Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 36 - 20. februar 2007 tíðindi Í gjár var Visjónstorg á Hotel Hafnia, har eini 60 fólk viðgjørdu strategi­pappírið fyri Vælferð. Visjóns­torg­ið varð skipað við framløgu, og fólk kundu síðani gera viðmerkingar, seta spurn­ ingar og kjakast um evnini Visjón um vælferð Mál fyri vælferð og vælferðargransking Vælferðarsamfelagið skal menn­ast, so at tað stuðlar upp undir tær avbjóðingar, ið standast av altjóða­gerð­ini og ein­stak­­linga­gerðini Vælferðar- og heilsu­ gransking skulu vera ein týðandi táttur í at tryggja føroyingum eitt vælvirk­andi heilsu- og al­manna­­verk Væl­ferð­ar­­ráð verður skip­að, ið ger viðmerk­ingar til tann førda vælferðar­poli­tikkin í einum langtíðar­høpi Samfelagsligi karmurin í Føroyum líkist teimum skandinavisku væl­ ferð­ar­samfeløgunum. Breið semja er um at menna væl­­ferðarsamfelagið og sosialu skip­aninar í Føroyum, soleiðis at tær eru sambæriligar við tær í granna­londum okkara. Hóast mót­ støðu og atfinningar, hevur norður­ lendska skipanin víst seg at vera haldgóð. At okkara vælferðarskipan eis­ ini í framtíðini verður grundað á universalismu, merkir, at allir borgarar hava ávís grundleggjandi rættindi í trongstøðum so sum arbeiðsloysi, sjúku og aldurdómi, og at allir borgarar – sama, hvat tilknýti teirra til arbeiðsmarknaðin er – hava rætt til sosialar veitingar og tænastur. Henda universalistiska skipan byggir á eina samhaldsfasta fígging og ábyrgd, ið merkir, at sosialu veitingarnar í høvuðs­ heit­ um eru fíggjaðar gjøgnum van­ ligan skatt, ið tað almenna, land og kommunur, hava ábyrgdina av at útvega, helst í samstarvi við privatar stovnar. Breiðkað vælferðarfígging: Tørv­ur er á støðugum tillagingum av vælferðarsamfelagnum. Tað nógva av virkseminum á almanna­ økinum er í dag skattafíggjað, og eitt støðugt politiskt trýst er fyri at minka um útreiðslurnar. Tí hev­ ur verið tosað um, at ávísar veit­ ingar av røttum áttu at verið av­ markaðar til fólk við fíggjarliga trongum kørmum, og/ella at eitt hámark eigur at verða sett fyri veit­ingum. Betri granskingarumstøður: Neyð­­ugt er, at seta av byrjanar­ pen­ing, at samstarva við gransk­ arar og granskingarstovnar í Før­ oy­um og úti í heimi, og at Føroyar eru við í granskingarsamstarvinum hjá ES og Norðurlond Umframt hetta er neyðugt, at bæði almanna­ verkið og heilsuverkið skapa um­støður fyri gransking og menn­ ing, so at vit harvið byggja upp egnan granskingarførleika og eina greiningarskrivstovu. Betri hagtalsgrundarlag: Ein kom­andi KT-høvuðsskipan fyri Almannastovuna kann gera hana til fremsta vitanarsavn fyri gransk­ ing á sosiala økinum. Gerast kunnu umfevnandi og nøktandi hag­talsyvirlit, sum kunnu geva eitt gott samanberingargrundarlag, eisini við onnur Norðurlond. Eis­ ini eru møguleikar at samskipa hagtøl um heilsuøkið betur við nýggju, talgildu heilsu-skipanina. Peningur skal setast av til leyskeyp av starvsfólki og tilknýti av gransk­­­araførleika, umframt til íløgur og rakstur. Neyðugt er at seta av pening til vælferðar- og heilsugransking beinenvegin, tí granskingin er áhaldandi og mennist ár um ár, og jú fyrr hon verður sett í verk, tess meiri menn­ ist hon fram til 2015. Visjón 2015 Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Grundarsteinurin um væl­ferð stendur eitt sindur fyri seg í Visjón 2015, tí heili 12 bólkar hava arbeitt við hvør sínum øki. Úrslitið av hesum arbeiðið er eitt 23 síð­ur drúgt rit við niður­støð­um og tilmælum. Tey eru savn­að í seks partar: Væl­ferð og