Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 36 - 20. februar 2007 - Hetta er eitt vala arbeiði, sigur borgar­ stjórin í Sørvági, Jákup Suni Lauritsen Gøtunøvn Snorri Brend Mykines: Í farnu viku fekk bygdaráðið í Sørvági hand­ að eitt álit um gøtunøvn í vestastu oyggj okkara. Í eina tíð hevur ein nevnd arbeitt við spurninginum um, hvussu nýggju gøtu­ nøvn­ini í Mykinesi skulu skip­ast í framtíðini. Nevndin hevur viðgjørt hetta málið væl og virðiliga, og er í roynd og veru komin til eitt spennandi – og helst eisini sjálvsagt – úrslit: - Tey gomlu nøvnini eiga framvegis at verða brúkt, sigur nevndin í áliti sínum. Málið skal nú viðgerast víðari innan umsitingina í Sør­vágs kommunu, sum Myki­nes er partur av. Skilamenn Nevndin sum hevur viðgjørt gøtunøvnini í Mykinesi hev­ ur verið mannað við góðum og staðkendum fólki. Formaður í nevndini var Steingrím Abrahamsen, og annars vóru teir báðir Jákup í Løðu og Oskar Joensen í nevndini. Teir tríggir mæla m.a. til, at brúka nøkur av gomlu staðarnøvnunum í bygdini – á Túala, á Bø og Handan á. Uppskotið hjá nevndini hevur millum annað verið til hoyringar hjá fólki í Myki­nesi. Ein hevur somuleiðis tryggj­að sær at nøvnini eru málsliga røtt, og tí hava fólk hjá Fróðskaparsetrinum eis­ ini verið við í arbeiðin­um. Álitið um gøtunøvnini varð handað borgarstjór­an­ um í farnu viku, og skal tað nú leggjast fyri bygdaráðið til endaliga góðkenning. Sambært borgarstjór­an­ um, Jákup Suna Lauritsen er ikki óhugsandi, at hetta hendir longu á fyrstkomandi fundi, sum verður í næstu viku. - Eg kann bara staðfesta, at hetta er eitt vala arbeiði, sum hesir skilamenninir hava latið úr hondum, sigur hann í stuttari viðmerking. Árliga MáF-stevnan verður á Føroya Fólka­ háskúla í døgunum 9. til 11. mars. - Endamálið er at fáa savnað so nógv sum gjørligt av teimum mongu, ið fáast við áhugaleik, at tosa og kjakast um tey viður­ skifti, áhugaleikarar virka undir, sigur MáF. Forumteatur er eisini á skránni Sjónleikur Snorri Brend Havn: Forumteatur er ein serligur leikháttur, har ein við heilt stuttum leiki lýsir eina trupla og kanska provo­ kerandi støðu, t.d. at onkur verður happaður á arbeiðs­ plássinum ella í skúla­garði­ num. Sami leikur verður spæld­ ur fleiri ferðir. Fyrstu ferð endar hann ikki væl. Næstu ferðina, leikurin verður spæld­ur, kann áskoðarin blanda seg uppí við at broyta reaktiónina hjá teim­ um ymisku leikarunum, so­leiðis at endin gerst posi­ tivari. Forumteatur verður nógv brúkt, eitt nú í menningar­ londum til tess at aktivera og upplýsa fólk um síni rætt­indi, ið er so alneyðugt í einum demokratiskum sam­felag. Tað var brasilski leik­stjór­ in Augusto Boal, ið fann upp á forumteaturformin eina­ferð í sekstiárunum. Ein av forumteatur­greinu­ num er ósjónliga teatrið, ið er nógv útbreitt í londum sum Nepal, har stórur part­ ur av fólkinum eru analfa­ betar og ikki kenna síni rætt­ indi. Tað ósjónliga teatrið, ið verður spælt á gøtunum, virkar soleiðis, at áskoðarin veit ikki, at hetta er teatur, tá ið hann blandar seg uppí. MáF-stevnan byrjar fríggja­kvøldið 9. mars kl. 19. Eftir stutta hugnaløtu við drekkamunni og øðrum góðum, verður farið í gongd við forumteatur. Tað eru Ung í MáF, sum skipa fyri. MáF-stevna við forumteatri Halda fast við gomlu gøtunøvnini í Mykinesi Mykines fær tey gomlu gøtunøvnini Dýrar uppsagnir Tað kostaði Matrikulstovuni meiri 600.000 krónur, at trý starvsfólk skuldu sigast úr starvi, men stovnurin skal tó ikki rinda meiri enn 450.000 krónur, tí Almannastovan rindar ein part av lønini hjá tí eina starvsfólkinum. Tey trý, sum skuldu sigast upp, vóru frá arbeiði í 14 mánaðir, men eitt teirra fekk annað arbeiði. Í síðsta mánað gjørdi inn­ lendis­málaráðið av, at starvsfólkini á Matrikulstovuni skuldu ikki missa arbeiðið kortini. Ikki á veg út Í sambandi við tosið um Búskaparskipan Landsins hevur verið nevnt, at ein stovnur sum Landsverk er á veg út úr skipanini. Men tað avsannar stjórin á Landsverki. Oyvindur Brimnes sigur við Útvarpið, at stovnurin fer ikki at gera sína egnu búskaparskipan. Hann sigur, at Landsverk hevur altíð ment sínar forskipanir til Búskaparskipan Landsins, og ay stovnurin hevur ongar ætlanir um at fara úr Búskapar­ skipanini.