Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 20. februar 2007 7 Fáa pengarnar aftur Demokratia-nevndin fær nú tær 45.000 krónurnar aftur, sum nevndin betalti til umstrídda tiltakið á kvinnudegnum Kvinnudagur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað verður kortini ikki við almennum pengum, at skip­ að verður fyri tiltakið á altjóða kvinnudegnum. Demokratia nevndin hevði goldið 45.000 krónur til tiltakið, tí hon metti, at fyrilestrarnir vóru so áhuga­ verdir, at tað var rætt at vera við Tað, sum hevur loypt øði í politikarar er, at atgongu­ merkini kosta 1000 krónur og at ársins kvinna skal veljast og har eru í uppskotið nøvn, sum vóru virkin í arbeiðnum at fáa kynsligan samleika upp í 266 b í revsi­lógini. Lena Mohr, blaðstjóri á Kvinnu, segði við Útvarpið fríggjadagin, at tey hava gjørt av at betala Demokratia peningin aftur fyri at forða fyri, at nevndin syndrast. Her sipaði hon helst til, at Miðflokkin hevur hótt við at rýma úr nevndini og at eisini aðrar kvinnur, sum eru virknar í politikki, hava víst sína misnøgd Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í nevndini, segði samstundis við Útvarpið, at tað mest umráðandi er, at nevndin fær arbeiðsfrið og at peningurin nú skal brúk­ ast til onnur endamál. Spurningurin er bara um tað verður friður, tí hon væntar framvegis, at Demokratia verður við í tiltaki­ num sum fyriskipari, tí tey halda, at fyrilestrarnir eru so mikið áhugaverdir. Tað órógvar býráðs­ arbeiðið í Klaksvík, at borgarstjórin ikki tekur endaliga støðu til um hann fer úr Tjóðveldisflokkinum ella ikki. Men í løtuni er ikki orsøk til at halda annað enn at gjørdar avtalur halda, sigur Rani Nolsøe, býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Vit hava nakrar greiðar av­talur í býráðnum. Og eg dugi ikki at síggja annað enn tað, at tær fara at halda. Rani Nolsøe er býráðs­ limur fyri Tjóðveldisflokkin í Klaksvík. Men hann hevur ein borgarstjóra, sum eitur Steinbjørn O. Jacobsen, sum eisini er valdur á tjóð­ veldislistanum. Men hesin sami borgarstjóri hevur boðað frá, at hann umhugsar sína støðu í Tjóðveldis­flokk­ inum í kjalarvørrinum á sam­tyktini í Løgtinginum um at seta kynsligan sam­ leika upp í grein 266 b í revsilógini. Men síðani hevur hann ikki sagt nakað yvirhøvur um sína politisku framtíð og tað vil hann ikki enn siga nakað um. Vit hava spurt Rana Nol­ søe um tað ávirkar býráðs­ arbeiðið, at floksfelagi hans­ ara, sum stendur á odda fyri býráðnum, letur sína polit­ isku framtíð hanga í leysari luft. Rani Nolsøe sigur, at í van­liga býráðsarbeiðnum hevur tað onga ávirkan. Men í aðrar mátar ávirkar tað kortini. - Borgarstjórin er fram­ veg­is limur í Tjóðveldis­ flokkinum og eftir at hava tosað við borgarstjóran meiri enn einaferð, havi eg ikki orsøk til at halda annað enn tað, enn at tær avtalur, vit hava gjørt, fara at halda alt valskeiðið út. Hinvegin ásannar hann, at verður endaliga avgerðin hjá borgarstjóranum tann, at hann fer úr Tjóðveldis­ flokkinum, er tað ein heilt onnur støða og so má tað takast upp tá. Men hvat so hendir, er ein tilhugsaður spurningur, sum Rani Nolsøe ikki brúk­ ar orku upp á, sum landið liggur nú. Kortini staðfestir hann, at tað hevði avgjørt verið ynski­ligt, at borgarstjórin kom við eini endaligari frá­ boðan um sína politisku fram­tíð. - Tað órógvar at borgar­ stjórin letur spurningin hanga í leysari luft, uttan at taka eina endaliga støðu. Tað ger, at hvørja ferð, vit skulu tosa um politisk mál, fer fyrst ov nógv tíð til at tosa um politisku framtíðina hjá borgarstjóranum, áðrenn vit koma til tær veruligu við­gerðirnar. Tað er ikki serliga effektivt og tí hevði tað avgjørt verið ynskiligt, at Steinbjørn O. Jacobsen tók eina endaliga avgerð, sigur Rani Nolsøe Vildi ynskt at borgarstjórin tók endaliga støðu Rani Nolsøe heldur, at tað hevði verið ynskiligt um borgarstjórin tók eina endaliga støðu