vælferðargransking, Børn og ung, Førleika­tarnað, Eldri, Heilsa og heilsuverk og Bústaðarpolitikkur. Pláss er sjálvsagt ikki at prenta alt her, so vit hava valt nøkur evni út, serliga har talan er um ítøkilig upp­skot, og tiltøk, sum ávirka ein­staka borgaran. Til ber at lesa alt álitið á heimasíðuni hjá Visjón 2015. Mál fyri vælferð hjá børnum og ungum Arbeiðslív eigur at samvirka betur við barna- og familjulív Rættindi hjá børnum og ungum skulu styrkjast Innskúlingin skal gerast smidligari: Skiftið millum barnaansing og fólkaskúlan skal vera smidligari, og stirvnu fakmørkini ábarna­ ansingar- og fólkaskúla­øki­ num eiga at verða burtur­ tikin, so at ymsir fakbólkar kunnu virka á báðum økj­ um. Starvsfólkini skulu hava tilboð um aftur­vend­ andi eftirútbúgving. Miðast skal eftir, at starvsfólk, sum fáast við børn og ung, eru væl skikkað og útbúgvin, so at rætt verður farið um børnini og tey ungu. Ansingartrygd og víðk­ aðar ansingartíðir: Ans­ ingartrygd eigur at verða veitt øllum børnum, og ansingartilboð skulu hóska til tørvin hjá tí einstøku barnafamiljuni. Tað merkir, at eisini skal bera til at fáa børnini ansað uttan fyri vanliga upp latingartíð, um kvøldið og um náttina. Skipanin við heilsufrøð­ing­ um eigur at styrkjast, so at hon kann fylgja við í menn­ ingini hjá børnunum, frá gitnaði til 18 ára aldur. Smidligari barns­burðar­ far­loyvi: Barns­burðar­far­ loyvið verða soleiðis háttað, at familjan kann velja, hvussu hon nýtir hetta loyv­ ið, eins og arbeiðslívið sum heild eigur at verða skipað við hygni fyri tørvinum hjá familjuni. Rættindini hjá børnum og ungum skulu styrkjast: Nú revsirætturin er avtikin, skulu vit fremja eina hug­ burðs­ broyting, so at eingin ivi er um, at tað er skeivt at vera børnum at meini. Um­framt hetta eigur at setast á stovn viðgerðarstað fyri børn, ið hava verið fyri kynsligum ágangi. Eitt barna- og ungdómsráð eig­ ur at verða sett á stovn, so at hesin samfelagspartur kann verða hoyrdur. Mál fyri bústaðar­politikk Broytt bústaðarlóggáva skal skapa fyritreytir fyri fjøltáttaðum bústaðar­møguleikum Bústaðarpolitisk ætlan: Fyri at røkka málinum um fjølbroyttar bústaðar­møgu­ leikar, verður framd tann bústaðarpolitiska ætlan, ið longu er orðað. Henda ætl­ an hevur við sær, at Húsa­ lánsgrunnurin og Íbúða­ grunn­urin við lóg verða um­skipaðir til alment parta­ felag. Hetta bústaðarparta­ felag skal fíggja bústaðir til fólk við serligum tørvi. Bjálv­­ingar­stuðulsláns­ grunn­­urin verður avtikin, og nýggja bústaðar­parta­ felag­ið skal so veita av­drátt­ ar­frí lán til bjálving og orku­ sparandi tiltøk hjá fólka- og fyritíðarpensjonistum, sum búgva í egnum bústaði. Gjørd verður lóg um luta­ íbúðafeløg. MVG-lóggávan og rentustuðulslóggávan verða broyttar, so at luta­ íbúðafeløg fáa somu rætt­ indi og skyldur sum tey, ið byggja privat sethús. Um­framt hetta verður gjørd nýggj føroysk leigulóg fyri privatar bústaðir, ið skal tryggja rættindini hjá leig­ arum og útleigarum, eins og skattalóggávan verður broytt, so at skattingin av inntøku, ið stavar frá útleigu til privatar bústaðir, verður á sama stigi sum vanligur partafelagsskattur. Lóggáva um fastognar­ keyp: Umframt hetta skulu vit við lóg tryggja rættindi og skyldur í sambandi við keyp og sølu á bústaðar­ marknaðinum, m.a. við lóg um fastognarkeyp, har eitt nú støðulýsing verður kravd, og við lóg um húsa­ mekling, ið skal skipa um­støðurnar í sambandi við keyp og sølu gjøgnum húsa­meklarar. Vælferð og vælferðargransking Bústaðarpolitikkur Vælferð hjá børnum og ungum