Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 20. februar 2007 21 ­ Stutt sagt Bíða eftir bjarging Trý fólk, sum vóru farnir niðan á hægsta fjallið í ameri­­kanska statinum Ore­ gon, Mount Hood, bíða nú eftir hjálp at sleppa oman­ aftur. Tey trý, tveir menn og ein kvinna, sleppa ikki omanaftur, tí veðrið er so ringt, og tað vána­liga veðr­ ið hevur eis­ini forðað bjarg­ ingar­liðu­num at veita teim­ um hjálp, skrivar AP. Tey trý hava fartelefonir við sær, so tey fáa givið boð frá sær, og harafturat hevur eitt teirra útgerð, sum ger, at bjargingarliðini vita, hvar á fjallinum tey trý eru stødd. Jim Strovink, løgreglu­ ovasti, sigur við AP, at tey trý eru vát og køld. Tey hava ein hund av slagnum Labrador hjá sær. Fangar latnir leysir Umleið 8.000 fólk, sum hava sitið í fongsli í afri­ kanska landinum Rwanda, eru latin leys, hóast tey vóru skuldsett fyri at hava verið uppi í fólkamorðin­ um har í 1994. Fyrr eru umleið 60.000 fólk, sum vóru skuldsett fyri tað sama, latin leys, og stjórn­in vónar, at hetta kann lekja sárini eftir tað blóð­uga fólkanmorðið, sum kostaði umleið 800.000 mannalív. Tey, sum mistu síni næstu í fólkamorði­num, mótmæla avgerðini hjá stjórnini. Tey siga seg stúra fyri, at dráps­ menn kunnu fara at endur­ taka tað, sum teir gjørdu fryri 13 árum síðani. Mynd­ ug­leikarnir hava gjørt vart við, at fleiri av teimum leys­ latnu verða tikin aftur, tí tey seini hava hava roynt at fjala, at tey vóru uppi í fólka­morðinum. Betri kunning Í seinastuni er komið fram, at ólag hevur verið á teim­ um svensku kjarn­orku­verk­ unum fleiri ferðir tey seinastu árini. Tað hev­ur fing­ið danska um­­hvørv­is­ mála­ráð­harran, Connie Hede­gaard, at krevja, at dansk­ir myndugleikar verða kunnaðir, tá ólag er á verkunum. Í gjár samd­ust hon og svenski starvs­bróð­ ur hennara, Andreas Carl­ gren, um eina skipan, sum skal tryggja, at myndug­leik­ arnir í Danmark verða kunn­­aðir, tá ólag er á svensku kjarnorkuverk­un­ um. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Tað er ikki ein spurningur, um ísurin við pólarnar bráðanr, men hvussu skjótt hann bráðnar (amerikanskur veðurlagsgranskari) útlond Møguleikin fyri at sleppa undan, at ísurin við pólarnar bráðnar burtur, er um 50 prosent, sigur ST í einari frágreiðing, sum verður kunn­ gjørd í vár Veðurlagsserfrøðingarnir hjá ST ivast ikki í, at tað er luftdálkingin, sum hevur gjørt, at ísurin við Norð­ pólin, Suðurpólin og í Grøn­ landi bráðnar, og teir halda, at møguleikin fyri at steðga hesari gongdini er um 50 prosent. Tað kunnu ganga fleiri hundrað ár, til allur ísurin við pólarnar og í Grønlandi er bráðnaður burtur, men eydnast tað ikki at steðga tí stóra útlátinum av veður­ lags­gassum, fer ísurin at bráðna skjótt. ST-serfrøðingarnir siga, at bráðna ísurin burtur, fara heimshøvini at fløða mill­ um fýra og seks metrar, og tað fer at hava við sær, at nógv láglendi fer undir. Eitt nú fer oyggjalandið Mal­ divurnar undir, og í stór­bý­ um sum New York, London og Tokyo fer sjógvurin at fløða niðan í gøturnar. ST-veðurlags­ser­frøð­ ingarnir almanna­kunn­ gjørdu sína seinastu frá­ greið­ing í síðsta mánað, og har var niðurstøðan, at tað er at kalla vist, at tað er dálk­ingin, sum er orsøk til tann veksandi hitan á Jørð­ ini. Um tveir mánaðir kemur ein frágreiðing afturat. Jona­ than Overpeck, veðurlags­ granskari á lærda háskúla­ num í amerikanska statinum Arizona, er millum teirra, sum hava skrivað hana. Hann sigur við bretska blað­ ið The Guardian, at tað er ikki ein spurningur, um ís­ urin við pólarnar fer at bráðna, men hvussu skjótt hann bráðnar. Ein av útrokn­ ingunum hjá serfrøðing­un­ um sigur, at heimshøvini fara at fløða ein metur í hesari øldini, sigur hann. Amerikanararnir ætla at bumba kjarnorku­ verk og samferðslu­ kervið í Iran, gevst landið ikki við sínum kjarnorkuætlanum Amerikanski flogberin ”Dwight D. Eisenhower” liggur nú í Persiska Flógv­ anum, um nakrar dagar kemur ein flogberi afturat inn í flógvan, og tann triði sigst vera á veg. Tað hevur fingið fleiri at halda, at USA fyrireikar seg til at bumba mál í Iran, um landið ikki gevst at ríka uran, so­leiðis sum ST hevur kravt. BBC veit at siga, at ameri­ kanska herleiðslan hevur lagt eina fullfíggjaða ætlan um álopið. Eftir henni skulu flogførini bumba kjarn­orku­ verk, flogvallir, herflota­ støðir, rakettstøðir og aðrar herstøðir kring alt Iran, sam­ stundis sum herskip skulu skjóta rakettir eftir nøkrum av málunum. Amerikanska verjumála­ ráðið avsannaði fyrradagin, at USA ætlar at leypa á mál í Iran, men sambært BBC liggur álopsætlanin klár í ovastu leiðsluni, sum heldur til í Florida. Kjarnorkueftirlitið hjá ST hevur sagt, at iranar hava ríkað so mikið av urani, at tað er nóg mikið til ídnaðarligt brúk, men at tað kortini fer at taka fleiri mánaðir, áðrenn landið kann gera eina kjarnorku­ bumbu. Iranska stýrið av­sannar harafturímóti, at land­ið ætlar at fáa sær kjar­ norkuvápn. Samstundis bendir alt á, at Iran ætlar ikki at lata seg ræða av av amerikonsku hótt­an­unum. Í gjár fór iranski herurin undir eina stóra venjing, og iranska sjón­varpið vísti myndir av verjurakettum, sum eru ætlaðar til at skjóta flogfør hjá fíggindanum niður. Tað vendist ikki aftur: Ísurin á pólunum fer at bráðna USA hevur fullfíggjaða ætlan um álop á Iran