mánadagur 19. februar 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 19. februar 2007
27
Stutt sagt
Misrak var
orsøkin
Russisku myndugleikarnir
hava nú staðfest, at eitt
menniskjaligt mistak var
orsøkin til, at eitt russiskt
flogfar við 170 fólkum
umborð
datt
niður
nærhendis
ukrainska
býnum Donetsk í august í
fjør. Kanningarnar hava
avdúkað, at annar flog
skiparin var ikki liðugur
við útbúgvingina, og at
tað var hann, sum sat við
róðrið,
tá
vanlukkan
hendi, hóast veðrið var
vánaligt. Flogfarið var á
veg
úr
frítíðarbýnum
Anapa í Suðurrusslandi
til Skt. Pætursborg, tá tað
datt niður. Øll tey 160
ferðafólkini og manningin,
sum taldi 10, doyðu.
Harða
revsing
Tann 52 ára gamli Gujko
Jankovic hevur fingið 34
ára fongsul fyri krígsbrots
verk í borgarakrígnum í
Bosnia í árunum frá 1992
til 1995. Gujko Jankovic
stóð á odda fyri einum
serbiskum herliði. Í 1992
tóku menn hansara mus
limska býin Foca har eyst
uri í Bosnia. Undir rættar
málinum kom fram, at
hermenninir hjá Gujko
Jankovic
myrdu
sjey
menn býnum, fleiri fólk
vórðu burturflutt, og seks
kvinnur vórðu neyðtiknar.
Tann yngsta var bara 12
ára gomul.
Taleban
mennir seg
Afghanska rørslan Tale
ban fær altsamt størri og
størri undurtøku millum
fólkið, og sambært paki
stanska guvernørinum Jan
Orakazi er rørslan vorðin
ein rættilig avbjóðing til
teir útlendsku NATO-her
menninar. Orakazi, sum
er guvernørur í einum
landsparti við afghanska
markið, sigur við AP, at
tað er ikki óhugsandi, at
Taleban hevur fingið her
menn úr Pakistan, men
hann ivast kortini ikki í, at
tað eru serliga misnøgdir
afghanar, sum eru farnir
upp í part við Taleban.
Rørslan hevur boðað frá,
at hon fer at seta eitt stór
álop í verk í vár.
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
-Tað var eitt mistak av Sovjetsamveldinum og USA at
beina fyri teimum langtberandi kjarnorkurakettunum
(Sergej Ivanov)
útlond
Amerikanska
rúmdarumsitingin
heldur eyga við 127
rúmdarsteinum, sum
kunnu raka Jørðina,
og ST mælir til at
finna eina skipan,
sum kann steðga
teimum næskastu
Á amerikonsku rúmdarum
sitingini NASA halda vís
indafólk í løtuni eyga við
127 rúmdarsteinum, sum
hava eina kós, ið ger, at teir
kunnu raka Jørðina. Ein av
vísindamonnunum
sigur
við BBC, at nútímans tøkni
ger tað møguligt at finna
altsamt fleiri slíkar rúmdar
steinar, og at vandin fyri ein
um samanstoyti økist tilsvar
andi. Hann leggur afturat,
at sambært einari meting
hjá NASA eru kanska einir
20.000 aðrir vandamiklir
rúmdarsteinar, sum eingin
hevur fingið eyga á enn.
Í ST verður arbeitt við
einari ætlan um, hvussu vit
kunnu fyribyrgja, at ein
stórur rúmdarsteinur skal
raka Jørðina. Eitt upp skot
er at skjóta rakettir eftir
teimum og at spreingja teir,
og eitt annað upp skot er at
lata rakettir broyta kósina
hjá steinunum, so teir fara
fram við Jørðini.
Tann stóri spurningurin
er, hvør skal gjalda eina
slíka verjuskipan, og tað
orðaskiftið verður neyvan
liðugt fyrr enn um eini tvey
ár, sigur BBC.
Í Russlandi er Sergej
Ivanov, verjumála
ráðharri tilnevndur
varaforsætisráðharri,
og tað kann vera eitt
tekin um, at hann skal
taka við eftir
Vladirmir Putin
Tíðinini um broytingina
komu í einari beinleiðis
sjónvarps sending
frá
stjórnarfundi í Moskva.
Sum varaforsætisráðharri
fær tann 52 ára gamli Sergej
Ivanov
millum
annað
ábyrgdina av tí hernaðarliga
partinum av russiska ídnað
inum, eins og hann fær
rættiliga stóra ávirkan á
búskaparpolitikkin
hjá
stjórnini.
Politiskir eygleiðarar í
Moskva siga, at avgerðin
hjá Vladimir Putin at geva
Sergej Ivanov sæti sum
varaforsætisráðharri kann
vera ein ábending um, at
hann vil hava verjumála
ráðharran at loysa seg av, tá
forsetaval verður í Russlandi
næsta ár. Putin er sera væl
umtóktur, og tí hevur tað
stóran týdning, hvønn hann
vil hava sum eftirmann, nú
hann sambært grundlógini
ikki kann stilla upp aftur,
skrivar NTB.
Vladimir Putin og Sergej
Ivanov kenna hvør annan
væl, og teirra fortíð er eisini
lík. Eins og Putin var Ivanov
yvirmaður í loyniligu trygd
artænastunum
KGB
og
FSB í 20 ár, og harafturat
eru báðir ættaðir úr Skt.
Pætursborg. Ivaleyst er tað
eisini ein fyrimunur fyri Iva
nov, at tað mesta av síni tíð
sum fregnartænastumaður
arbeiddi hann uttanlands,
og tí dugir hann millum ann
að
flótandi
enskt
og
svenskt.
127 rúmdarsteinar
kunnu raka Jørðina
Ivanov nærkast forsetasessinum
NASA heldur eyga við 127
rúmdarsteinum, sum kunnu
raka Jørðina, men tað veruliga
talið er helst nógv størri.
Sergej Ivanov. Verður
tað hann, sum skal loysa
Vladimir Putin av næsta
ár?