Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 36 - 20. februar 2007 Tá Hummer limous­in­ an varð flutt inn í landið, var bæði MVG og GATT-tollur gold­ in. Innflytarin skilur ikki, hví Akstovan hevur upplýst fyri Sosialinum, at talan var um brot á § 25 í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m. Bilar Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hallur Poulsen, greiður frá at, talan er um eina mis­skilj­ ing úr enda í annan. Byin.fo setti seg í samband við Hall, tí teir vistu, at hann plagdi at innflyta bilar. Hetta var mikudagin 7. februar og fyri­spurningurin var, um hann kundi fáa teimum eina Hummer limousinu til Føroyar við Norrønu leygar­dagin 10. februar. Hóast talan var um knappar vend­ingar, so gekk hetta. Hallur fann eina Hummer Limousinu í Týsklandi og keypti hana. Hallur legði út fyri hana, og tók sær somuleiðis av kostnaðinum fyri øll avgjøld. – Tá bilurin kom til Før­ oy­ar við Norrønu, legði Norrøna at í Klaksvík og eg rind­aði eg bæði GATT-toll og MVG. Týski eigarin hevði boðað mær frá, at pláturnar kundu brúkast í øllum Evropa, og tá Akstovan ikki hevði tíð til at gera sýn­ ið beinanvegin, hugsaðu vit, at vit kundu koyra við út­lendsku plátunum, inntil Akstovan hevði tíð til at gera sýnið. Tað, sum vit ikki vistu var, at hóast pláturnar vóru lógligar, so var tað bert eigarin, sum hevði loyvið at koyra við bilinum, og áðrenn bilurin varð skrá­settur í Føroyum, stóð eigarin at vera upprunaligi týski eigarin, greiður Hallur Poulsen frá. Løgreglan hevði sostatt fullan rætt til, at steðga bilin­um, tí tað var skeivur bilførari, ið koyrdi hann. Men Hallur heldur, at tað er sera óheppið, at tað er lagt fram, sum um talan var um óreglusemi við avgjøldum. – Eg havi goldið øll av­gjøldini, og Byin.fo hev­ ur endurrindað mær alt, so tí er tað uppspunnið, um Ak­stovan ber fram, at talan er um annað. Í gjár vistu eigararnir at siga, at Limousinan, ið stendur í Gøtudali, eftir at Løgreglan steðgaði henni sunnumorgunin, fær før­oysk­ ar plátur í morgun. Byin.fo hevur ikki snýtt Toll og Skatt Hummer Limousinan hevði týskar plátur, tá hon kom til landið Mynd: Jens Kr. Vang Á kvittanini sæst, at MVG og GATT-tollur er goldin, upphæddirnar eru goymdar eftir ynski frá eigarunum Jógvan Hansen held­ ur fram í X-Factor, meðan hin luttakarin við føroyskum til­ knýti, føroyskt gifti Siggi, varð sendur heim, nú einans 8 lut­ takarar eru eftir í best umtóktu sjónvarps­ send­ing í Íslandi nakrantíð Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Jógvan Hansen er nú millum tey 8 síðstu í íslendsku út­gáv­ uni av X-Factor kapp­ing­ini, ið er nógv tann best umtókta sendingin í ís­lendskum sjón­ varpi nakr­antíð. Við flestum áskoðara­atkvøðum kom Jógv­ an utt­an trupulleikar víðari fríggja­kvøldið, greiðir heim­ ildarmaður okkara í Reykja­ vík, Jens Guð frá. – Jógvan sang Leave Right Now hjá Will Young, men tað var so langt frá, at hann noyddist at gera, sum sangurin beyð, tí Jógvan er heilt tryggur orsakað av, hvussu væl dámdur hann er. Serliga millum konufólk er hann vorðin ein sonn sup­ erstjørna, sigur Jens Guð. – Eg var saman við míni 76 ára gomlu mammu og vitjaði hennara 83 ára gomlu systir í vikuskiftinum. Vit sótu og hugdu at sjónvarpi. Tá ein lýsing X-Factor kom, fóru tær at tosa um, hvussu fittur Jógvan sær út, so hann hevur breiðan tokka. Tær báðar duga ikki at sms’a, so tær fáa ikki atkvøtt, men tær yngru kvinnurnar eru dúgligar at atkvøða, sigur Jens Guð. – Tann, ið varð sendur heim hesa vikuna æt Siggi. Siggi hevur virkað í Føroyum sum trúboði fyri nøkrum árum síðan, har hitti hann konu sína Ranvá Olsen í Havn. Ranvá flutti við honum til Íslands. Siggi plagdi at vera sangari í einum tungmálms bólki, tá hann var yngri, og hann hevði nógvar fjepparar. Fleiri av hesum vóru í øðini, tá hann varð sendur heim. Nú eru somikið fáir lut­ takarar eftir, at teir allir eru sera dugnaligir og í hvørjum føri er talan um smá frávik, ið avgera hvør verður verandi og hvør verður sendur heim, greiðir Jens Guð frá. Jógvan Hansen gongur sigursgongd Boys In A Band gera um seg Eftir nakrar slakar vikur fyri føroyskan tónleik á 15 teimum bestu, gera Boys In A Band nú ein vørr. Lagið Super Contagious blandar føroyskan tónleik upp í topp 5. Besti nýggi bólkur á Planet Awards heldur sostatt á við at sannføra. Hetta er annars eitt av bert tveimum føroyskum løgum á listanum hesa vikuna. The Dreams og lagið Babu á 10. plássi er hitt lagið. Samstundis roynir Føroya tyngsti rokkbólkur, Sic, seg við eykalagnum To Dare To Risk To Regret. Nelly Furtado og lagið All Good Things Come To An End liggur aftur hesa vikuna ovast á listanum. Popplist eigur enn ovasta pláss Á sølulistanum yvir fløgur hjá tónleikahandlinum Expert í SMS er føroyskur tónleikur vælumboðaður. Ovast liggur enn Popplist 5, meðan Knúsandi Løgur við Flemming er á øðrum plássi. Endurstovnaða boybandið Take That eigur 3. pláss frammanfyri nýggjastu útgávuni hjá Hanus og Aldubáruni, Frå Leddiken. Martin Joensen og Hinir á 5. plássi og víkingamálminum hjá Týr á 7. plássi eru hini føroysku umboðini á listanum. Siggi t.v. mátti lúta, meðan Jógvan t.h. slapp víðari til næsta umfarð