Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 20. februar 2007 11 viðmerkingar Føroya Kommunufelag hev­ur í eina tíð arbeitt við ítøkiligum uppskotum til hvussu ein millum­komm­ unal útjavningarskipan kann gerast Føroya Kommunufelag Tíðindaskriv um útjavning Felagið metir ta vera neyð­ ugt at hugtakið útjavning kemur á dagsskránna og at fyrimunir og vansar við einari slíkari skipan verða neyvt lýstir. Útjavningaskipan óneyðug? Nú røddir eru frammi um at slík skipan er óneyðug, ong­ an mun ger, og at royndir úr okkara grannalondum vísa at slíkar skipanir eru av tí ónda, kennir felagið seg noydd at koma við nøkrum viðmerkingum. Ásannandi at ta skal vera liviligt í øllum samfelagnum, bæði í miðstaðar - og í útjað­ ara øki, hava allar granna­ tjóð­ir okkara eina millum­ kommunala útjavningar­ skip­an. Gaman í eru hesar skipanir ikki lýtaleysar, men tær eru neyðugar fyri at varðveita eitt samhaldsfast samfelag har kommunur og fólk uttanfyri miðstaðarøkið eisini hava møguleikar fyri at menna seg, á jøvnum føti við restina av samfelag­ num. At siga at ein slík skipan ikki er neyðug í Føroyum, er at fara heldur lætt um sann­leikan Verandi støða Á talvuni niðanfyri sæst at inntøkugrundarlagið hjá komm­unum og økjum í Føroyum er sera ymiskt. Sí talvu 1 Suðurstreymur hevur eitt inntøku grundarlag sum er gott 186 túsund kr. pr. skatta­borgara, ímeðan skatta­grundarlagi í Sand­ oynni sum ta lægsta er uml. 145 túsund kr. pr. skatta­ borgara. Altso ein munur uppá góðar 40.000 kr. Økini í landinum kunnu býtast í trý. Norðoyggjar, Eysturoygg­ in, Sundalagi og Vágarnar ið hava eitt inntøku­grund­ arlag sum er eitt vet niðan­ fyri miðalinntøku grundar­ lagið í Føroyum. Streymoy ið liggur væl omanfyri miðal og Sandoy/ Suðuroy sum liggja væl nið­ an­fyri. Skattagrundarlagi hjá kommununum í Suðuroynni og Sandoynni eru uml 25 % lægri enn skattagrundarlagi er í eitt nú Tórshavnar komm­unu. Viðmerkjast skal at talan er bert um A- inntøkur. Høvdu aðrar inn­ tøkur so sum parta­felags­ skattur, vørugjøld o.a. verið tiknar við, hevði munurin verið væl størri. Tað er eingin loyna, at oftani eru ta kommunurnar við lægsta inntøku­grundar­ lagnum sum hava hægstu kommunuskattaprosentini eins og størstu kommunu­ skuldina, so ójavnin í fíggj­ ar­ligu fyritreytinum hjá kommununum eru helst væl størri enn talvan oman fyri vísir. Hvør er støðan hjá borgaranum í dag. Taka vit dømis støðuna hjá trimum borgarum búsitandi ávíkavist á Sandi, Vest­ manna og í Tórshavnar komm­unu. Allir forvinna 200.000 kr. um árið. So skuldu hesir í kommunu­ skatti í 2006 gjalda. Sí talvu 2 Sum sæst á talvuni omanfyri skal ein borgari í Vestmanna og á Sandi gjalda ávíkavist 3.480 kr. og 7.395 kr. meira í skatti árliga, enn ein borg­ ari við somu inntøku í Tórs­ havnar kommunu. Út frá teimum báðum talvunum sum vístar eru, kunna vit millum annað stað­festa at ein skattaborgari í Tórshavn forvinnur í miðal áleið 40.000 kr. meira um árið enn ein borgar í Suðuroynni ella Sandoynni. ( Talva 1) At skattatrýsti er sera ymiskt frá kommunu til kommunu ( Talva 2) Kunnu fleiri øki leggjast út uttan eina útjavn­ ingarskipan? Tá ið landið flytur kommun­ unum uppgávur at umsita so skal landsskatturin lækka, samsvarandi upp­ gávu kostnaðin av tí upp­ gávu ið løgd verður út. Í 2006 vóru øki ið kostaðu 54 mill lagdar frá landinum til kommunurnar at umsita, svarandi til 1,1 % av skatta­ inntøkunum. Hetta merkti at landið kundi lækka skattin við 1,1% og kommunurnar