Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 36 - 20. februar 2007 Tað mundi koma sera óvart á allar føroyingar, tá tað seint mánakvøldið frættist, at sjálvt flaggskipið í før­ oyska fiskiflotanum hevði rent á land. Atlantic Navi­ gator við síni stóru manning og góða farmi varð eini ella aðrari orsøk farið á land á Kunoyarnesi, og skiparin gjørdi av at fáa manningina av skipinum. Hóast kvøkkur fyri tey flestu, so gekk alt væl. Sum tímarnir gingu og útvarpið, lokali Norð­lýsis­por­ talurin og Olivantportalurin fylgdu støðuni, endaði hetta drama loksins í øllum góðum, og fyri tey, sum fóru til songar, áðrenn seinasti leikur varð fluttur stutt eftir miðnátt, mundi tað kennast sum ein stórur lætti, tá útvarpið í sending síni kl. 7 kundi upplýsa, at Atlantic Navigator lá bundin við bryggju í Ánunum og ikki lá á havsins botni, um heilt illa vildi til. Tað ultimativa ræðslu­senarioið! Óhugnaligir tankar og kenslur mundu tyngja hvørt sinni í landinum teir spennandi tímarnar mánakvøldið. Um nú skipið sakk, hvørjar avleiðingar hevði tað so ikki fingið fyri reiðarí, fyri manning, ja fyri alt landið! Men tað skuldi tíbetur vísa seg, at framúr gott arbeiði og góð samskipan millum manningina á brúnni á Atlan­ tic Navigator, teir á Brimli og seinni eisini Fagrabergi, tí lokala bjargingarbátinum Ziska og eisini MRCCstøðina á landi, forðaði fyri, at hetta útviklaði seg til eina sanna vanlukku. Nú vita vit ikki í skrivandi løtu, hvussu er stætt við skipinum, um hol er komið á ella um skipið hevur fingið skaða annars. Hinvegin kunnu vit tó staðfesta, at tað ringasta hendi ikki. Og hetta eiga vit øll at vera takksom fyri. Vit skulu heldur ikki gloyma, at tað er ikki av ongum, at Atlantic Navigator verður nevnt flaggskipið í flota­ num. Reiðaríið hevur víst framburðshug við at troyta ein stovn á skilabesta hátt – við at brúka fisk, sum ann­ ars er farin til mjøl, til høgt foredlaða matvøru, surimi. Vit skulu heldur ikki gloyma, hvussu stóran týdning skipið hevur havt og hevur fyri tey mongu av okkara ungfólkum, eisini kvinnum, sum hava fingið sær hýru har. Skipið hevur líkasum verið við til at broyta hug­ burð millum uppvaksandi ættarliðið fyri tí at fara til skips. Man kann loyva sær at siga, at her er talan um eitt slag av skúlaskipi, ið skal geva serliga ungum føroy­ ingum íblástur til at velja henda partin av vinnuni. Fyri reiðarí, manning og ikki minst fyri Klaksvík man tað kennast sum ein lætti fyri ikki at siga ein sigur, at hendingin ikki fekk verri avleiðingar. Vit vilja ynskja øllum, sum hava við skipið at gera, eina góða framtíð. Sosialurin Framúr bjarging Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Málfrøðingurin var gestur í “Degi og viku” í síðstu viku. Annars varð undirrit­ aði biðin um at koma í sjón­ varpsstovuna at tosa um mál tað kvøldið, men tað lá ikki fyri. Áðurnevndi mál­ frøð­ingur kom so í staðin fyri. Mín vitjan hevði tó neyv­an fingið so stórar av­leiðingar. Eg gleddi meg til at hoyra, hvat hesin verji og røktari móðurmálsins hevði at bera fram, tí eg havi stóra virðing fyri arbeiði mál­frøð­ inganna; men eg gjørdist sera vónbrotin og skelkaður av hansara løgnu sjónar­mið­ um! Hvat hevði hann so í mál­ skjáttu síni? Har var ikki ein málslig