Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 36 - 20. februar 2007 tíðindi - Nei, her var ongatíð nakað tekin til panikk umborð. - Ja, eg vil faktiskt siga tað so, at her var sjáldsama róligt umborð, sigur ein av manningini, Símun Pauli Viðbjørg í samrøðu við Sosialin. Á land Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Eingin panikkur var umborð á Atlantic Naviga­tor, tá hesin stóri trol­ ar­in rendi á Kunoyarnes nak­að fyri klokkan 10 í gjár­ kvøld­ið. Nakrar tímar seinni kom trol­ar­in­ tó av aftur klettinum, har hann hevði staðið, og fekst síðani at landi í Á­nu­n­um, nakrað seinni enn æt­lað. Enn er ógreitt um nakar skaði er komin á botnin, men roknað verður kortini ikki við stórum skaða. Fyri at tryggja seg fult og heilt var froskmaður frá Atlantic Div­ing niðri og kannaði botn­in, bæði har frammi og har­aft­u­ri fyrrapartin. Hetta varð gjørt við upp­ tøku­tó­li, har menn, m.a. frá Norsk Veritas og sjódeildini hjá Tryggingarfelagnum Før­oy­ar í landi kundu fylgja við á skíggja, hvussu ar­beið­ ið at kanna botnin og møgu­ lig­ar skaðar gekk hjá fros­k­ man­nin­um. Samstundis við hetta vóru fólk frá Skipa­eftir­lit­in­ um á brúnni, har skiparin skul­di greiða frá tí, sum hen­di kvøldið fyri. Sum skilst á monnum í Klaks­vík er ein møgulig or­søk til óhappið í stuttum hon, at umstýringin sveik um­borð. Fullfermt Skipið var at kalla fullfermt av surimi og fiskamjøli - eini 1900 tons - nú ætlanin var at leggja veiðuna upp í Án­ un­um í gjárkvøldið. Æt­lan­in var síðani at fara nýgg­jan túr í morgin. Hetta verður nú av ong­ um, tí øll viðurskifti í sam­ band við óhappið skulu kann­ast fyrst. - Eg haldi, at fólk vóru eitt sindur kedd, tí tey ikki sluppu aftur á nýggjan túr bein­an­veg­in. - Men tað sær ikki so ógvus­ligt út kortini. Kanska verð­ur ikki so leingi, til vit legg­ja frá landi aftur, sigur Sím­un Pauli Viðbjørg. Sum skilst skuldi mann­ ing­in mynstra umborð á mid­degi í morgin. Men er het­ta útsett av góðum grund­ um. Eftir skráningi Upprunaliga var ætlanin, at Navigator skuldi koma at landi í Ánunum um 10-tíð­ ina í gjárkvøldið. Túrurin hesaferð var stutt­ ur, men royndist hóast tað av­be­ra góður hjá skipi og man­n­ing. Inntil í gjár­kvøld­ ið. Sjálvur stóð Símun Pauli eina hædd longur niðri enn brúgv­in, tá skipið fór á land und­ir Kunoyarnesi. - Eg veit ikki, men eg merk­ti ótrúliga lítið til tað. Bara eini 2-3 smá rykk, men har var eingin harðligur brest­ur. - Tað virkaði sum hann bara fór heilt spakuliga upp eft­ir einum skráningi, greið­ ir hann frá. At tað ikki var so ógvus­ ligt, sum tað kann tykjast, gjør­di helst sítt til at øll mann­ing­in var so rólig - og at alt fór fram uttan stór­veg­ is dramatikk. Leypa í land Sjálvur heldur Símun Pauli mann­ing­ina at hava verið - Sjáldsama ró - Eg haldi, at øll vóru eitt sindur kedd um at tey ikki slupp avstaðaftur beinanvegin, sigur Símun Pauli Viðbjørg, sum er mjølteknikari umborð á Navigator Mynd: Jens Kr. Vang Tað var eitt sindur undarligt at standa soleiðis uppi á landi, - so tætt, at ein nærum kundi havt lopið í land ”