kundu hækka skattin sam­ svarandi uttan at borgarin merkti nakað til hetta. Men talan var bert um eitt miðal­ tal. Av tí at skattagrundarlagi hjá kommunum er ymiskt, hevði helst verið neyðugt hjá ein kommunu við lágum skatta grundarlagi at hækka skattin við meira enn 1,1 %, ímeðan ein kommuna við høgum skatta­grundar­ lagi helst ikki hevði havt fyri neyðini at hækka skatt­ in eins nógv. Vit kunnu taka enn eitt dømi. Ein kommuna við eini miðal inntøku uppá 150.000 kr. pr. skattaborgara ( Til dømis Kommunurnar í Suður­oynni, sí talvu 1) og ein kommuna við eini miðalinntøku uppá 190.000 kr. pr. skattaborgara, (Til dømis Tórshavnar komm­ una) skulu yvirtaka annað­ hvørt skúlan ella eldraøkið. Hvørt av hesum økjum kosta áleið 300.000 mill. Kr., svarandi til uml. 6 skatta­prosent. Við øðrum orðum skuldi landið í samband við yvir­ tøkuna lækka skattin við uml. 6 prosentum, sam­ stund­is sum kommunurnar kundu hækka skattin við 6 prosentum uttan at borgarin merkti nakað økt skatta­ trýst. Men hvat hendur tá ið tvær kommunur við ym­­isk­ um skattagrundar­lagið hækk­­að skattin við 6 pro­ sent­­um. Sí talvu 3 Talvan vísir at kommuna 1, fær 9840 kr. inn fyri hvønn skattaborgara um hon hækk­ ar skattin við 6 prosentum. Kommuna 2 fær 7440 kr. inn, ella 2400 kr. Minni fyri hvønn skattaborgara, svar­ andi til áleið 25 prosent. Um til dømis skúlin verður lagdur kommunun­ um at umsita so fær komm­ unan eina lógarbundna upp­ gávu at umsita. Hon skal reka skúlan í samsvar við ítøki­ligi krøvini í fólka­ skúlalógina. Trupulleikin er at komm­ una 2 skal reka júst somu uppgávu sum kommuna 1, men hon skal reka hesa upp­ gávu við einum kostnaðar­ støði ið er 25 prosent minni. Ein møguleiki er at kommuna 2 hækkar skattin meira enn kommuna 1. Men havandi í huga at komm­una 2 helst longu hevur eitt høgt skattaprosent, eina tunga skuldarbyrðu og eitt lítið inntøku grundarlag, so er hetta neyvan nøkur gongd leið. Hin møguleikin er sjálvsagt at kommunan ikki hækkar skattin við meira enn við 6 prosentum og á ein ella annan hátt royn­ ir at reka lógarbundu upp­ gávuna, skúlan, við vána­ ligari fíggjarligum grundar­ lagi enn kommuna 1. Hetta kann við røttum sigast at vera eitt væl ímillum pest og kolera. Í millum ein vána­ligan fólkaskúla ella eitt hægri skattatrýst. Vandin er stórur fyri at fólk velja at flyta í aðra kommunu, les at fólk flyta til kommunur í miðstaðar­ økinum Føroya kommunufelag metir at spurningur um út­javning eigur at vera við­ gjørdur samstundis, ella innan at fleiri øki vera løgd kommununum at umsita. Spurningur um útjavning og er ímillum evnini ið fara at vera umrødd á um­boðs­ ráðsfundi hjá Føroya Komm­ unufelag 23 og 24 februar. Seinasta góða hálva árið hevur Brúkarasamtakið lut­tikið í arbeiðinum at dagføra Kappingarlógina. Eitt serligt við hesum ar­beiðinum var fyrst og fremst samansetingin av arbeiðsbólkinum, sum í hesum føri var við um­boðum fyri brúkara og vinnu, umframt kapp­ing­ armyndugleikan og Vinnu­ málaráðið. Arbeiðið hevur gingið sera væl, og bólkurin hev­ ur verið samdur um flestu lutirnir í nýggja uppskot­ inum. Í nýggju Kappingar­lóg­ ini er atlitið til brúkaran tikið við longu í fyrstu grein­ini, eins og øll lógin leggur upp til eina nógv betur skipaða kapping. Mill­um annað tá tað snýr seg um samanleggingar og avtalur millum fyri­tøk­ ur. Brúkarasamtakið er ser­ liga nøgt við, at hald skal leggjast á vinningin, ið kann staðfestast av, at fyri­ tøkur ikki halda seg til Kappingarlógina. Kortini