týsdagur 20. februar 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 36 - 20. februar 2007
– Eg havi onki ímóti
at prísurin á jørð,
verður endurskoðað
ur, men tað skal
gerast við varsemi og
landið skal ikki hava
okursprís, sigur
Bjarni Djurholm
Byggilendi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– At prísurin á byggilendi
verður gækkaður, hevur
ikki so nógv at siga fyri tann
einstaka.
Tað Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður í Vinnumálum,
sigur at hann hevur onki
ímóti, at Búnaðarstovan ætl
ar at dagføra prísin á jørð.
Í Sosialinum í gjár skriv
aðu vit, at ætlanin er at
hækka prísin á jørð og at tað
fer at vera eitt bakkast hjá
teimum, sum skulu byggja.
Vit søgdu, at gongur, sum
ætlað hjá Búnaðarstovuni,
fer eitt grundstykki í Havn
at vera einar 40.000 krónur
dýrari.
Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður, sigur, at tað er
skeivt at blanda hann upp í,
tí hetta er ikki eitt mál, sum
er á borðinum hjá Vinnu
málaráðnum.
– Hetta er eitt mál, sum
Búnaðarstovan arbeiðir við,
sigur hann.
Men Vinnumálaráðið
er kærumyndugleiki og tí
kann tað henda, at tað endar
á borðinum hjá landsstýr
ismanninum. Men fyrrenn
tað hendir, hava vit onki við
málið at gera.
Men Búnaðarstovan er ein
stovnur undir Vinnumála
ráðnum og stovan hevur
vent sær til Vinnumálaráðið
og boðað frá, at ætlanin er
at dagføra prísin á jørð, Tí
teir eru ikki dagførdir síðani
fyrst í sjeytiárunum.
– Vit hava boðað frá, at vit
hava onki ímóti at prísirnir
verða dagførdir, tí tað eru
teir ikki blivnir í yvir 30
ár og hevur sostatt heldur
ikki fylgt prístalinum, sigur
Bjarni Djurholm.
Men Vinnumálaráðið hev
ur eisini boðað frá, at hetta
skal gerast við varsemi.
– Tey, sum longu hava søkt
um jørð og tey, sum hava
hava eina væl grundaða vón
um at fáa jørð fyri gamlan
prís, skulu hava jørð fyri
gamlan prís.
– Landið skal heldur ikki
okra jørð og tí skal prísurin
ikki vera so høgur, at hann
forðar fyri menning og
útbygging. Tí haldi eg, at
jørðin skal seljast sum bíligt,
sum tilber.
Bjarni Djurholm leggur
afturat, at eftirlit eigur eisini
at vera við, at lendið, sum er
keypt frá tí almenna, veruliga
verður brúkt til tað endamál,
sum tað er keypt til.
Men av tí, at Vinnumála
ráðið ikki er partur í málin
um enn, kennir hann heldur
onki til, hvussu nógv ætlanin
er at hækka prísirnar kring
landið.
Um Hetta fer at gera tað
torførari hjá kommunum at
útvega grundstykki, hevur
hann onga viðmerking til.
Men bæði borgarstjórin í
Havn og varaborgarstjórin
í Runavík, vísa á, at tað er
alt ov ósmidligt at fáa jørð
til bygging, tí tað gongur ov
long tíð.
Teir halda, at tað einasta
rætta er at kommunurnar
fáa framíhjá rætt til lendið,
sum liggur í byggiøkinum í
býarætlanunum og so skulu
grundstykkini fella til gjald
ingar, so hvørt tey verða
seld.
– Hetta er ein ítøkilig
atfinning ímóti Búnaðarstov
uni, sum tey mugu svara fyri,
sigur Bjarni Djurholm.
Hann veit heldur ikki
um tað í sær sjálvum er
uppgávan hjá tí almenna
at tryggja bíligt byggilendi
so at frívirðið verður størri
enn hjá einum, sum keypir
privat grundstykki fyri
mangt slíkt.
Landstýrismaðurin vísir
eisini á, at úti á bygd er tað
vanligt, at kommunur ikki
gera so nógv burturúr byggi
búningini,sum kommunan
Havn ger. Harafturat er eisini
vanligt, at kommunur átaka
sær ein part av kostnaðinum
fyri byggibúningina og
sostatt selja grundstykkini
við halli fyri at eggja fólki
at seta búgv.
Sostatt heldur hann, at
undir øllum umstøðum er
prísurin, sum landið tekur
fyri byggilendi, ein ógvu
liga lítil partur av sethúsa
byggingini.
Ílagi at prísurin á byggilendi hækkar
Í farnu viku skrivaði
landsapotekarin
undir sáttmála sum
tryggjar okkum rætt
til nóg mikið av
koppsetingarevni til
at koppseta helvtina
av øllum føroyingum
fyri fuglakrím
Fuglakrím
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Føroyingar hava nú tikið eitt
týdningarmikið stig í royndun
um at basa fuglakrími, skuldi
tað ringasta hent og tað gerst
ein heimsumfatandi farsótt.
Í farnu viku skrivaði Heri
Mørkøre, landsapotekari,
undir sáttmála við altjóða
heilivágsfyritøkuna, Glaxo
SmithKline, um at fáa kopp
setingarevni.
Landsapotekarin sigur, at
sáttmálin tryggjar føroying
um forkeypsrætt til umleið
48.000 skamtir av kopp
setingarevninum.
