Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 vinnusíðurnar Nr. 36 - 20. februar 2007 Í løtuni verður fyri­ reikað at gera ábøtur á undir­støðu­kervið í útoyggj, serliga í Skúvoy, har ætlanin er at gera nýggja havn fyri yvir 20 milliónir Útoyggjamenning Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í løtuni roynir Vinnu­mála­ ráðið, saman við Lands­ verki, at finna útav, hvussu bøtast kann um undir­støðu­ kervið í útoyggjum. Løgtingið hevur aftur í ár samtykt at brúka tríggjar milliónir til at bøta um undir­støðukervið í útoyggju­ num. Og í Løgtinginum nú ein dagin sóknaðist Páll á Reyna­túgvu, løgtings­mað­ ur, eftir, hvussu ætlanin er at brúka hendan peningin. Bjarni Djurholm, lands­ stýrismaður í vinnumálum greiddi frá, at av teimum trimum milliónunum, eru 2,6 milliónir markaðar til at gera havn í Skúvoy. Sostatt eru 400.000 krón­ ur eftir til onnur endamál. Ymsar útoyggjar hava søkt um at fáa burturav stuðli­num og í løtuni er Lands­verk í ferð við at kanna umsóknirnar. Tá ið hann er liðugur, leggur hann eitt tilmæli fyri lands­ stýrismannin í vinnumálum, sum síðani tekur støðu. Og fyrrenn Landsverk er liðugur, ber ikki til at siga nakað um, hvussu pening­ urin verður brúktur. Hinvegin vísti lands­ stýrismaðurin á, at í Skývoy er ein betri havn tað mest alneyðuga av øllum, tí ann­ ars er oynni ikki lív lagað. Hann sigur, at projekt til nýggja havn, er klárt Og nú verður viðgjørt, hvussu tær 2,6 milliónir kunnu brúkast til havnina og, hvussu tað ber til at byrja uppá nýggja havn í Skúvoy fyri pengarnar. Hann helt, at tað er rætt at bera skjótt at við at gera havnina í Skúvoy. - Men so mugu løg­tings­ limir ásanna, at brúk verður fyri 20 milliónum afturat, legði hann afturat. Og tað rokni­stykki roynir lands­ stýrismaðurin nú at fáa at ganga upp. Annars hava fleiri út­oyggjar roynt at fáa breið­ band í oygjgarnar burturav stuðlinum. Men Bjarni Djur­ holm upplýsti fyri Løgtingi­ num, at hetta var ein íløga, sum Føroya Tele sjálvt vildi standa fyri, og fíggja. Gera klárt at brúka pening á útoyggj Marknaðarrák Volvo hevur endiliga latið sítt boð inn uppá 55% av Nissan Diesel. Ætlanin er at brúka sterku støðuna hjá Nissan Diesel í Asia, at vaksa um virksemi sítt har. Keypið fer vænt­andi ikki at hava stóra ávirkan á inntøkurnar í stutta tíðarskeiðnum, men gevur Volvo stórar inntøku­ møgu­leikar sum frálíður. Roknskapurin hjá Carlsberg vísti, at sølan gjørdist sum væntað, meðan vøksturin serliga stavaði frá Baltic Brewery Holding (BBH). Í Vestur­ evropa og hjá BBH gjørdust inn­ tøkan størri enn væntað. Eftir vinningsstaðfesting á parta­ brævamarknaðunum í undanfarnu viku, eru vísutølini hækkaði aftur. Fyrr umtalaða rættingin er framvegis í væntu. Tó er ilt at siga just nær hon verður. Dollarin viknaður Hesa farnu vikuna er amerikanski dollarin viknaður mótvegis krónuni. Hann viknaði 1,4%, úr 5,74 í 5,66. Annars hevur dollarin ligið millum 5,71-5,78 seinasta mánaðin. Harvið eydnaðist ikki á hesum sinni at fáa dollaran upp um 6,00 kr. Útlit eru nú fyri, at hann fer at vikna niður móti 5,60 kr. Orsøkin til lækkingina í farnu viku var í stóran mun, at pen­ ingur streymaði úr USA til íløgur í útlondum. 11 mia. dollarar var netto streymurin úr USA. Væntað var ein netto innstreyming av peningi til USA á 70 mia. dollarar. USA hevur tørv á 60-70 mia. dollarum úr út­land­ inum hvønn mánaða til at fíggja met­ stóra hallið á gjaldsjavnanum.   Lánsbrævarentur støðugar Lánsbrævarentur vóru aftur støðugar hesa farnu vikuna. 10-ára rentan er 4,08%. 1-árs rentan er í løtuni um­leið 4,25%. Hon er sostatt ikki ávirkað av, at ECB gav ábendingar um, at stutta rentan verður sett upp í næsta mánað. Hetta var longu inn­ roknað í lánsbrævarenturnar. Hesa vikuna Hesa vikuna verður rentupolitikkurin í USA í andgletti. Haðani kemur upp­ritið frá seinasta rentufundinum í tjóðbankanum, umframt prís­vøkst­ urin í januar. Hetta gevur ábendingar um rentupolitikkin komandi tíðina, og hevur stóran týdning fyri allar marknaðir. Volvo gevur boð uppá Nissan Diesel                                  SEK      Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.                Skal Skúvoy verða lív lagað, er neyðugt við betri havn og tað arbeiðir landsstýrið við Vika 8, 2007