týsdagur 20. februar 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 36 - 20. februar 2007
Dagarnir, har ein
valdi sær eitt luktilsi
fyri lívið, eru farnir. Í
dag verður luktilsi
skift út nærum líka so
ofta sum hosur.
Serliga eru tað tey
kendu, ið gera
luktilsir, sum selja
væl; eisini her í
Føroyum
Luktilsissøla
Eyðhild Jacobsen
eydhild@sosialurin.fo
Paris
Hilton,
Jennifer
Lopez,
Sarah
Jessica
Parker, Naomi Campbell,
Victoria og David Beckham.
Hetta eru nøvn, ið flest øll
av okkum kenna. Í handl
um, sum selja luktilisi, eru
hesi nøvn ikki bara kend
nøvn, men eru eftirhondini
eisini vorðin toppseljarar.
– Tey ungu í dag keypa
nógv vøru eftir merkjum,
og okkara ídnaður er onki
øðrvísi í tann máta. Hvørja
ferða eitt nú Paris Hilton
ella Jennifer Lopez koma út
við nýggjum luktilsum, so
koma tey ungu inn at keypa,
sigur Helga Golightly, sum
er leiðari í Heilsu í SMS.
Hóast tað standa kend
nøvn á fínu luktilsisfløsk
unum, so lata tey yngru seg
ikki heilt lumpa tó.
– Nei, fyri tí um ein er
kendur, so er tað ongin
trygd fyri, at hetta fer at
selja væl. Eitt nú kom
Jennifer Lopez út við einum
lukti, ið æt Still, og hendan
anga kallaðu tey yngri fyri
ólekran, sigur Helga.
Skifta luktilsi eftir
árstíðunum
Tað eru ikki bara tey ungu,
ið velja at skifta luktilsi ofta
út. Eisini fólk, ið eru komin
upp í árini skifta luktilsi
minst tvær ferðir um árið.
– Ja, hetta er heilt tíðiligt
fyri okkum her í Heilsu.
Um summarið, tá ið flestu
av okkum kenna okkum
lættari í lyndi, so skifta tey
til eitt lættari luktilsi, og
um veturin gongur tað
hinuvegin. Hetta spælur
marknaðurin eisini heilt
tíðiliga upp á, tí nærum øll,
ið framleiða luktilsi, gera
tyngri luktilsi um veturin
og lættari um summarið,
sigur Helga.
Eisini aldurin hevur nógv
at siga at siga, tá ið tað
kemur til luktilsi.
– Hóast vit øll eru øðrvísi,
so er tað rættiliga generelt
soleiðis, at tey yngru velja
lættari luktilsi og tey eldru
velja tyngri luktilsi, sigur
Helga.
Klassikararnir yvirliva
Hóast tað koma nógv nýggj
luktilsi út, so eru tað altíð
merkir sum yvirliva.
– Her selja vit enn nógv
av klassisku Chanel no 5 og
Trésor frá Lancome til tær
vaksnu
kvinnurnar.
Og
menninir, teir velja eitt nú
nógv Jean Paul Gaultier og
Hugo Boss, sigur Helga.
Eisini í Drós í miðbýnum
í Havn hava tey klassikarar,
ið selja nógv. Har siga tey,
at Van Gils og Burberry
altíð selja væl til menn, og
Gucci, Estée Lauder og
Dolce & Gabbana selja sera
væl til kvinnur.
Men luktilsi eru eisini, ið
eru við at doyggja út. Eitt
nú tiltikna Old Spice.
– Nei, hetta er slettis ikki
at síggja meira her í handl
inum. Og eg haldi ikki, at
hetta verður saknað. Eg
haldi, at tíðirnar eru farnar
víðari, og menninir eru bara
raskir at fylgja við, sigur
Helga.
Broyttur marknaður
Luktilsismarknaðurin í Før
oyum er broyttur rættiliga
nógv tey seinastu árini. Tey
yngru eru vorðin nógv
raskari at keypa.
– Fyri seks árum síðani
sóu vit nærum ongi fólk
undir 25 ár. Í dag hava tey
yngru tikið heilt yvir. Vit
síggja ung heilt niður í
fjúrtan ára aldur, sigur
Helga.
Menninir, ið nærum slett
is ikki sóust fyrr, eru í dag
eisini vanligir gestur í
luktilsishandlum.
– Ja, teir eru bara raskir
at vitja okkum í dag. Nú
eru teir enntá so ungir sum
12 ár, sigur Helga at enda.
