Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 20. februar 2007 23 tíðindi Mál fyri vælferð hjá førleika- ­­tarnaðum Vælferðarskipanin skal forða sosialari av­­byrg­ing Atkoma hjá rørslu­ tarnaðum skal trygg jast Bústaðarmøguleikar hjá førleikatarnaðum skulu trygg jast Førleikatarnað skulu stuðlast, so at tey eru so virkin, sum til ber Arbeiðs- og útbúgv­ ingarmøguleikar hjá førleikatarnaðum skulu betrast, so at flest møguligt gerast fígg jarliga sjálvbjargin Uppihaldspeningur skal koma betur til góðar hjá teimum, ið veruliga tørvar hann Før­leika­tarnaðum eigur at verða trygg jað ein inntøka, sum kann hjálpa teimum at hava eitt gott og sjálvstøðugt lív - sama, hvussu arbeiðsførleiki teirra er Atkoma hjá rørslutarnað­ um skal tryggjast: Við lóg skal tí verða ásett, at at­komu­ viðurskifti skulu vera fyri øll, og fyri ný- og umbygg­ ingar skal lógin setast í gildi frá 2008. Fyri verandi bygningar verður ásett ein skiftistíð fram til 2015. Við­ víkjandi privatum bygn­ing­ um og verkløgum, ið ikki eru ætlað almenninginum, eiga at verða gjørdar veg­ leiðingar fyri lívs­gongdar­ bygging. Blind/sjónveik og deyv/tunghoyrd skulu ikki verða avskorin frá tøkniligu samskiftismenningini. Við hesum verður hugsað um eitt nú heimasíður, almenn tiltøk, miðlar og myndug­ leikar. Við fjølbroyttum bú­staðarmarknaði eiga fólk við serligum tørvi at kunna velja sær bústað, ið hóskar teimum. Viðgerðartilboð: Upp­aftur­ venjing og viðlíkahalds­venj­ ing eiga at verða veittar øll­ um eftir tørvi, so at sam­ felagið arbeiðir fyri, at øll kunnu vera virkin. Fyribyrg­ ing og viðlíkahaldsvenjing skulu í fyrstu syftu vera í primersektorinum, og upp­ afturvenjing skal verða sundurlutað millum primera og sekundera sektorin. Endurbúgving og rúmlig­ ur arbeiðsmarknaður: Part­­arnir á arbeiðs­marknað­ inum skulu binda seg til at gera skipanir, ið gera ar­beiðs­marknaðin rúm­lig­ an. Ein fortreyt fyri hesum er, at atkomuviðurskiftini eru í lagi á arbeiðsplássunum, og møguleiki eigur at vera at fáa stuðulsfólk við til arbeiðis, um tørvur er á tí. Førleikatarnað tryggjað inntøka Meginreglan er hon, at nak­ að av arbeiðsførleikanum er eftir, og hann eiga tey at menna og nýta, m.a. við endurbúgving og broyttum arbeiðsumstøðum, vardum størvum við lønarískoyti, løttum arbeiði og persón­ ligum stuðli. Lægsta fyritíðarpensjón skal strikast, so at bert tvey pensjónsstig eru eftir. Gift og ógift skulu javnsetast, eins og fyritíðarpensjónistar, ið fáa uppihald á stovni, skulu varðveita sína pen­ sjón. Eldravælferð Mál fyri eldravælferð Pensjónsskipanin skal betrast, útbygg jast og útjavnast Eldrabústaðir og eldrarøkt skulu samantvinnast betur, og tørvurin á eldrabúplássum skal verða nøktaður Pensjónsskipanin skal betrast, útbyggjast og útjavnast: Ein komandi pensjónsskipan skal byggja á tríggjar súlur: fólka­pensjónina, samhaldsfasta og eina eftirlønaruppsparing eftir avtalu millum løntakarar og arbeiðsgevarar. Við fólka­ pensjónini og samhaldsfasta verður tryggjað ein rímilig minsta­pensjón, og eftirlønaruppsparingin verður síðan bygd omaná, so at hon tryggjar inntøkuna hjá løntakaranum, tá ið hann fer um pensjónsaldur. Í 2015 skulu allar tríggjar pensjónssúlurnar geva eina upphædd, sum í minsta lagi svarar til 65% av lønar­inn­ tøkuni, tó ongantíð minni enn eina arbeiðsmannaløn. Hjá teimum, ið ikki hava eftirlønaruppsparing frá arbeiðs­ marknaðinum, skal samlaða pensjónsupphæddin svara til í minsta lagi 65% av eini arbeiðsmannaløn. Umframt hetta verður arbeitt fram ímóti, at pensjónistar skulu varðveita fólkapensjónina, eisini eftir at flutt verður á ellis- og røktar­ heim. Eldrabústaðir