Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 36 - 20. februar 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Hósdagin 22. februar fyllir Hans Pauli Sundstein í Grind­ sted á Jútlandi 50 ár. Hans Pauli er føddur 22. februar 1957 í Søborg nær­ indis Keypmannahavn. Foreldrini eru Lydia og Jógvan Sundstein, sum í dag búgva í Holbæk. Hans Pauli er elstur av trimum syskjum. Hini bæði eru Rutt og Eivind. Rutt býr i Holbæk og Eivind býr á Frederiksberg. Familjan búði í Danmark til á vári 1964, tá tey fluttu heim til Føroya. Hans Pauli var júst fyltur 7 ár. Stutt eftir at hann var fluttur til Føroya, gjørdist hann álvarsliga sjúk­ ur. Hetta broytti lív hansara. Hann varð opereraður fyri heila­svull, og av skurð­við­ gerðini misti hann sjónina á báðum eygunum. Tá vóru undirvísingar­ møgu­leikarnir fyri brekað ikki so góðir í Føroyum. Hann mátti til Danmarkar á blinda­skúla. Men hann ynskti at vera í Føroyum, og við góðari vælvild frá teim­um á tí tá nýstovnaða skúlanum fyri deyv og talu­ brekað á Skansavegnum, kom hann inn á tann skúlan, har hann fekk alla sína skúla­ gongd. Skúlin menti seg til Føroya Spesialskúla ella Skúl­an á Trøðni, sum tók sær av fleiri handikappum. Sum tíðin gekk, var hann av og á á Blindaskúlanum á Refsnæs við Kalundborg og til tíðir á Blindainstituttinum í Keypmannahavn. Eftir fólkaskúlatíðina fór hann í realdeildina, sum tá var í Hoydølum, har hann tók realprógv. Tá hann var um leið 20 ára gamal, flutti hann til Dan­ markar. Eitt skifti var hann á Blindainstituttinum, men fyri tað mesta búði hann í egnari íbúð. Hann hevur havt ymisk arbeiði, sum hann maktaði við sínum breki. Rættiliga tætt samskifti hevur hann eisini havt við Dansk Blinde­ samfund. Hann hevur verið aktivur á nógvum økjum, serliga í samband við undirvísing av blindum. Millum annað at brúka hvíta stavin. Størsta áhugan hevur hann annars fyri it-tøkni. Hann hevur tikið prógv sum undir­vísari innan hetta øki og ferð­ast rættiliga nógv í sam­band við undirvísing av øðrum blindum í hesum týdn­ ingarmiklu hjálpitólum hjá blindum. Eftir at hava búð nógv ár í Keypammanhavn flutti Hans Pauli fyri umleið trimum árum síðani til Grindsted í Jútlandi, har hann keypti sær eini hús. Hann trívist væl í tí jútska. Adressan hjá Hans Pauli Sundstein er: Nørregade 35, DK 7200 Grindsted. Hann hevur eisini eina heimasíðu: www.hapasu.dk. Hans Pauli Sundstein 50 ár Fríggjadagin 23. februar letur Heri av Reyni í Havn upp eina listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Heri, ið er útbúgvin mask­in­­meistari, hevur sein­ astu tjúgu árini starvast í Norð­­urlandahúsinum, men í frítíðini teknar og málar hann. Heri hevur teknað og mál­ að, síðan hann var ungur, og hann hevur nomið sær út­­búgving innan hetta øk­ ið á kvøldskúla nakrar vetrar. Myndaevni síni finnur Heri á gongutúrum í Havn­­ini og har umvegir og á ferðum sínum kring landið. Máln­ ingar og tekn­ingar hansara á hesi fram­sýning lýsa eitt nú nátt­úruna nærhendis Havnini, býin sjálvan, skip við bryggju og einstakar bygdarmyndir. Harafturat eru nakrar náttúrulýsingar í vatnlitum, ið sýna nátt­úr­ una í