Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 36 - 20. februar 2007 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 VINNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tryggingarfelagið Føroyar víðkar virksemið. »Betri pensjón« er navnið á nýggja lívstryggingar- og pensjónsfelagi teirra. Í løtuni starvast fýra fólk hjá »Betri pensjón«. Tey arbeiða við seinastu fyrireikingunum, soleiðis at allir smálutir eru fingnir upp á pláss, tá felagið trínur inn á marknaðin. – Higartil hevur alt fyri­ reikingararbeiðið gingið sum ætlað, og vit arbeiða nú miðvíst við at fáa allar smálutir á pláss, sigur stjórin í »Betri pensjón«, Mortan Poulsen. Gongst sum ætlað, verður tað innan eitt hálvt ár, at »Betri pensjón« stígur inn á marknaðin við sínum til­ boðum og brýtur molopolið, sum higartil hevur valdað á føroyska marknaðinum. – Vit ætla at fevna breitt. Betri pensjón fer at bjóða privatkundum, fakfeløgum og virkjum einfaldar og fjølbroyttar tænastur. Tað skal vera lætt og ómaksleyst – fyri ikki at siga betri – hjá øllum at brúka Betri pen­ sjón, sigur Mortan Poulsen. Lætt at skifta skipan »Betri pensjón« varð formliga stovnað í gjár. »Betri pensjón« er eitt nýtt dótturfelag hjá P/F TF Holding, á sama hátt sum Tryggingarfelagið Føroyar er eitt dótturfelag hjá TF Holding. Við stovnsetanini av »Betri pensjón« er mono­ polið á lívstryggingar- og pensjónsøkið brotið. »Betri pensjón« fer at veita føroy­ ingum tryggingar innan skaða, lív og pensjón. Hetta fara tey undir í summar, og verður tað gjørt gjøgnum deildirnar hjá Trygg­ingarfelagnum og um­vegis heimasíðuna hjá »Betri pensjón«. Mortan Poulsen sigur, at stjórin á »Betri pensjón« hevur hesar fyrimunir: – Einfaldar upp­tøku­treyt­ ir, egnan pensjónskassa, tað verður ikki goldið meiri fyri trygging enn tørvur er á, lágan umsitingarkostna, og tað verður einfalt at koma inn og úr skipanini. Hetta seinasta við, at tað er lætt og einfalt at koma inn og úr skipanini legði Mortan Poulsen stóran dent á, og hann kundi gera greitt, at um tú fert úr skipanini, so flytur uppsparingin við tær út. Vita hvar pengarnir fara Mortan Poulsen greiddi frá, at fyrireikingarnar av nýggja felagnum hava stað­ ið á í eitt gott ár. Nú »Betri pensjón« byrjar sítt virk­ semi, eru slagorðini betri val­møguleikar, innlit, avkast og ávirkan. Spurdur um hetta ikki í stóran mun eru populistisk hugtøk, og um hetta ikki eru meiri at­finningar av kapp­ing­ar­ neytanum, svarar Mortan Poulsen, at í »Betri pensjón« vita fólk, hvat pengarnir fara til. – Vit hava skilt, at fólk hava verið ógreið um, hvat tey hava fingið fyri peningin tey hava goldið. Tey hava ikki vita hvussu pengar teirra verða brúktir. Tað skal nú broytast við »Betri pensjón«, og sam­ bært Mortan Poulsen skulu kundar teirra ikki rinda meiri fyri trygging enn tørvur er á. Málsetningurin hjá »Betri pensjón« er at fáa 1200 kundar fyrsta árið og ein umsetning upp á 25 milliónir krónur. Um tíggju ár skal »Betri pensjón« hava ein triðing av markn­að­ inum undir sær VINNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað er ikki eitt felag uttan málsetningar, sum Trygg­ ing­arfelagið Føroya hevur