og eldrarøkt skulu samantvinnast betur, og tørvurin á eldrabúplássum skal verða nøktaður: Fram til ár 2010 skulu byggjast knappliga hálvtannaðhundrað røktarheims- og sambýlispláss, soleiðis at tørvurin á eldra­ búplássum fyri alt landið verður nøktaður. Harumframt eiga neyðugar dagføringar av gomlu ellis- og røktarheimum at verða gjørdar. Uppvenjing og eftirviðgerð: Munandi skal verða bøtt um tilboðini til uppvenjing og eftirviðgerð til heimabúgvandi pensjónistar – herímillum fysio- og ergoterapi. Heildarskipan av eldrarøktini: Eldrarøktin verður skipað í samanhangandi tænastueindir, samansettar av heima­tæn­ astuni, eldrasambýlum og ellis- og røktarheimum. Hesar tænastueindirnar skulu koma í staðin fyri verandi sjálv­ ognarstovanar og skulu verða skipaðar undir felags leiðslu. Hvør tænastueind skal hava eina upptøkunevnd. Mál fyri fólka­heilsu og heilsuverk Heilsan skal vera til­vitaður partur av lívs­hátti okkara, so at fólka­heilsan sum heild batnar Ymsu partarnir av heilsuverkinum eiga at verða samskipaðir og eiga at samarbeiða betur Apoteksverkið verður heilsufakligur vitanar- og framleiðsludepil fyri heilivág Heildarpsykiatriin verður ment og útbygd til ymiskan tørv Heilsugóður kostur: Mið­að verð­ ur eftir, at føroyingar eta heilsu­ góðan kost. Ser­liga skal dentur verða lagd­ur á børn í dagansing og á næmingar í fólkaskúlanum, umframt at bøtt skal verða um mat­umstøðurnar á skúl­unum. Talið á føroyingum, ið viga ov nógv, skal minka munandi. Átøk viðvíkjandi sunnum kosti og kostvanum skulu gerast, eins og frukt og grønmeti skulu vera at­ komu­lig og ódýr hjá øll­um. Rørsla og likamsvirkni: Tal­ið á teimum, sum røra seg regluliga, skal økjast mun­andi. Skúla­næm­ ingar skulu í 2015 hava ein skúla­ tíma í likamsvirkni dagliga. Í 2009 skal ein triðingur av øllum almennum arbeiðs­plássum hava tikið stig til, at starvsfólkið hevur at­gongd til kropsvenjing í arbeiðs­ tíðini. Ein ítøkilig ætlan um súkklu­breytir skal gerast, so til ber at súkkla trygt í Føroyum innan 2009. Harumframt eigur at verða skipað fyri einum rørsluári – nevnt “Føroyar í rørslu.” Royking: Øll hava rætt til at liva og virka í einum royk­fríum um­ hvørvi. Í 2009 skal talið á roykj­ arum í mesta lagi vera 20% av fólkinum. Í 2015 skal tað í mesta lagi vera 10%. Talið á teimum, sum byrja at roykja, skal minka mun­andi. Tilboð um roykiav­venj­ ing skal bjóðast øllum, sum vilja gevast at roykja. Mið­ast skal eftir, at eingin, ið er føddur í 2000 ella seinni, fer at royka. Í 2008 skal eing­­in roykja á almennum støð­ um. Rúsdrekka- og rúsevnis­mis­ nýtsla: Málini eru, at rús­drekka­ misnýtslan sum heild skal minka, og ung skulu fara seinni at nýta rús­drekka, enn nú. Føroyar skulu somuleiðis verða rús­evnafríar. Heildarpsykiatriin verður ment og útbygd til ym­iskan tørv: Or­sak­að av ov fáum bústaðar­ tilboðum hava fólk verið noydd at ligið á sjúkrahúsinum, hóast tey hava verið liðugt viðgjørd. Høv­ uðs­partarnir í heildarpsykiatriini verða sam­skipaðir og útbygdir hvør sær við nøktandi til­boð­um. Verandi psykiatrilóg er frá 1938, og tí skal gerast nýggj lóg, sum skal styrkja rættartrygdina hjá sálar­­sjúk­um. Psykiatriski depilin skal um­vælast og dagførast: Barna- og ungdóms­psyki­atriin eigur at útbyggjast frá eini konsulentskipan til eina deild á psykiatriska depli­ num, og setast skal eis­ini á stovn ein flytfør, ambu­lant gerontop­ syki­atrisk tæn­asta (sjúkugreining og við­gerð av eldri fólki við psyki­ atriskum sjúkum). Fólkaheilsa og heilsuverk Vælferð hjá førleikatarnaðum Eini 60 fólk møttu upp til visjónstorgið um Vælferð á Hafnia í gjár Mynd: Jens Kristian Vang