Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 36 - 20. februar 2007 Fleiri av teimum, ið vóru farin á konsert­ir­ nar hjá Rednex í Fugla­firði og REX fríggja­kvøldið fóru skuff­aði til hús, tí bólk­urin hevði ikki kar­ismatisku Mary Joe við sær til Føroyar Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Svenska songkvinnan gjørd­ ist í vikuni somikið sjúk av streptokokkum, at bólk­ urin hóskvøldið ringdi til føroysku fyrireikararnar og við boðum um, at Mary Joe meldaði avboð. – Vit fingu tríggjar møgu­ leikar at velja ímillum. Vit kundu avlýsa, at tey komu og spældu play-back ella, at hinir limirnir komu og sungu live. Hetta bar væl til, tí Mary Joe einans spælir ein stóran leiklut í tí eina kenda lagnum, Wish You Were Here, sigur Rúni Djurhuus frá byin.fo. Rúni greiðir frá, at teir vóru greiðir yvir, at tað ikki bar til at bjóða føroyingum play-back, so tí var loysnin við hinum limunum vald, hetta fyri ikki at avlýsa tiltøk­ini. – Vit høvdu fingið í lag, at ein góð føroysk song­ kvinn­an skuldi vera við sum avloysari á Wish You Were Here, og inntil um 19 tíðina fríggjakvøldið var hetta ætlanin. Men tá av­gjørdi Mary Joe, at hon ikki vildi hava, at nøkur onnur songkvinna luttók í hennara stað, greiður Rúni Djurhuus frá. Men átti fólk ikki at fingið boðini, tá byin.fo visti um hetta longu hósdagin? Rúni viðgongur, at tað tey kundu havt kunnað um hetta, men at av tí, at tey arbeiddu við eini aðrari loysn, var trupult at vita, hvat tey skuldu kunna um. Hann sigur tó, , at tað ikki ber til at broyta tað, ið er gjørt ella ikki gjørt. Men vísir á, at tey flestu hugnaðu sær alíkavæl. – Onkur vildi hava pen­ ingin aftur, og onkri fingu tað, sigur Rúni Djurhuus. Rednex uttan Mary Joe Ræst í Reykjavík Leygarkvøldið 24. februar skipar Føroyingafelagið í Reykja­ vík fyri veitslu, og hóast tað sambært íslendskari lóg er forboðið at innflyta ræst kjøt til landið, verður kjøtið á borðinum leygarkvøldið kortini ræst, men tað er ræsað í Íslandi. Felagið hevur fingið tann kenda tíðindamannin og politikaran Árna Johnsen úr Vestmannaoyggjunum at vera veitslustjóra. Aftan á borðhaldið verður dansur. Føroyinga­ felagið í Reykjavík varð stovnað í 1943. Ferð á í Grønlandi Grønlendingar læna pengar sum ongantíð fyrr til hús, bilar og bátar, og tað sæst aftur í roknskapinum hjá Grøn­lands­ bankanum fyri árið í fjør, sum varð almanna­kunngjørdur í gjár. Raksturin gav 67 mió. krónur í avlopi eftir skatt. Tað var 11 mió. krónur meiri enn í 2005 og besta úrslitið hjá bankanum, síðani hann varð stovnaður fyri skjótt 40 árum síðani. Roknskapurin vísir týðiligan vøkstur bæði á tí privata og á tí vinnuliga økinum, sigur KNR. Kost og ernæring Børn og pædagogik Idræt og sundhed Kreativitet og design Linieskolen – den moderne husholdnings- og håndarbejdsskole Smag på livet! Vi satser på at give dig større faglighed, selvværd og personlig ballast. www.linieskolen.dk Østergade 77, 8370 Hadsten, +45 86 98 01 45 Fællesskab og venner for livet! Virðislønta songkvinnan Mary Joe var ikki við, tá Rednex vitjaðu í Føroyum fríggjakvøldið Mynd: Scanpix.dk Tá Atlantic Music Ev­ent aftur vitjar í Reykja­vík 31. mars, verð­ur tað við nøkr­um av okkara fremstu tón­ leika­nøvn­um, lut­tak­ar­ ar verða Eivør, Teitur, Gestir, Høgni Lisberg og Brandur Enni Tíðindaskriv Høvuðsfyriskiparar av AME Reykjavík eru Menn­ingar­ stovan, Norður­landahúsið og TUTL. Høvuðskonsertin verður kenda á spælistaðnum NASA í Reykjavík, leygarkvøldið 31. mars 2007. Vónandi fara tónleikarnir eisini at spæla aðrar konsertir í Reykjavík, eitt nú var skipa fyri smærri hugnaligum konsertum á Grandrock til AME í Reykja­­vík 2006. Møguleiki er eisini fyri onkrari konsert í øðrum hølum, meira verður at frætta um hetta seinni, siga fyri­reikararnir. Fyrireikarnir vænta hópin av gestum at til konsertina og eisini at íslendskir fjøl­ miðl­ar og onnur innnan tón­ list­avinnuna fara at koma til AME í Reykjavík. Í fjør vóru bæði skrivandi og sjónvarp til tiltakið. AME tiltakið í 2006 hevur havt við sær størri fokus á føroyskan tónleik í Íslandi, tí nú verður meira av nýggjari føroyskum tónleiki spældur í íslendskum útvarpi, m.a. tey sum luttóku í fjør. – Fyri at økja enn meira um áhugan hava vit valt at blanda konsertina við bæði kendum og minni kendum føroyskum nøvnum í Íslandi. Hesi eru Teitur við strúkarum, Eivør Pállsdóttir við bólki, Gestir við strúkarum, Brandur Enni duo og Høgna Lisberg við bólki, verður sagt úr Norð­ urlandahúsinum. Ætlanin var at Brandur skuldi luttaka í 2006, men tá var nýggja tilfarið hjá Brandi ikki klárt. Men nú er Brandur klárur at trína á íslendska tónlistapallin við nýggjum tilfarið. RÁS 2 í Íslandi hevur gjørt av at taka upp konsertina og senda hana á páskum 2007. Høvuðsstuðlar eru Menn­ ing­ar­stovaan við stuðli frá Vinnu­framagrunnurin, Norð­ ur­­­landahúsið í Føroyum og Altantic Airways. Aðrir stuðl­ ar eru m.o. Jákup Jakob­sen, Sjó­­mansheimið Ørkin og ís­ lendska bryggjaríið Vífil­fell. AME fer aftur til Íslands Høgni Lis­ berg spælir aftur í ár á AME Reykjavík, í fjør fekk Høgni gjøgn­ um­brot í Íslandi í sam­bandi við lut­ tøkuna mynd: nud