sett á stovn. Mortan Pouls­ en, stjóri í »Betri pensjón«, gjørdi á tíðindafundinum í morgun greitt, at málið fyrsta árið er at fáa 1200 kundar og ein umsetning upp á 25 milliónir krónur. Hetta metir hann vera ein realistiskan málsetning. Um tíggju ár er ætlanin so, at »Betri pensjón« skal hava ein triðing av markn­að­ inum undir sær. Alsamt fleiri eldri fólk Gunnar í Liða, stjóri í Trygg­ ingarfelagnum Føroyar, vísti á, at tørvur er á kapping á økinum. Hann segði, at tølini tala fyri seg, har talið av eldri fólkum bara økist, meðan talið á arbeiðandi fólkinum er fallandi. Hann vísti til eina meting av demografisku gongdini, sum Fíggjarmálaráðið hev­ ur gjørt, har talið av ar­­ beiðsførum fólki fyri hvønn pensjónist í 2050 verður 1,9 í mun til tey 4,1 fólkini í arbeiði, sum í dag eru fyri hvønn pensjónist. Hetta fekk Gunnar í Liða at staðfesta, at vit ikki kunnu líta á fólkapensjón­ ina sum trygd fyri góðum livi­støði, um metingin hjá Fíggjarmálaráðnum av demo­grafisku gongdini heldur. Somuleiðis vísti Gunnar í Liða til nøkur onnur tøl frá Fíggjarmálaráðnum, um eftir­lønaruppsparingar í Dan­mark og Ísland, har Føroyar vóru langt aftan­ fyri. Í 2005 var eftirlønar­upp­ sparingin fyri hvønn íbúgva í Føroyum 92.708 krónur, meðan talið í Danmark var 397.051 krónur per íbúgva og í Íslandi 337.400 per íbúgva. Hetta merkir í stuttum, at á hesum økinum eru Før­ oyar eftirbátur í allar hægstu grad. – Tað hava vit sæð, og tí stovna vit hetta felagið, segði Gunnar í Liða, áðrenn hann gav orðið til Mortan Poulsen, stjóra í »Betri pensjón«. Nýtt lívstryggingar- og pensjónsfelag Søgan í stuttum: 1. juli 1940 varð Trygg­ ingarsambandið Før­ oy­ar sett á stovn, sum eitt fyribils sínámill­um tryggingarsam­band, vegna ta serligu støð­una, ið valdaði, tá sambandið við Danmark slitnaði undir 2. heimsbardaga. Samtakið var sett á stovn við fýra undirdeildum: – Føroya Brunatrygg­ ing, Krígstrygging fyri føroysk fiskifør, Før­oya Sjóartrygging og  Føroya Vanlukku­ trygging. Í 1997 kom nýggj lóg­gáva, sum kravdi eina umlegging av ver­ andi stovnum, og í 1998 varð avgjørt at leggja teir verandi trygg­ingar­ stovn­arnar um til eitt felag, Trygg­ingar­fel­ag­ ið Føroyar, sum vit øll kenna tað í dag. Hetta sum eitt sínamillum­ felag, har allir felagsins tryggingartakarar eru limir í felagnum og eiga felagið. Á eyka­aðalfundi 18. desember 2003 varð sam­tykt, at síná­millum­ felagið skuldi halda fram sum eitt felag, nevnt Ognarfelag Trygg­ ing­artakaranna. Sam­ stundis varð stovnað eitt dótturfelag, Trygg­ ingarfelagið Føroyar Holding P/F, har allar ognir og allar skyldur vórðu fluttar frá sínámillumfelagnum í hetta felagið. TF Holding P/F stovnaði í sama viðfangi Trygg­ ing­arfelagið Føroyar P/ F og varð alt verandi tryggingarvirksemið flutt í hetta felagið. Kelda: www.trygging.fo 1200 kundar fyrsta árið Mortan Poulsen og Gunnar í Liða á tíðindafundinum í morgun Mynd: Álvur Haraldsen Tryggingarfelagið Føroyar hevur stovnað eitt lívs­trygg­ingar- og pensjóns­felag. Hetta er eitt dótturfelag hjá P/F TF Holding, á sama hátt sum Trygging­ingarfelagið Føroyar er í dag, og fer tað til verka um eitt hálvt ár