Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 20. februar 2007 13 Kistan við Lenu Ellingsgaard fer úr Lands­sjúkra­hús­ kapellinum í kvøld klokkan 18. Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum mikudagin klokkan 13. Sólvá Jacobsen, Toftir, dóttir Súnfríðu og Rógva Jacobsen andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 18 februar, 1 ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum mikudagin 21. februar klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni hósdagin klokkan 13. Tey ið vilja minnast Sólvu kunnu lata eina peningagávu til Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum konta í Eik banka. Johannes Jacobsen, skómakari í Fuglafirði, andaðist í Vesturstovu sunnudagin 18. februar, 96 ára gamal. Kistan fer úr Vesturstovu í kvøld klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Fuglafjarðar kirkju hósdagin 22. februar klokkan 13. Tey, ið vilja minnast skómakaran, kunnu lata eina peningagávu til Vesturstovu Kjartan Magnussen, Húsavík, andaðist í heiminum sunnudagin 18. februar 83 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinri. Andlát og jarðarferðir Sunnumorgunin andaðist Johannes Jacobsen – betur kendur sum Skó­makarin – í Fuglafirði, 96 ára gamal. Abbi var nú mettur av døg­ um og tað vit kunnu kalla klárur at fara. Abbi kom til Fuglafjarðar í 1930 at virka sum skó­ makari. Hann er føddur og uppvaksin í Funningi, men fór sum fjúrtan ára gamal til Havnar at læra til skómakara hjá mammubeiggjanum, Knút Petersen. Abba dámdi sera væl tíð­ ina í Havn, og hann tosaði ofta um Havn­ina í 20’unum, tá hann seymaði sjó­monn­ um stylvar á verkstaðnum hjá Knút í Smiðjustovu í Bringsnagøtu – og hann visti altíð nógv at siga um gomlu Havnina, sum tá í stóran mun fevndi um Reynið og leiðirnar har um vegir. Í 1930 fór abbi til Fugla­ fjarðar. Hví hann júst endaði har, veit eg ikki rættiliga, men mær er sagt, at onkur lat hann vita, at í Fuglafirði var eingin skómakari – og skómakari kravdist í eini bygd við nógvum sjófólki. Saman við systur síni, Magninu, flutti hann til Fugla­fjarðar. Har fekk hann sær verkstað, og skjótt fann hann eisini ommu, Ellufíu hjá Óla á Mið­gerði, og giftust tey í februar í 1936. Abbi og verkstaðið hava altíð verið ein eind – verk­staðið var ein ógvu­ liga týðandi partur av heim­inum hjá ommu og abba. Tá vit vóru børn, var abbi á verkstaðnum allan dagin, og omma helt hús, var í køkinum, og vaskaði klæði. Tað var altíð so hugaligt at sita á verkstaðnum hjá abba – og fylgja við, hvussu hann við hondunum skapti skógvar, sum t. d. kundu linna ringa ryggpínu hjá onkrum við ein­um ov stutt­ um beini. Abbi var ikki bara skómakari, hann var eisini ortopediskur skómakari, tað vistu vit børn eisini, tí fólk komu til hansara úr øllum landinum at fáa gjørt – ella umbygt – skógvar, so teir passaðu til ein skeivan fót ella eitt ov stutt bein. Eg minnist eisini, at abbi onkuntíð eisini gjørdi bein til fólk – protesur. Tá var eg stoltur av abba mínum, tí tað var ikki ein og hvør, sum hevði ein abba, ið dugdi at gera føtur, bein og knø. Í dag høvdu vit óivað kallað tað at vera cool... Tað var stórur saknur, tá omma doyði í 1977, men lívið skuldi halda fram, og sum við handverkinum, so hevði abbi evni at skapa trivna og lív rundan um seg. Abbi og omma fingu sjey børn: Jóna, Ninnema, Óli, Oddvør, Lena, Sigga og Osvald. Tólv eru abba­ børnini, langabbabørnini 31 og tvey eru oldur­abba­ børnini. Friður verið við minnum um kæra abba mín, Skó­ makaran í Fuglafirði. Eirikur Skómakarin í Fuglafirði farin Dagurin 21. februar. Sámuel. Dagurin hildin til minnis um dómaran Sámuel, sum valdi og salvaði kongarnar Saul og Dávid (fyrra Sámuelsbók, kap. 1-25). Hebráiska navnið merkir hoyrdur av Guði. Fríggjadagin 23. februar verður Anna Jensen 90 ár. Hóast sín høga aldur er Anna enn byrg og fylgir væl við, hvat fyriferst í samfelagnum. Anna er fødd og uppvaksin á Sandi og er tann elsta av fimm systkjum. Foreldur Onnu vóru Kristina Ras­mus­ sen, f. Hentze, og Jógvan Ras­mussen í Køk, bæði av Sandi. 15 ára gomul stóð hon í krambúðini á Eldhúsi, ið júst tá læt upp á fyrsta sinni og 18 ára gomul fór hon til Havnar at tæna hjá Vilhelmi Nielsen, ið hevði bilverkstað í Jónas Broncks gøtu. Í 1940 giftist Anna við Ansgar Jensen koyrilærara og fingu tey 8 børn, fýra gentur og fýra dreingir. Hon hoyrir til tey, har seinni heims­bar­ dagi hevði stóra ávirkan, og væl dugir hon at greiða tí yngra ættar­liðinum frá tí, ið hendi her í Havnini undir krígnum, sum hon sjálv tekur til. Hóast hon hevur búð megin­partin av lívinum í Havn, tosar hon framvegis klingandi, sjarmerandi sands­mál. Onn­ur eyðkenni frá heim­bygdini eru treiskni, trúfesti og gávumildni. Anna hevur altíð verið vinarlig og fyrikomandi og havt eitt gott og vinsælt sinnalag. Gestablídni hevur heldur ikki skortað, og mong eru tey av Sandi, Suðuroy og aðrastaðni bæði nær og fjar, ið hava gist og notið gott av hennara blíðskapi, bæði Yviri við Strond og seinni í Fjósa­ gøtu. Mamma hevur altíð arbeitt heima, og tað eru vit systkin tær sera takksom fyri. Spælihugurin hevur altíð verið ógvu­ liga stórur bæði til bingo, V4 og gekk, og mangir eru vinningarnir, ið hon hevur vunnið. Í dag hevur hon 13 ommubørn og 23 langommu­børn, og øll vitja hana so ofta sum til ber. Vit ynskja henni hjartaliga tillukku við hesum stóra degi og eydnu og Guds signing í komandi tíðum. Føðingardagurin verður hildin í HB-hús­inum fríggja­dagin 23. februar frá kl. 12-16, og øll eru hjartaliga væl­ komin. JJ Anna Jensen, Tórshavn, fyllir 90 ár Sunnudagin 18. februar, andaðist okkara elskaða dóttir og systir Sólvá Jacobsen Bønarhald verður í kapellinum á Landssjúkrahúsinum mikukvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 13.00 úr Fríðrikskirkjuni Súnfríð, Rógvi, Rói og Hanus Tey, ið ynskja at minnast Sólvá, kunnu lata eina gávu til barnadeildina á Landssjúkrahusinum. Konto í EIK. 90 ár Týsdagin 20. februar verður Fía Sørensen í Hvannasundi 90 ár, dagurin verður hildin í Missiónshúsinum á Viðar­ eiði frá kl 16 til 21. Lesið Sosialin - so eru tit við