leiðbeining til kringvarpsfólkini um skeiv­ ar bendingar (sendingarnir, oyggjarnir, eg finni ikki has­ ir stólarnir, vit taka tí næstu fløguna o.s.fr.). Heldur ikki eitt orð um danismur (Hetta er stadigvekk for nemt, sum onkur tók til nú ein dagin, klokkan er kvart yvir sjey, trettindi o.s.fr.). Ikki eitt orð um eina føroyska fjøl­ miðla­úbúgving, sum má vera ein sjálvsøgd fortreyt fyri góðum føroyskum fjøl­ miðlamáli. Nei, málfrøðingurin fanst bert at “hugburðinum” hjá trimum kringvarpsmonnum (holdninginum, segði onk­ ur). Hesir tríggir skuldu ikki sleppa at vísa sín máls­ liga hugburð við at siga tøl­ ini á føroyskum!?! Man tror, det er løgn!? Slíkt kann bert henda í Før­ oyum. Allur annar dansk­lig­ ur hugburður kann helst góð­takast!? Hvat hevði mál­ professarin í Kirkjubø sagt, um hann var í sjón­varps­stov­ uni hetta kvøldið? Dagin eftir er sami mál­ frøðingur í Útvarpinum. Kring­varpsstjórin er eisini har og boðar frá, at nú skulu øll kringvarpsfólk siga tølini á donskum aftur! Tig og tel ikki! Fyri nøkrum ár­ um síðani stríðsmaður móð­ ur­málsins!? Tað mátti annars verið eitt gylt høvi, nú Útvarpið fylti fimmti, at farið so líð­ andi og varliga aftur til tey einføldu, føroysku/norður­ lendsku tølini, sum Út­varp­ ið eisini byrjaði við á sinni. Tey vórðu tíverri útihýst aft­ ur nøkur fá ár seinni, av smá­­sinni. Í norskum fjøl­ miðl­­um er loyvt at siga bæði “sekstifemm” og “femm­ogseksti”, so---. Annars ber neyvan til at nokta hesum undan­gongu­ fólk­um at siga tølini á før­ oyskum, hvørki starvs­fólka­ liga ella løgfrøðiliga!? Talufrælsið er sera høgt í metum millum fjøl­miðla­ fólk. Tískil vænti eg avgjørt, at yrkisfelag fjølmiðlanna fer at gera vart við seg í hes­ um máli! Mótmælið, móðurmáls­ vinir! Við talfrælsiskvøðu Boðað varð frá ein av døgu­num, at ætlanin at ein­skilja Altlantsflog er tikin upp aftur. Partabrøv skulu seljast longu í summ­ ar. Samstundis verður ar­beitt við sølu av Føroya Banka, LÍV og Føroya Tele. Spurnigurin er, um hendan almenna summar­ útsølan er skilagóð Í samgonguskjalinum av­­tal­ aðu flokkarnir at fara undir einskiljingar av øllum hes­ um feløgum. Men onki varð sagt um, at tey øll skuldu selj­ast bíliga á einari al­menn­ari summarútsølu. Tað hevur gingið seint við einskiljingartilgongd­ ini. Men nú samgongu­skeið­ ið fer at halla, tykist vera kom­ið undir land við øllum í senn. Spurningurin er bara, hvussu skilagott tað er fyri landið at seta so stór­ an part av ongum sínum til sølu á parta­bræva­markn­að­ inum samstundis. Í øllum førum hómi eg ein stóran vanda fyri, at hetta fer at lækka prísin mun­andi. Og so er spurn­ ing­urin, um virðismiklu ogn­ir­nar hjá føroysku skatt­ gjaldarunum skulu seljast á summarútsølu fyri undir­ prís, bert fyri at royna at upp­fylla ideologisku ganda­ orðini hjá nøkrum ávísum fáum? Sjálvur haldi eg, at sam­ gongan eigur at viðgera spurn­ingin um einskilj­ing­ ar­nar í næstum, soleiðis at støða kann takast til, hvussu eigarin, skattaborgarin, tann meinigi føroyingurin, fær mest burturúr. Talfrælsið skert í Kringvarpinum - eftir áheitan frá málfrøðingi á Fróðskaparsetrinum!?! Er tað rætt at halda almenna summarútsølu? Á Borg á Argjum í torrasól 2007 Eyðun á Borg Løgtingsmaður www.john.fo John Johannessen