meta vit ikki, at henda áset­ing einsamøll kann tryggja brúkaran ímóti órætti. Til hetta krevst møgu­leikin fyri at føra sakar­mál í bólki. Og her mæla vit til, at t.d. ein brúk­aramyndugleiki fær rætt til at føra endur­gjalds­ krav fyri allar teir brúk­ar­ ar, ið ikki greitt bera seg undan. Annað gevur ikki meining. Um vit taka sakina um bakararnar á sinni. Vit kunnu ímynda okkum, at teir brúkarar, ið hava gold­ ið ov nógv fyri breyðið, ætla at stevna. Teir vilja hava endurgjald fyri tað, ið teir hava goldið ov nógv. Sum er má hetta gerast á tann hátt, at ein stevning skal stovnast fyri hvønn einstakan brúk­ ara, og at hesir brúkarar hvør í sínum lagi gera upp og skjalprógva sín miss. Ein vónleys upp­ gáva, ið ikki gevur nakra serliga meining. Tí nýtist ongum vinnurekandi at vera bangin fyri nøkrum endurgjaldskravi frá brúk­ aranum, ið sostætt verður tann, ið má bera kostn­að­ in. Arbeiðsbólkurin hevur eisini nortið við spurn­ing­ in, hvørt mann skal mæla til eina lóg um alment inn­ keyp. Her var ikki so nógv at kjakast um, tí full semja var um, at hetta mátti vera ein sjálvfylgja. Hóast semja var um hetta, var raðfestingin av grund­ gevingunum ikki heilt tann sama hjá øllum. Með­an vinnan fyrst og fremst vil tryggja sær, at tað almenna ikki setur kapp­ingina til viks, hugs­ ar Brúkarasamtakið meira um ein almennan inn­ keyps­politikk. At tað al­menna sum ein stór­brúk­ ari kann vera við til, gjøg­ num sítt innkeyp, at gera vørur, ið annars ikki eru so atkomiligar, meira at­komi­ligar hjá vanliga brúk­aranum. So sum vist­ frøði­ligar vørur, svana- ella ES blómu-merktar vør­ur, FSC-merkt timbur, sólfangarar o.l. Eisini vísir tað almenna við sín­ um innkeypspolitikki hvørja støðu vit sum land hava til viðurskifti av etisk­um, samfelagsligum, heilsuligum og um­hvørv­ isligum slagi. Her og nú er tað heilt greitt fyri øll, at Føroyar onga støðu hev­ur til ein hóp av mál­ um. Innkeyp er eitt av teim­um. Hetta uppskotið til nýggja Kappingarlóg er ikki nakar endaligur sann­ leiki, ið megnar at standa í allar ævir. Samfelagið broytist alla tíðina, og tí mugu tillagingar gerast við jøvnum millumbilum. Onkrar ásetingar kunnu vísa seg at vera óhepnar, meðan annað kann tykjast at mangla. Men samanum tikið eru vit í Brúkara­samtak­in­ um sannførd um, at henda nýggja Kappingarlógin, um hon verður samtykt, fer at skapa eina meira virkna kapping, og harvið eina nógv størri gagn­ nýtslu av okkara tilfeingi. Økt krøv til umsitingina av lógini verða vunnin fleir­faldað inn aftur gjøg­ num eitt virknari vinnulív, ið verður betri brynja at virka undir vanligum al­tjóða krøvum. Brúkarasamtakið Petur í Gong Kappingarlógin Er neyðugt við einari útjavning? 1 Hagstovan 2 í hesum dømi eru Vestmanna og Kvívík partur av Streymoy. Tórshavn hevur eitt miðalskatta grundarlag uppá uml. 190.000 kr pr. borgara 3 Toll og skatt Talva 11 Øki Skattskyldug inntøka pr.skattaborgara 1 Norðoyggjar 161.800 2 Eysturoy 165.502 3 Sundalagið 166.015 4 Streymoy2 186.261 5 Vágar 164.151 6 Sandoy 145.438 7 Suðuroy 150.371 Miðal 172.033 Talva 23 Kommuna inntøka Skattaprosent Kommunuskattur Tórshavn 200.000 kr 19,75 34.365 Vestmanna 200.000 kr 22,00 38.280 Sandur 200.000 kr 24,00 41.760 Talva 3 Kommuna (miðalinntøka-botnfrádrátt) = Skattagrundarlag Skattabroyting uppá 6% Kommuna 1 (T.d. Tórshavnar kommuna) (190.000 - 26.000)= 164.000 9840 kr. pr. Borgara Kommuna 2 (T.d. kommunurnar í Suðuroynni) (150.000 - 26.000)= 124.000 7440 kr. pr. Borgara