mánadagur 19. februar 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 35 - 19. februar 2007
lýsingar
Starvið
Fulltíðarstarv sum skrivstovufólk er leyst at søkja í
Mentamálaráðnum.
Talan er um eitt áhugavert og fjølbroytt starv í Yrkis-
deplinum við møguleikum fyri fakligari og persón ligari
menning við skiftandi uppgávum.
Arbeiðsøki
Í høvuðsheitum at arbeiða við øllum vanligum fyrisiting-
arligum uppgávum og at hava skrivligt og munnligt
samskifti við viðskiftafólk, t.e. lærupláss, lærlingar, yrkis-
skúlar, yrkisnevndir og onnur innan arbeiðsmarknaðar-
og yrkis útbúgvingarøkið.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum, at umsøkjari:
- Hevur handilsskúlaútbúgving og royndir í skriv stovu-
yrkinum ella aðra javnsetta útbúgving og royndir,
- hevur góðan teldukunnleika og kunnleika til mál,
serliga føroyskt, og
- hevur góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálv-
støðugt.
Lønar – og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar -
málaráðið og Starvsmannafelagið.
Setanarøkið fevnir um alt stjórnarráðið og tess stovnar.
Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:
Yrkisdepilin
Postrúm 3279
FO-110, Tórshavn
ella sum teldupostur til: peturoh@yrkisdepilin.fo
Umsóknir skulu vera Yrkisdeplinum í hendi í seinasta
lagi 23. februar 2007, kl. 16.00.
Starvið verður at seta skjótast til ber.
Upplýsingar um virksemið hjá Yrkis deplinum eru at
fi nna á heimasíðuni: www.yrkisdepilin.fo
Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, ber til at ringja til
Petur Oluf Hansen, fyrisitingarleiðara, tlf. 555066.
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harumframt fyrisitur ráðið
uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Yrkisdepilin er ein sjálvstøðug fyrisiting í Mentamálaráðnum, sum fyrisitur arbeiðsmarknaðar- og yrkisútbúgvingarmál, herundir at
vera fyrisiting hjá Yrkisútbúgvingarráðnum og yrkisnevndunum. Yrkisdepilin fyrisitur eisini ávís viðkomandi málsøki fyri Mentamálaráðið,
herundir at avgreiða ferða- og lønarendurgjald til lærupláss o.l.
Skrivstovufólk
sansir.fo