fjølbroyttum litum og lýsi. Heri hevur áður sýnt fram á Ólavsøkuframsýningini og á Hotel Hafnia, men hetta er fyrsta framsýning hans­ara í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin letur upp fríggjadagin 23. febru­ar kl. 17 og er opin til kl. 20. Leyg­ardagin og sunnu­ dagin er opið frá kl. 16 til kl. 20. Heri av Reyni í Smiðjuni Fríggjadagin 23. februar letur Heri av Reyni upp eina listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík Við mínum orðavali í við­ merk­ingunum í bløðunum hósdagin havi eg tíverri sært onkran. Tað er einki galið við teimum kvinnum, ið eru á listanum at velja ímillum. Tað er politiska stríðsmálið, fleiri av teimum verða heiðr­aðar fyri, ið eg tali at. Heiðringin hjá Kvinnu hoyrir ikki saman við arbeiðinum hjá Demokratia. Heldur ikki hevur heiðringin nakað við tað at gera, sum vit vanliga hava hátíðarhildið 8. mars fyri. Ætlanin um at gera broyt­ ingar í rúsdrekkalógini, so­leiðis at skonkt kann verða uttandura, er ein vanlukkulig ætlan. Mín meting er, at hetta upp­ skotið er beinleiðis í stríð við galdandi rúsdrekkalóg, ið hevur til endamáls at tálma rúsdrekkanýtsluni. Hetta upp­skotið fer heilt givið at økja um drykkjuskapin. Royndirnar er, at lættari tú kemur til rúsdrekka, tess meiri verður drukkið. Endamálið broytingunum tykist mær vera eitt einasta: At hola rúsdrekkalógina út og javna vegin fyri fríari rús­drekkasølu í Føroyum, um­framt at nøkur útvald skulu hava eyka vinning av hesum skitna handli, sum gongur útyvir heilsu og lív hjá ungum og eldri landsmonnum. Fyri mong foreldur, mamm­ur og pápar, børn og onnur, ið kenna sviðan og ræðuleikarnar av rúsandi løgi, ið hevur herja hús og heim, er henda ætlan eitt slag í andlitið. Vit skuldu farið hinvegin og gjørt lóg­ ina strangari aftur, tí hon oyðilagt nógv nógv menn­ iskju og heim sum er. Lat­ið okkum bjarga tí, sum bjargast kann. Rúsdrekka hevur dripið nóg nógvar av kæru landsmonnum okk­ara. Eisini er tað ein andsøgn til landsætlanina um banna royking yvirhøvur í Føroyum. Ásannanin av at royking oyðileggur heilsuna hjá roykj­arum og teimum, ið ikki roykja, men sum anda roykin inn kortini, er orsøkin til ætlanina um almenn bann av royking. Men tað er somuleiðis stað­fest at rúsdrekka oyði­ leggur heilsu og drepur fleiri av kæru landsmonnum okkara, og myrkaleggur lívið hjá húsfólkunum. Dag og dagliga hoyra vit um, at so og so nógvir bilførarar er tiknir fyri at koyra við kenning, at rúsdrekka var atvoldin til ferðsluvanlukkur, umframt at rúsdrekka er atvoldin til at fólk verða sligin niður á opnari gøtu, skadd og skam­fýlað fyri lívið, bæði likamliga og sinnisliga. At Sosialurin og Dimma­ lætting gleðast um at skoynk­ing úti á gøtuni skal ger­ast veruleiki, er ógvi­liga harmiligt. Eingin av teim mongu foreldrum, konum og børnum í landi okk­ara, sum kenna – og hava kent - oyðingarsviðan av brennivínsdjevlinum, gleð­ast. Tey skilja einki av hesum eirindaleysa brenni­ víns­politikkinum, sum oyði­leggur okkara ungdóm – framtíð Føroya. Uttanduraskeinking er ein vanlukka aftrat Svening av Lofti viðmerkingar Óheppið orðaval rúna sivertsen www.sosialurin.fo