Tað er nóg mikið til at
koppseta helmingin av
Føroya fólki, tí hvørt fólk
skal koppsetast tvær ferðir.
Men hetta merkir ikki, at
tað ber til at hava koppseting
arevni á goymslu, so at vit
eru til reiðar at koppseta fólk,
beinanvegin ein umfarsótt
tekur seg upp.
Hetta er ein virus, sum
broytist alla tíðina og sostatt
ber ikki til at fara undir at
gera koppsetingarevni, fyrr
enn talan er um eina heims
farsótt, so at vit vita, hvussu
tað sær út akkurát tá.
Eisini til hina helvtina
Samstundis sum vit longu
hava skrivað undir sáttmála
um koppsetingarevni til ann
anhvønn føroying, verður nú
eisini arbeitt við at útvega
koppsetingarevni til hina
helvtina av fólkinum.
Landsapotekarin hevur lagt
eitt tilmæli fyri Almanna- og
heilsumálaráðið um at fáa
heimild til eisini at útvega
koppsetingarevni til hina
helvtina av fólkinum.
Sostatt er ætlanin at útvega
okkum forkeypsrætt til eina
48.000 skamtir afturat.
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður, sigur, at til
mælið er til viðgerðar í umsit
ingini. Men hann ivast ikki
í, at Landsapotekarin fær
hesa heimildina og at hetta
verður avgreitt ein av næstu
døgunum.
– Vit kunnu ikki liva
við, at vit bara hava kopp
setingarevni til helvtina av
føroyingum. Tí skulu vit eis
ini hava koppsetingarevni til
hina helvtina av fólkinum,
sigur hann.
Men harafturat eru Før
oyar eisini við í eini norður
lendskari ætlan um at fram
leiða kopsetingarevni, skuldi
tað verið neyðugt.
– Sostatt eru vit tryggjað so
væl sum tilber, tí vit hava bæði
tryggjað okkum forkeypsrætt
til koppsetingarevni til allar
føroyingar, samstundis sum vit
eru við í eini norðurlendskari
tilbúgvingarætlan, sum hevur
til endamáls at fara undir at
framleiða meiri koppingar
evni og onnur sløg av kopp
ingarevni, skuldi tað verðið
neyðugt.
Tilbúgving klár
Harafturat hava føroyingar
gjørt okkara egnu tilbúgving
arætlan, skuldi tað hent, at
Fuglakrímið verður til eina
heimsumfatandi umfars
sótt.
Hans Pauli Strøm sigur, at
hendan tilbúgvingarætlanin
ásetir ábyrgdarbýtið ímillum
ymsar stovnar, verða vit rakt
av eini slíkari umfarsótt.
Samstundis ásetir hendan
tilbúgvingin, hvørji tiltøk
skulu setast í verk, tá ið ein
heimsfarsótt við fráboðað.
Millum annað verður
ásett, hvussu tey skulu fyri
halda seg á flogvøllinum
og á sjúkrahúsunum. Tað
er eisini ásett, hvussu farast
skal fram um so er, at fólk
skulu avbyrgjast heima og
hvør skal avbyrgjast heima
ella skal í karantenu.
– Føroyar vóru í veru
leikanum fyrsta norður
landið, sum hevði eina slíka
tilbúgvingarætlan, sigur
Hans Pauli Strøm.
– Úrslitið av hesi tilbúgv
ingini og tað at vit hava
tryggjað okkum koppseting
arevni, ger, at føroyingar
eru rættiliga væl brynjaðir,
skuldi Fuglakrímið verðið
til eina heimsfarsótt, sig
ur landsstýrismaðurin í
almanna- og heilsumálum.
– Okkara Heilsuverk og
okkara apoteksverk hevur
arbeitt fyrimyndarliga á
hesum øki, so at vit eru væl
fyrireikað at taka ímóti hesi
avbjóðingini, skuldi hon
komið, leggur hann afturat.
Føroyingar brynja seg
út til at basa fuglakrími
Føroyingar eru nú rættiliga væl brynjaðir at taka ímóti eini umfarsótt av fuglakrími, skuldi tað
hent, at hon fer at gera um seg
Øði um pornomessu
Í næsta mánað verður ein pornomessa í Reykjavík, men
íslendsku politikararnir eru als annað enn fegnir um
tiltakið. Málið verður mett so álvarssamt, at tað bleiv
umrøtt í Altinginum í gjár. Millum teirra, sum tóku orðið,
var forsætisráðharrin, Geir Haarde, og hann lat ongan
iva um vera um, at hann er ímóti tiltakinum. Tað sama
hevur Vilhjálmur Vilhjálmsson, borgarstjóri, sagt, og hann
umhugsar at banna pornomessuni.
Fáa ikki bíligari øl
Í seinastuni hava røddir í Svøríki mælt stjórnini til at lækka
avgjøldini á víni og øli. Millum teirra, sum hava tikið undir
við tankanum, eru fleiri borgarligir politikarar, men í gjár
gjørdi borgarligi forsætisráðharrin, Fredrik Reinfeldt, greitt,
at stjórnin fer ikki at lækka avgjøldini. Tey, sum taka undir
við at lækka avgjøldini, siga, at tað er neyðugt fyri at tálma
tí stóra ølinnflutninginum, men Fredrik Reinfeldt sigur, at
tað er ikki pláss fyri lækking á fíggjarlógini.