Brúka djóraheilivág
Í Danmark eru ungfólk nú farin at brúka djóraheilivág sum
rúsevni, skrivar Jydske Vestkysten. Talan er um eitt doyv
ingarevni, sum djóralæknar brúka til at doyva ross og onn
ur stór djór. Í Bretlandi hava ungfólk brúkt hetta evnið í
fleiri ár, og vit hava bara bíðað eftir, at tað eisini skuldi
koma higar, sigur Steen Bach, sum hjálpir misnýtarum í
Esbjerg, við blaðið. Løgreglan í Esbjerg váttar, at hon hev
ur dømi um, at ungfólk brúka hetta evnið.
Rópa neyðarróp
Fiskimenn og veiðimenn í Niaqornat nærhyendis
Uummannaq í Grønlandi sendu í gjár landsstýrinum bræv,
har teir kæra sína neyð, tí eingin ísur er við Uumannaq
enn. Tað ger, at veiðimenninir sleppa ikki at veiða, sum
teir eru vanir, og tí vilja teir sleppa at skjóta hval ístaðin
fyri. Í brævinum skriva teir, at nógvur hvalur er at síggja
tætt við bygdina. Tí vilja teir hava eina kvotu frá landsstýr
inum, so teir kunnu sleppa at veiða hval.
Føroyingar vilja anga
sum David Beckham
Eitt veruligt fram
brot á almenna
arbeiðsmarknað
inuml sigur Bárður
Nielsen, sum
fegnast um, at
lønarvøksturin yvir
eitt longri tíðar
skeið verður hildin
á einum rímiligum
støði
Sáttmáli
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Felagið Føroyskir Sjúkra
røktarfrøðingar er eitt av
feløgunum, sum í longri
tíð
hevur
verið
í
s á t t m á l a l o y s i .
Samráðingar hava tó alla
tíðina
verið
við
Fíggjarmálaráðið,
og
hesar hava nú borið eina
semju við sær.
Í tíðindaskrivi verður
boðað frá, at semjan
fevnir um fimm á, har av
gott og væl eitt ár eru
afturvirkandi, tí gamli
sáttmálin var farin úr
gildi.
Samlaði vøksturin í
lønarkarmurin er hetta
tíðarskeiðið 11,6%. Av
hesum eru 2,6% tann
lønarvøkstur, sum hinir
almennu
sáttmálarnir
hækkaðu við samráð
ingum seinast, men har
til er talan um vøkstur á
3% fyri næstu trý árini.
Halda
kappingarførinum
– Hetta er eitt veruligt
nýbrot innan almenna
arbeiðsmarknaðin, og eg
vóni, at sáttmálar yvir
longri áramál í størri
mun fara at eyðkenni
framtíðina, sigur Bárður
Nielsen, fíggjarmálaráð
harri.
– Trupulleikin hjá okk
um hevur verið, at vit
hava nýtt mest sum alla
orku til lønarsamráðingar.
Semjuarnar seinastu ferð
irnar hava annars allar
nortið við eitt nú førleika
menning, men veruleikin
hevur verið, at vit ongan
tíð eru komin hartil, tí
vit mest sum uttan slit
hava verið í samráðingum
við okkurt felag.
Um
lønarvøksturin
fram til 2010 sigur fíggj
armálaráðharrin, at hann
ikki er ónøgdur við hend
an.
– Søguliga, so hevur
árligi
vøksturin
eftir
kreppuárini verið millum
4 og 4,5% um árið, og
tað vita vit, er alt ov
nógv. Tann tilvitanin var
eisini sjónlig, tá seinastu
samráðingarnar
góvu
2,6% yvir tvey ár.
Men hækkanin, sum
er nú, er tó munandi
meira enn 2,6% yvir tvey
ár?
– Ja, men sæð í mun til
lønargongdina
uttan
lands, so er hetta á leið
støðið. Hjá okkum er
sera umráðandi, at talan
ikki er um ein lønar
vøkstur, sum skeiklar
kappingarførið, og tað
haldi eg ikki, at hesin
ger,
sigur
Bárður
Nielsen.
Umframt
sáttmála
hækkingar,
er
ávísar
umflokkingar
eisini
gjørdar, eins og eftirlønin
hjá sjúkrarøktarfrøðing
unum hækkar í 15%.
Tær
broytingar,
sum
hetta ber við sær, eru eis
ini innroknaðar í lønar
karmin.
Fimm ára semja við
sjúkrasystrarnar
Eisini føroyingar vilja anga sum tey kendu, eitt nú sum David Beckham og Jennifer Lopez
Fíggjarmálaráðharrin
vónar, at orka nú eisini
verður til aðrar lutir enn
sáttmálasamráðingar