 3 VB 6 3 - 0 - 3 353 344 9 10 4 StÍF 5 1 - 0 - 4 279 361 -82 4 5 Kyndil 5 0 - 0 - 5 298 359 -61 2 Atlantic Airways-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 VÍF 6 3 - 1 - 2 492 448 44 16 2 Kyndil 6 4 - 1 - 1 467 445 22 13 3 Neistin 6 2 - 1 - 3 484 463 21 11 4 StÍF 6 2 - 0 - 4 432 432 0 11 5 KÍF 6 3 - 2 - 1 424 441 -17 11 6 H71 6 1 - 1 - 4 438 508 -70 6 Steypavinnarar 2007, Dráttur Standandi eru Sólgerð Henriksen, Helga Nordendal, Torgunn Jónsdóttir, Hervør Hansen, Rannvá Ólavsdóttir, Miriam Weihe, Elspa Suffía Joensen, Elisabeth S. Rasmussen, venjari og Gerda Nattesta, liðleiðari. Sitandi eru Anly S. Joensen,. Kristina S. Joensen, Elin Akselsen, Ruth Thomassen og Torgunn Jónsdóttir Mynd: Álvur Steypavinnarar 2007. Mjølnir Standandi eru Trygvi Poulsen, venjari, Jón Syderbø, Thorvald Danielsen, Gunnar Jørgensen, Hjalti Josephsen, Hanni Niclassen, Bárður S. Venned og Karstin Joensen. Sitandi eru Leif á Stongunum, Rúni Elttør, Bogi H. Isaksen, Vladimir Vassilev, Eyðstein Elttør Mynd: Álvur Uttan at tær nakran tíð spílaðu seg út, tók Stjørnan tvey trygg stig við sær av Skála leygardagin Kvinnuhondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ivaleyst sat tað í høvdinum á Stjørnu-spælarunum, at tær sunnudagin høvdu dyst, sum í øllum førum á pappírinum var truplari enn tann, sum liðið skuldi spæla á Skála. Av tí sama gjørdist ferðin heldur ongan tíð tann heilt stóra í dystinum. Uttan veru­liga at spíla seg út, so var Stjørnan heilt greitt betra liðið, og tó at vertirnir royndu at fylgja við, so var avmarkað, hvat tær megnaðu móti yvirveldinum. Spakuliga men trygt togaði Stjørnan seg eisini frá StÍF, og var nakað av spenningi, so hvarv hesin fyrstu løtuna eftir steðgin. Stjørnan leyp tá sjey mál framum, og so var púrasta leyst og liðugt hjá oddaliðnum, sum sein­ astu løtuna kundi flyta tank­ arnar ein dag og eina upp­ gerð fram. StÍF-Stjørnan 13-20 (7-10): Meistararnir gjørdu arbeiðið StÍF-Stjørnan 13-20 (7-10) Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 6, Ninna K. Johansen 3(1), Malan Petersen 1, Rósa Johansen 1, Bára B. Danielsen 1, Fríðrun Danielsen 1 Stjørnan: Simona Petersen 5(1), Louisa Andreasen 5, Joan Midjord Djordjevic 4, Hanna Mikkelsen 2, Edith Hansen 2, Anna Kristina Samson 1, Una Olsen 1 Brotskøst: StÍF 4, Stjørnan 3 Útvísingar: StÍF 4, Stjørnan 4 Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum. FAKTA